Tíðindi

Ikki øll eru glað fyri at hava mikrofon og video frá

- Vit brúka nógva tíð og orku at tryggja okkum, at øll eru við, spyrja um “tey eru har”, um tey skilja og duga at loysa uppgávuna, sigur Hildur Túná Fjørdal, lærari í Tvøroyrar skúla

20. mai 2020

Skúlablaðið hevur sett nøkrum lærarum stevnu og spurt teir ymiskt í samband við fjarundirvísingina, ið hevur eyðkent undirvísingina í fólkaskúlanum síðan grækarismessu.

Hvussu hevur tú skipað fjarundirvísingina?

- Vit í toyminum hjá 8.b vóru, sum flest onnur, púra ófyrireikað upp á støðuna, sum vit knappliga stóðu í 11. mars. 12. mars valdu vit tí bara at lofta støðuni soleiðis, at vit koyrdu víðari við vanligu tímatalvuni, tó uttan beinleiðis netundirvísing.

Næmingarnir fingu fyri at lesa og fyrireika, og so koyrdu vit smærri uppgávur út til næmingarnar á Teams, sum tey skuldu svara og senda inn dagliga. Næmingarnir fingu boð um, at vit lærarar vóru tøkir hvønn skúladag millum kl. 08.00-15.00 til at hjálpa og vegleiða, um neyðugt. Eg, sum flokslærari og næmingarnir í flokkinum, høvdu longu frammanundan ein messengerbólk, sum vit nú brúktu sera nógv til alt vanligt samskifti, vegleiðing og hjálp.

Á hesum bólkinum vóru næmingarnir eisini raskir at hjálpa hvørjum øðrum og skipaðu seg eisini viðhvørt í smærri bólkar, har tey gjørdu uppgávurnar.

Eftir páskir hevur leiðslan á skúlanum gjørt av, at vit nú skulu hava beinleiðis fjarundirvísing um telduna. T.d. hevur 8. fl. havt 26 undirvísingartímar um vikuna (sum 13 blokkar) millum kl. 08.30 og 13.45. Hetta hevur riggað væl, tá hugsað verður um, at hetta er so nýtt og øðrvísi fyri okkum øll. Tó halda fleiri næmingar, at tað kennist leingi at sita framman fyri telduni og fáa fjarundirvísing.

Næmingarnir og vit halda tó, at tað er væl betur við skipaðari undirvísing, so øll eru við í senn.

- Vit royna at hava eitt sindur fjølbroytta undirvísing, t.d. deila vit okkara telduskerm við tey, tá vit skulu “skriva á talvuna”, ella vísa teimum eitthvørt. Tey arbeiða bæði í bólkum og sum einstaklingar, tey hava smærri framløgur, svara Quiz í Forms, spæla Kahoot og eisini eru tey send út í býin at finna “lukkuna” í ávísari lærugrein.

Vit hava eisini ætlanir um at hava eina evnisviku í nærmastu framtíð, har tey koma at skriva ymiskar greinar um ymisk evni, sum hugtaka tey. Kanska tað endar við einari PDF avís, sum kann lesast av foreldrunum?

Í hesum tíðum meta vit, at tað er enn meiri umráðandi at geva næmingunum afturmeldingina upp á gjørt arbeiði, tí tað man ikki vera serliga motiverandi fyri næmingin, um hann bara sendir sítt arbeiði út í “leysa luft”. Altíð gott at fáa afturmelding.

Hvussu ber til at røkka einstaka næminginum, tá persónliga sambandið ikki er til staðar á sama hátt?

- Tað er alt annað enn lætt. Vit mugu brúka væl meiri orku fyri at “royna at røkka” einstaka næmingin, tí nú fáa vit sjáldan eygnasamband við hann og síggja tí ikki, um hann er við, ella um hann situr spyrjandi heima. Tað eru ofta teir somu næmingarnir, sum vit hoyra málið á í skúlanum, sum vit eisini hoyra og síggja nú. 

Ikki øll eru glað fyri at hava mikrofon og video frá. Vit brúka nú nógva tíð og orku at tryggja okkum, at øll eru við, spyrja um “tey eru har”, um tey skilja og duga at loysa uppgávuna o.s.fr. Sambandið við næmingin og/ella heimið (so ella so) er sera umráðandi í hesum tíðum. Vit hava tætt samskifti við ávís foreldur fyri at “lodda dýpið” viðvíkjandi støðuni hjá næminginum har heima.

Vit syngja tó framvegis felagssang fyri næmingum, sum hava føðingardag hesa tíðina. Nú tó inni á Teams.

Hvussu hevur næmingaluttøkan verið?

- Vit hava eina felags online-protokol, so næmingarnir verða uppskrivaðir til hvønn undirvísingarblokk. Vit eru væl nøgd við uppmøtingina til netundirvísingina. Uppmøtingin liggur um 90 %, og innlating av skrivligum og munnligum avrikum liggur um 75-80%, so tað líkist nokk so nógv vanliga skúladegnum í so máta.

Nú er ikki so lætt at blíva burtur frá skúlanum ein dag, tí um vit ikki hava fingið fráboðan um sjúku ella aðra fráveru, og næmingurin ikki møtir til undirvísing, so skriva vit bara til  foreldrini, ella fáa onkran annan næming at ringja og vekja viðkomandi, so nú er ikki stórur møguleiki at forsova seg.

Vit síggja tó, at onkur næmingur av og á hevur loggað seg á og er skrivaður í protokollina, men so frætta vit als onki aftur frá viðkomandi. Tá hetta hendir, verður viðkomandi skrivaður sum “ikki møttur”, og vit siga foreldrunum frá.

Heldur tú, at næmingarnir hava fingið nakað burturúr síðstu vikurnar?

- Vit vóru sera trilvandi fyrstu vikurnar og ivaðust nógv, um tey fingu ov nógv fyri at gera, um tað var ov strævið o.s.v. Vit valdu tó skjótt at taka tey við upp á ráð og gjørdu eitt spurnablað til tey, har vit spurdu, hvat var gott, og hvat var minni gott, um tey høvdu fingið okkurt burturúr v.m.

Sum heild lótu tey væl at, men hildu, at tey høvdu fingið ov nógv skúlating (og tað høvdu tey helst rætt í).

Teir næmingar, sum hava avbjóðingar til dagligt í vanliga skúladegnum, hava tað uttan iva sera tungt í hesum døgum, men vit royna sum best at fáa øll við og tillaga uppgávurnar til næmingarnar.

Er nakað, tú hevur hug at leggja afturat?

- Vit í toyminum eru samdar um, at fyrireikingin og arbeiðið við fjarundirvísingini er nógv meira tíðarkrevjandi í mun til vanligu undirvísingina. T.d. tá undirvíst verður í krossskipan í støddfrøði hjá yngru flokkunum, so tekur tað nærum onga tíð at tekna og vísa krossskipanir á talvuni í skúlanum. Nú er neyðugt at gera allar uppgávurnar klárar á t.d. Active Inspire áðrenn, so klárt er at vísa á tí “deilda telduskerminum”, so til ber at “blaða fram” so hvørt, so næmingarnir kunnu fylgja við og síggja, hvar punktini og linjurnar eru. Men alt ber til.

Toymið handan 8.b. í Tvøroyrar skúla, Hildur, Alexandra, Winnie og Malla, sum vit síggja á myndini, gleðir seg at sleppa aftur til tann vanliga skúladagin.

Tekstur: Ragnhild Olsen


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.