Tíðindi


Kafékvøld hjá Beranum

Ein beri er ein lýsing í kjarrinum, í fluttari merking ein glotti í hugtungum løtum, tá ið tey, ið hava mist, sita verjuleys og gellandi einsamøll. Einsemi og sorg eru ógvuliga tung hjá menniskjum at bera. Ikki minst á jólum

3. januar 2018

Endamálið hjá Beranum er at veita stuðul, ráðgeving og vegleiðing til familjur, ið missa ein av sínum næstu. Berin skipar m.a. fyri sorgarbólkum fyri børn og ung, sum hava mist foreldur ella systkin og fyri foreldur, ið missa børn. Heystið 2015 legði Felagið Pinkubarnadeyði saman við Beranum.

   Fyri at øll kunna hava møguleika fyri at vera við í sorgarbólki, leggur Berin dent á, at kostnaður ikki skal verða ein forðing fyri at vera við. Børn og ung gjalda 300 krónur fyri 10 ferðir, og tað er 30 krónur fyri hvørja ferð. Fyri hvørt systkin, ið kemur afturat, er kostnaðurin 50 krónur til samans fyri 10 ferðir, sum er fimm krónur fyri hvørja ferð. 

   Tá ið Berin varð stovnaður, var sorgarbólkurin fyrst og fremst ætlaður børnum og ungum í skúlaaldri, tvs. umleið sjey til 16 ár.

   Sum frá liðið hevur aldurmarkið fyri at vera við í bólki flutt seg. Til dømis hava fleiri bólkar verið við ungum í aldrinum 16 ár til fyrst í 20'unum. Nakrir bólkar hava eisini verið fyri vaksin, ið hava mist sum børn ella ung. Haraftrat hava eisini verið bólkar fyri foreldur, ið hava mist børn ella pinkubørn.

   - Í 2015 byrjaðu kafékvøldini hjá Beranum. Vit kenna jú so nógv ung fólk gjøgnum árini, sum hava luttikið í Beranum og sum hava nógvar resursir at geva av, so vit hugsaðu: hvussu kunnu tey fáa brúkt allar hesar resursirnar upp á ein munagóðan máta, og tað eru hesi kafékvøldini framúr til, sigur Oddvør Poulsen, dagligur leiðari hjá Beranum.

   Tær meinsku lívsroyndirnar av at missa, hava givið teimum ungu ein lívsvísdóm, sum tey fegin vilja geva øðrum í líknandi støðu. Fleiri av teimunm ungu siga, at hjá teimum er tað umráðandi at geva Beranum nakað aftur av tí hjálpini, tey hava fingið.

   Tvey sjálvboðin ung skipa fyri kafékvøldunum, umframt Rannvá Arnadóttir, ið tekur sær av teimum praktisku fyrireikingunum og útvegar høli í samstarvi við Hotel Føroyar. Seinast skipaðu Døgg Nónsgjógv og Elinborg Pálsdóttir fyri syngjandi, ljómandi kafékvøldi. SMS plagar at stuðla við einum lítlum gávukorti, so tær báðar fáa okkurt afturfyri.

   Hesi kafékvøldini eru fyri ung, ið hava mist, og tey kunnu taka vinfólk ella sjeikin, damuna við sær. Tey ungu fáa forstáilsi fyri hvørjum øðrum. Tey røkka langt við slíkum tiltaki, ið eru einar fýra ferðir um árið. Tey hava ymisk tema, her tey verða spurd um, hvat tey hava hug at taka fram.

   Oddvør Poulsen fortelur, at tey hava sjálvandi kannað, hvussu tey gera aðrastaðni enn í Føroyum.

   - Men vit hava valt at gera tað upp á okkara máta, sigur hon, - og tað er, at maki ella vinfólk koma inn við. Vinir og maki kunnu hava ilt við at skilja viðurskiftini og ivast í, hvussu tey skulu bera seg at samstundis við, at tann, ið hevur mist, orkar illa at siga frá ella biðja um hjálp. Hetta kann reisa ein múr av tøgn, ið kann spilla sambandið teirra millum. Kafékvøldini kunnu elva til, at tey ungu duga betur at skilja og styðja hvønn annan.

   Hesi ungu ganga til dømis í miðnámsskúla, har nógv ferð er á gerandisdegnum og skúlating, ítriv og vinir fylla stóran part av tíðini. Torført kann vera at rúma og at skilja, hvussu tað sorgarbundna unga menniskja hevur tað – og skiftini millum gleði og sorg.

   Hesi jólini skipaðu Elinborg Pálsdóttir og Døgg Nónsgjógv fyri kafékvøldinum. Á jólum valda hugni og felagsskapur. Jólatíðin kann tó eisini vera ein serstakliga svár tíð hjá teimum, ið hava mist. Tað vita Elinborg og Døgg alt um. Tær hava báðar mist pápa sín sum børn, og nøkur jól eru liðin, síðan tær mistu. Tær greiddu frá sínum royndum, bæði tí sum er inniliga svárt, og tí, sum kann hjálpa og geva lívsvón á jólum og frameftir.

   Við sjálvbodnum arbeiði sum hesum, fáa ung høvi til at hjálpa øðrum ungum, og Berin kann røkka út til uppaftur fleiri.

   Myndin:

   - Í 2015 byrjaðu kafékvøldini hjá Beranum. Vit kenna jú so nógv ung fólk gjøgnum árini, og tey hava so nógvar resursir at geva av, so vit hugsaðu: hvussu kunnu tey fáa brúkt allar hesar resursirnar upp á ein munagóðan máta, og tað eru kafékvøldini framúr til, sigur Oddvør Poulsen, dagligur leiðari hjá Beranum

Tekstur og mynd: Sonne Smith


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshvn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.