Tíðindi

Koronaskúlin hevur verið meiri merktur av ruðuleika enn tryggleika

Undirvísingin hevur verið ov einstáttað, ov siðbundin og ov nógv merkt av vanligari undirvísing, sum vóru øll í somu stovu. Tað vísir kanning av koronaskúlanum, sum Katrin av Kák, námslektari á Námsvísindadeildini, hevur gjørt

13.04.2021

Góð lærurúm fyri fjarundirvísing eru eisini betri samstarv um undirvísingina og meiri nýskapandi undirvísingarhættir, soleiðis at undirvísingin á netinum ikki líkist ov nógv undirvísingini í vanligari skúlastovu. Av tí at tað at undirvísa á netinum eisini var nýtt fyri lærararnar í koronaskúlanum, hava teir ikki í nóg stóran mun havt stundir at fáa í lag samstarv um tað, sum næmingarnir skuldu gera í koronaskúlanum, og tað sæst aftur í svarunum hjá næmingunum. Umleið tríggjar vikur eftir, at skúlarnir lótu aftur á vári í fjør, og undirvísingin í øllum skúlaverkinum varð flutt úr skúlastovuni út á talgildar pallar, fór Katrin av Kák, námslektari á Námsvísindadeildini, undir at kanna, hvat næmingar hildu um koronaskúlan, sum undirvísingin tá var nevnd av mongum. Kanningin var bæði spurnablað og samrøður; 562 næmingar í fólkaskúla og miðnámi í aldrinum 14 ár og yngri og upp í 19 ár og eldri svaraðu spurnablaði, og samrøður vóru gjørdar við 14 næmingar í aldrinum 12 til 21 ár. Spurningarnir snúðu seg í høvuðsheitum um, hvussu koronaskúlin var, og hvussu tey høvdu tað í tíðarskeiðnum, meðan tey vóru heima.

- Koronaskúlin hevur verið meiri merktur av ruðuleika enn tryggleika. Undirvísingin hevur verið ov einstáttað, ov siðbundin, og ov nógv merkt av vanligari undirvísing, sum vóru øll í somu stovu. Lærararnir hava tosað ov nógv, næmingarnir eru slopnir ov lítið til orðanna, og tá ið teir eru slopnir til orðanna, hevur ótryggleikin ofta tikið yvir, og teir hava valt at tagt. Tí er avgjørt tørvur á skeiðum fyri lærarar í at hava kreativa, spennandi og nýskapandi undirvísing fyri næmingar á talgildum pallum. Næmingarnir siga, at lærararnir áttu at havt samstarvað betur um undirvísingina, tí fyri teimum sýntist tað sum, at teir díktu næmingarnar undir í uppgávum í øllum lærugreinum, sum skuldu latast inn í senn. Teimum tyktist, at lítil samskipan var av, hvussu nógv var álagt næmingunum. Skúlin má seta seg í støðuna hjá næminginum, sum er einsamallur heima, og hvat viðkomandi hevur brúk fyri. Næmingurin hevur brúk fyri at møta einum skúla, har lærararnir hava tamarhald á støðuni, har allir lærararnir hava tosað saman og vita av hvørjum øðrum og hvat hvør ger, har alt er samskipað soleiðis, at næmingarnir ikki fáa uppgávur í fleiri lærugreinum í senn, og har teir eru í tryggum hondum. Lærararnir mugu geva næmingunum kensluna av at hoyra til ein skúlafelagsskap, hóast næmingarnir eru sendir heim, og teir mugu eisini geva næmingunum trygd fyri, at um nakað er, sum teir hava brúk fyri, so vita teir, hvønn teir skulu venda sær til. Tí er umráðandi at hugsa um, hvussu skúlafelagsskapurin verður skipaður, soleiðis at næmingarnir trívast við undirvísing á netinum. Tað er eingin løtt loysn, og tað er avbjóðandi at skapa eina kenslu av at hoyra til ein skúlafelagsskap, tá ið tú ert einsamallur heima, og øll undirvísing fer fram á netinum.

Skúlar og lærarar hava gjørt sær nógvar royndir í tíðarskeiðnum við koronu, men tað, sum slær mest ígjøgnum, er, at næmingarnir sakna skúlafelagsskapin. So hóast koronatíðarskeiðið hevur víst á nakrar møguleikar, sum ikki vóru so eyðsýndir og nógv troyttir frammanundan, roknar Katrin av Kák ikki við, at undirvísing á netinum fer at fylla nógv í framtíðini.

- Menniskjað er ein sosial vera, vit hava brúk fyri hvørjum øðrum, at síggja og nerta hvørt annað, at hava fornemmilsi av hvørjum øðrum og tí, sum hendir í felagsskapinum, at síggja kropsmálið, at lesa eygnabráið av og slíkt; alt hetta hvørvur ella viknar nógv, tá ið vit sita við skíggjan. Tað er í skúlafelagsskapinum, at barnið hevur tað gott, trívist og mennist, og at fortreytin fyri læring og menning er. At sita framman fyri ein skíggja skapar eisini einsemi, hóast øll eru í somu støðu. So sama hvussu spennandi og nýskapandi undirvísing lærarar megna at skapa á netinum, so verður hon ongantíð líka góð sum góða undirvísingin í eini skúlastovu. Hinvegin kann netundirvísing vera ein møguleiki, sum verður vanligari til teir næmingar, sum ikki kunnu, orka ella megna at fara í skúla. Við at vera við gjøgnum netið hava teir samband við skúlan og eru partur av skúlafelagsskapinum.

Les alla greinina í Skúlablað nr 1, 2021


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.