Tíðindi/Greinar

25.05.2022

Kenni meg hepnan at umboða so týdningarmiklan starvsbólk

Tvey spennandi ár eru fyri framman. Hetta gleði eg meg til, eg bretti upp um ermar og fari til arbeiðis við góðum treysti. Eyðbjartur Sólheyg Skaalum, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

Mær dámar væl at hava nógv jørn í eldinum. Mær dámar eisini væl at smíða, meðan jarnið er heitt. Jarnið verður hitað har, ið ein sjálvur ynskir at skapa eitthvørt – eitthvørt vakurt, spennandi, øðrvísi ella nýtt. Eg havi nú fingið møguleikan at gera mína ávirkan galdandi – at smíða jarnið.

Hetta hevði ikki verið møguligt uttan tann stuðul og tað álit, ið mær varð sýnt á aðalfundinum á Hotel Føroyum leygardagin 30. apríl. Ein sonn álitisváttan, og hetta eri eg sera glaður og takksamur fyri. Eg kenni meg hepnan at umboða ein so týdningarmiklan starvsbólk! So enn einaferð takk fyri møguleikan og álitið!

Ein er eldurin at smíða rundan um, men nógv og ymisk eru jørnini. Tá er gott, at smiðirnir hava ymsar eginleikar, men sama endamál og góð samstarvsevni.

Nevndin er skipað, og arbeiðið er byrjað. Mín fatan er, at hetta er eitt sera sterkt toymi. Eitt sterkt toymi, har øll hava eitt felags endamál; at verja tey rættindini, sum vunnin eru, og at berjast fyri at betra um arbeiðsumstøður, lønarviðurskifti v.m. hjá øllum limum felagsins.

Tvey spennandi ár eru fyri framman. Hetta gleði eg meg til, eg bretti upp um ermar og fari til arbeiðis við góðum treysti.

Vit lærarar er eitt sermerkt fólkaslag. Okkara starv er ikki eitt vanligt starv. Havi hug at lýsa lærarayrkið sum eitt slag av kalli. Tú skal tíma tað, vilja tað og meina tað.

Um vit ikki tíma tað, vilja tað og meina tað, so kann alt gera tað sama. So fáa vit einki burturúr, og næmingarnir fáa heldur einki burturúr.

Tað hevur týdning, at vit sum fakfelag berjast fyri, at føroyski fólkaskúlin verður at liggja millum teir bestu skúlarnar kring knøttin.

Fyri at náa hesum máli má politiski myndugleikin vísa, hvat tey ætla við fólkaskúlanum. Í mínum hugaheimi tykist tað sum, at tey, sum eru í teimum ovaru rókunum, og harfrá umsita fólkaskúlan, mangan mangla innlit í arbeiði okkara. Hetta mugu vit fáa broytt. Vit skulu vísa á arbeiði, vit gera, vit skulu vísa á tann týdningin, sum vit hava fyri samfelagið. Tað hevði verið sera torført at fingið samfelagshjólini at mala, um eingin fólkaskúli hevði verið. Hetta skal síggjast aftur á virðingini, játtanini og lønini. Hetta mugu vit arbeiða við at broyta og betra. Hetta gera vit øll best í felag.

Tá eg nú nevni virðing, so eru tað fleiri av okkara limum, sum júst í hesum døgum als ikki fáa virðiliga viðferð. Hetta eru teir lærarar, sum eru í tíðaravmarkaðum starvi. Hesir lærarar standa nú í eini støðu, sum eingin ynskir sær at standa í. Teir hava starv fram til 31. juli, men vita ikki, um teir hava starv frá 1. august.

Umsóknarfreistirnar hjá ymsu skúlunum kring landið eru við at vera úti, og ótryggleikin valdar. Hetta gongur út yvir trivnað og arbeiðsgleði lærarunum, og tað gongur út yvir undirvísingina, sum merkir, at tað gongur út yvir næmingin.

Hetta er eitt avbjóðandi mál at loysa, tað er eingin ivi um tað. Tó er tað er ikki rætt, at framtíðin hjá hesum lærarum skal vera so ótrygg. Tað er trupult at fáa tilrættarlagt eina framtíð, tá ein ikki veit, um ein hevur starv komandi árið ella árini. Ein loysn má finnast. Eitt nú kundi tað verið ein skipan, so tað verður avmarkað, hvussu leingi lærari kann vera í tíðaravmarkaðum starvi. Eitt loft á 2-3 ár ella styttri kundi verið sett á.

Skulu vit hava ein góðan fólkaskúla, ein av teimum í heimsklassa, so mugu vit øll hava virðilig kor at arbeiða undir, og hetta ætli eg mær, saman við nevndini, at betra og fáa tryggja.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan