Tíðindi

Høvuðsuppgávan at skapa limunum betri lønar- og arbeiðskor

Úr søgu Føroya Lærarafelags. 3. partur

17.03.2018

IV. Føroya Lærarafelag í 21. øld.

Eyðvitað er hetta at skapa limunum betri lønar- og arbeiðskor støðugt høvuðsendamál felagsins. Sum eina roynd at styrkja um henda táttin fór Lærarafelagið um 2010 at samstarva við onnur yrkisfeløg, ið umboða starvsfólk á almenna arbeiðsmarknaðinum, landi og kommunum. Feløgini í Fakfelagssamstarvinum eru umframt Føroya Lærarafelag, Starvsmannafelagið, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Føroya Pedagogfelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag og Akademikarafelag Føroya. Tilsamans umboða tey umleið 5.550 limir, og av teimum eru um 1000 úr Lærarafelagnum – av teimum um 700 í starvi.

Í formansfrágreiðingini til aðalfundin í Føroya Lærarafelag 2017 tekur formaðurin soleiðis til:

“Ein av størstu hóttanunum móti fólkaskúlanum er framvegis tepra játtanin. Hóast tað í játtanini til fólkaskúlan seinnu árini er lagt upp fyri lønarvøkstri og øktum pensjónsútreiðslum, so dregur fólkaskúlin framvegis eftirsleipið av niðurskurðunum, sum vóru framdir frá 2010 og nøkur ár fram.”

Víst kann eisini verða til, at frá 1. apríl 2007 til 1. oktobur 2009 minkaði reallønin, t.e. útgoldin løn í samanburði við prístalsgongd.

Borið saman við lønarlagið hjá fólkaskúlalærarum í hinum Norðurlondum, liggja føroyskir lærarar á einum miðalstigi. Men vert er at nevna, at tað ikki sæst aftur lønarliga, at læraraútbúgvingin nú er á bachelor-stigi, og heldur ikki hevur eydnast at vinna teimum betri lønarkor, sum hava tikið ískoytisútbúgving. Talan er her um limirnar í hesum sjey undirfeløgum Føroya Lærarafelags: KT-varðafelagið, AKT-felagið, Serlærarafelagið, Orðblindafelagið, Skúlavegleiðarafelagið, Skúlabókasavnsfelagið, Lesivegleiðarafelagið og Støddfrøðilærarafelagið.

Lærarafelagið hevur víst á, at tá nógv tann størsti parturin av játtanin hjá landinum til fólkaskúlan eru lønir, so gongur niðurskurður fyrst og fremst út yvir arbeiðsumstøðurnar hjá lærararunum. Teir undirvísa fleiri tímar av samlaðu arbeiðstíðini enn fyrr, og samstundis verður minni tíð til aðrar uppgávur, sum eru knýttar at undirvísingini og trivnaðinum hjá næmingunum. Úrslitið er, at størri ósamsvar verður ímillum krøvini, ið verða sett lærarunum í fólkaskúlanum, og so tilfeingið, ið verður tillutað at útinna arbeiðið.

Formaðurin segði á aðalfundinum í 2017, at

“Felagið fær í dag nógv fleiri fyrispurningar um arbeiðsviðurskifti, serliga um virksemisætlanina, enn áður. Nógvir lærarar ivast stórliga í, um samsvar er millum ásettu tíðina í virksemisætlanini og tað arbeiði, tey veruliga gera. Hetta elvir til ónøgd og í ringasta føri til mistrivnað. Sum kunnugt er trivnaðurin millum næmingar eins væl og millum lærarar av alstórum týdningi.”

Samanumtikið kann sigast, at nógv virksemi er í Føroya Lærarafelag.

Umframt fundarvirksemi hevur felagið nógv samskifti við limir. Nógvir fyrispurningar eru um arbeiðsviðurskifti og eftirløn.

Fleiri persónsmál eru eisini, m.a. orsakað av tvístøðum við næmingar ella foreldur, ósemjur við leiðsluna og ótryggleika í starvinum annars.

Felagið er javnan í sambandi við Mentamálaráðið og Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum.

Felagið er eisini umboðað í nevndum og arbeiðsbólkum og svarar hoyringarskrivum, tá ið lógir og kunngerðir, sum viðvíkja fólkaskúlanum og arbeiðsmarknaðinum annars, eru til viðgerðar í tinginum.

*

Sambært grein 11 í viðtøkum felagsins eru fimm limir í felagsnevndini. Umframt teir eru tveir tiltakslimir. Nevndarval fer fram eftir hesi skipan:

1. Formaðurin verður valdur triðja hvørt ár. Valskeiðið er trý ár, galdandi frá aðalfundinum í 2019.

2. Tveir nevndarlimir og tveir tiltakslimir verða valdir hvørt ár. Valskeiðið hjá nevndarlimum er tvey ár og tiltakslimum eitt ár.

3. Nývalda nevndin tekur við eina viku eftir valið.

Á skrivstovuni eru trý fólk í starvi: Formaðurin, ein skrivari og løgfrøðiligur ráðgevi, ið arbeiðir hálva tíð.

Bókadeildin, sum er deild undir Føroya Lærarafelag, er forlag, ið gevur út barna- og ungdómsbøkur. Harumframt gevur hon út barnablaðið Strok og Skúlablaðið, sum er málgagn Føroya Lærarafelags. Forlagið gevur út umleið 80 bøkur um árið.

At stjórna Bókadeildini velur Føroya Lærarafelag fimm manna nevnd. Dagligi leiðarin er skrivari í nevndini.

Á Bókadeildini arbeiða fýra fólk: Ein dagligur leiðari, ein ritstjóri, ein ritstjóri, sum eisini er blaðstjóri á Skúlablaðnum, eitt marknaðarfólk, sum umsitur Barnabókaklubban nakrar tímar um vikuna, umframt blaðstjórin á barnablaðnum Stroki og Píka7.

Stuðulsgrunnur lima Føroya Lærarafelags eigur Bókamiðsøluna P/F BMS, sum verður stýrd av eini nevnd valdari á aðalfundi.  Í henni eru fimm limir.

Endamálið við Pf. Bókamiðsøluni er at eiga og reka handils- og goymsluhøli, fáast við bókaútgávu og annað í hesum sambandi. BMS er millumliður millum føroysk forløg og bókasølur í Føroyum og uttanlands. Forløg lata BMS hóskandi nøgd av bókum, fløgum o.ø. á goymslu. BMS avgreiðir so bíleggingar frá bókahandlum, skúlum, stovnum o.ø.

Á Bókamiðsøluni arbeiða dagligur leiðari, eitt skrivstovufólk og eitt avgreiðslufólk.

Árni Dahl, lærari og rithøvundur, hevur skrivað.

Savnsmynd

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.