Tíðindi

Koronuskúlin gevur okkum nýggjar royndir og týdningarmikla vitan

Danska lærarafelagið hevur staðið fyri eini nýggjari kanning, sum lýsir, sum fólkaskúlin hevur roynst í koronatíðini

18. september 2020

2.035 lærarar í danska lærarafelagnum tóku á vári 2020 lut í eini limakanning, har teir skuldu svara spurningum um trivnað og undirvísing í tíðini, tá ið skúlarnir lótu aftur og síðani uppaftur.

At skúlarnir lótu aftur í mars 2020 hevur havt stórar avleiðingar serliga fyri relatiónsarbeiðið í floksfelagsskapunum. Hetta hevur serliga gingið út yvir næmingar, sum eru sosialt illa fyri, tí tað er í stóran mun teir, skúlarnir hava havt ilt við at hildið fast í, meðan skúlarnir hava verið stongdir. Tað sigur Regitze Flannov, forkvinna í undirvísingarráðnum í danska lærarafelagnum, í fororðunum í limakanningini:

”Tað er eingin ivi um, at vantandi støðugleiki og frávera av fysiskum relatiónum hevur verið ringt fyri summar bólkar av børnum og ungum, sum longu frammanundan hava tað trupult sosialt ella fakliga ella við báðum.”

Hinvegin meta 91% av lærarunum, at tað hevur havt positivt árin ella ógvuliga positivt árin á trivnaðin hjá næmingum, at teir hava fingið undirvísing í smærri bólkum og flokkum, tá ið skúlarnir lótu upp aftur áðrenn summarferiuna.

”Vit hava sæð børn, sum blomstra í felagsskapum og í fakligum relatiónum við ein lærara; lærarar, sum á nýggjan hátt kunnu geva íblástur og menna børnini og undirvísingina, tí teir hava rúm og tíð at brúka fakligheitina, teir hava,” sigur Regitze Flannov.

Tað ber til at lesa alla kanningina her:

https://www.dlf.org/media/13743012/publikation_laerernes_oplevelser_i_skolen_under_covid-19.pdf


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.