Tíðindi

Ikki umstøður at læra at undirvísa tilflytarum í føroyskum

- Politiski myndugleikin hevur víst áhuga, men higartil hevur tað ikki verið raðfest nóg mikið til at skapa umstøður fyri, at eitt nú Námsvísindadeildin kann fara undir ískoytis- ella eftirútbúgving í føroyskum sum annaðmál, sigur Vár í Ólavsstovu, adjunktur á Námsvísindadeildini

09.12.2019

Vilt tú ogna tær førleikar at undirvísa næmingum í føroyskum sum annaðmál, ber tað ikki til í løtuni; í øllum førum ikki á hægsta lærustovni okkara, Fróðskaparsetri Føroya. Lærarar, sum uppstiga gomlu læraraútbúgving sína til BA, høvdu fyri nøkrum árum síðan í tveimum umførum møguleikan at taka eitt skeið, ið svarar til 10 ECTS-stig, í føroyskum sum annaðmál, men hóast henda møguleikan, var áhugin millum lærararnar so lítil, at skeið ongantíð vórðu skipað, sigur Vár í Ólavsstovu, adjunktur á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum.

Tá ið hugsað verður um stóra talið av tilflytarum til Føroya, kann tað undra, at lærarar og onnur við hóskandi útbúgving ikki kunnu taka ískoytis- ella eftirútbúgving, soleiðis at tey verða skikkað at undirvísa tilflytarum í føroyskum. Skúlastjórar og lærarar, sum Skúlablaðið hevur tosað við, hava víst á tørvin á, at skúlin verður betur førur fyri at møta hesum næmingum.

- Fyri at Námsvísindadeildin kann fara undir framhalds- ella eftirútbúgving í føroyskum sum annaðmál krevst, at politiski myndugleikin raðfestir hetta, eisini fíggjarliga, soleiðis at umstøður kunnu gerast til tess. Námsvísindadeildin hevur gjørt eitt uppskot um eftirútbúgving í føroyskum sum annaðmál, men higartil er ikki fingin tann játtan, sum skal til, fyri at vit kunnu fara undir hetta. Vit hava lærarar, sum kunnu undirvísa í føroyskum sum annaðmál, men vit mugu eisini knýta fólk at útbúgvingini, sum hava aðrar fakligar førleikar enn teir, vit á Námsvísinda- og Føroyamálsdeildini hava í løtuni. Sum er hevur Námsvísindadeildin bert umstøður at undirvísa í tí, sum lærara- og námsfrøðingaútbúgvingin krevja, sigur Vár í Ólavsstovu.

Í løtuni situr ein arbeiðsbólkur og orðar eitt álit um, hvussu næmingar, ið hava føroyskt sum annaðmál, verða integreraðir og inkluderaðir í skúlaverkinum. Um ískoytis- ella eftirútbúgving í føroyskum sum annaðmál verður sett á stovn í næstum, veit Vár í Ólavsstovu ikki.

- Fáa vit fígging, er eingin ivi í, at vit kunnu seta eina ískoytisútbúgving í verk fyri lærarar, sum undirvísa í føroyskum sum annaðmál longu komandi ár. Tað kann eisini hugsast at gerast eitt samstarv við Føroyamálsdeildina, sum áður hevur havt skeið í føroyskum sum annaðmál. Tað er meiri upplagt, at hetta verður skipað sum ískoytis- ella eftirútbúgving omaná antin eina læraraútbúgving ella aðra hóskandi útbúgving, tí tað at undirvísa tilflytarum í føroyskum sum annaðmál krevur, at tey, sum nema sær hesar førleikarnar, hava eina fakliga grund at standa á. Upplagt er tí, at ein slík útbúgving kann verða boðin út til lærarar við fólka- og miðnámskúlaprógvi og til teirra, ið taka MA í føroyskum á Føroyamálsdeildini ella byggja sína Bachelor of Education út til eina MA of Education.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.