Tíðindi

Kunngerð um undirvísing í føroyskum sum annaðmál skjótt klár

Kunngerð er gjørd um undirvísing í føroyskum sum annaðmál og móðurmálsundirvísing, og hon verður lýst í næstum.

22. september 2020

Kunngerðin hevur verið til hoyringar hjá øllum pørtum í vár; hoyringarfreistin var longd eftir áheitan frá ymsum pørtum vegna koronasmittuvandan, tí ikki bar til at savna fólk. Hetta er nýggj kunngerð um undirvísing í føroyskum sum annaðmál og móðurmálsundirvísing. Undirvísing í føroyskum máli og mentan fyri næmingum, ið hava annað móðurmál enn føroyskt, hevur verið skipað í fólkaskúlanum í nógv ár og er heimilað í løgtingslógini um fólkaskúlan frá 1997. Næmingar, ið eru fluttir til Føroya, hava tó fingið eykatímar í føroyskum, áðrenn henda heimild varð fingin til vega.

Seinastu árini er stór broyting farin fram, og tørvurin er øktur, bæði av tí at talið av tilflytarum er munandi økt og eisini tí, at tað eru nógvir tilflytarar, sum ikki duga ella skilja eitt norðurlendskt mál. Lógargreinin frá 1997 leggur ikki upp fyri stóru broytingini, sum hevur verið síðan.

Nýggj tøl, ið vit hava fingið til vega frá Uttanríkis- og mentamálaráðnum, vísa talið av børnum og ungum, sum hava fingið uppihaldsloyvi í sambandi við familjusameining og samfylgjandi familjum hjá útlendskum arbeiðstakarum, sum fáa arbeisloyvi í Føroym. Í 2019 fingu 57 børn uppihaldsloyvi í Føroyum. 27 sum familjusameining og 30 sum samfylgjandi familja hjá útlendskum arbeiðstakara. Í 2018 var talið 31 og til samanberingar fingu 10 børn og ung uppihaldsloyvi í 2012.

Í februar 2020 vóru 100 tjóðskapir skrásettir í Føroyum. 1763 persónar, ið komu úr londum uttan fyri Norðurlond, vóru tá búsitandi í Føroyum, og umboðaðu tey 100 ymiskar tjóðir. Av hesum eru 295 børn og ung, 134 gentur og 161 dreingir, í aldrinum 0-18 ár, og koma børnini úr 50 ymiskum londum.

Uttanríkis- og mentamálaráðið hevur í samstarvi við Útlendingastovuna lagt til rættis bóklingin “Tvímæltir næmingar í føroyska fólkaskúlanum, ein vegleiðing um karmar, trivnað, og hvussu undirvísingin kann verða løgd til rættis”. Bóklingurin verður eftir ætlan tøkur hjá skúlunum síðst í september mánað. 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.