Tíðindi

It´s the economy, stupid

Einasta veruliga loysnin er, at Fíggjarnevndin játtar 10 milliónir eyka á økinum. So gerst støðan meira haldbar kring alt landið. Bergur Samuelsen, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

06.06.2023

It´s the economy, stupid! Hesi kendu orð, sum síðan blivu tiltikin, segði James Carville, høvuðsvalstratekurin hjá Bill Clinton, tá ið hesin fyrru ferð stillaði upp til forsetavalið í 1992. Tað, ið hann helst meinti, var, at veljarar kunnu hava nokk so nógvan áhuga í sosial-, heilsu-, uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikki, men er búskapurn og samsvarandi arbeiðspláss ikki í lagi, fánar alt hitt í hugaheimi veljarans. Tað sigst eisini, at Geoge W. Bush tapti valið móti Clinton vegna vánaliga búskaparstøðu. Summi vilja enntá vera við, at eitt og hvørt forsetaval í USA verður avgjørt av verandi bensinprísi og orkuprísi annars.Uttan iva er støðan ikki so einføld, sum lýst omanfyri, men avgjørt er tó nakað um tað.

Í okkara dunnuhyli hava vit á skúlaøkinum, nú aftur í eina tíð, kjakast um orsøkirnar til, at lógarfesta evsta markið fyri floksstødd ikki verður hildið. Einir 25 flokkar kring landið, eitt sindur eftir, hvussu tað verður gjørt upp, fara eftir summarfrítíðina at hava fleiri enn 24 næmingar í flokkunum. Hetta er als ikki nakað nýtt. Siðvenja hevur verið at hava eina “smidliga, liðiliga” skipan, sum onkur myndugleiki hevur orðað tað. Í praksis hevur tað merkt, at har flokkar fara upp um 24, vil myndugleikin ikki skilja sundur. Í staðin verða eyka tímar settir av til tveylæraraskipan í føroyskum og møguliga í støddfrøði, umframt nakrar miðfirraðir tímar, um tað hildið verður neyðugt. Tað er í stuttum tað, ið skal gera støðuna haldbara í flokkinum.

So er spurningurin, hví myndugleikarnir ikki ynskja eina meira grundleggjandi burðardygga skipan við smærri flokkum, har nógv størri møguleiki er fyri at náa øllum næmingunum, heldur enn at halda fast við størru flokkarnar.

Grundgevingin, frá myndugleikunum, er serliga sosial- og trivnaðaratlit hjá næmingunum. Tað er ofta óheppið fyri børn brádliga at verða skild sundur. Ja, tað kann hava álvarsligar avleiðingar, í ringasta føri, verður borið fram undir. Hetta kann ein ivast stórliga í. Um børn fara frá at sita í sama høli, til at sita hvør sínumegin ein vegg, kann ikki hava tann stóra týdningin. Tey eru saman í ítróttatímunum, fríkorterunum og upp á aðrar mátar, umframt í frítíðini. So grundgevingin heldur ikki.

Orsøkin er ein heilt onnur. It´s the econemy, stupid! Magnus Tausen, fulltrúi í Undirvísingarstýrinum segði tað beinleiðis fyri opnari mikrofon nú ein dagin. At, skuldu allir flokkar við meira enn 24 næmingum skiljast sundur, fór tað at kosta á leið 10 milliónir árliga. Tað ber til at játta, segði hann. Men tað er sum, tá ið hundur etur sín egna hala. Tað má takast aðrastaðni frá á fólkaskúlaøkinum, og tað fer sjálvsagt at merkast. So tað stendur og fellur við politiskum vilja og raðfestingum. Einasta veruliga loysnin er, at Fíggjarnevndin játtar 10 milliónir eyka á økinum.  So gerst støðan meira haldbar kring alt landið. Eisini eitt nú í Fuglafirði, í Klaksvík og í Havn.

Nú er annars stóra álitið um broytingar í fólkaskúlanum umsíðir komið frá arbeiðsbólkinum. Har stendur nógv sera gott í, m.a. um smærri flokkar. Tað gevur í øllum førum vón um betri tíðir fyri okkara skúla. Livst so spyrst.  

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.