Tíðindi

Hvør kt-kós verður sett næmingunum í føroyska fólkaskúlanum?

Spyrt tú formanninum í KT-varðafelagnum er stutta svarið: Eingin!

11.11.2019

Í mong ár hevur nevndin í KT-varðafelagnum sett ynski fram um at verða við í kjakinum at betra kt-økið innan føroyska skúlan. Tíverri kann staðfestast, at higartil hevur Mentamálaráðið verið uppsteðgað og fullkomiliga uttan mið og mál – innan hetta økið. Seinasta drúgva útspælið er ein tilgongd til at spara kt-røkt og leggja hesar útreiðslur til kommunurnar.

KT-varðafelagið ynskir, at næmingar fáa møguleika at læra seg at taka kt inn, har kt er natúrligt. Fyri at hetta skal gerast ein møguleiki, mugu lærarar duga at taka kt fram sum natúrligt amboð í undirvísingini. Skal lærarin kenna seg tryggan at nýta kt í undirvísingini, er ein fortreyt, at kt-vørðurin á staðnum hevur útbúgving og kunnleika at vísa til ymsar møguleikar at taka kt inn.

Men! Skal kt verða atgeingiligt í undirvísingini, er ein treyt, at tøkniligi parturin verður røktur skynsamt.

Tí leggur KT-varðafelagið framvegis áherðslu á, at alneyðugt er at endurútbúgva og útbúgva kt-vørðir, at førleiki er í einstaka skúlanum, at røkja kt-amboð og at stuðla undir, at kt verður nýtt námsfrøðiliga.

Námsætlanirnar, ið vónandi verða endurskoðaðar í næstum, eiga at vísa á, hvørja kós Mentamálaráðið setir fyri kt, í hvørji einstakari lærugrein. Møguliga eigur kt harafturat at eiga sína egnu námsætlan (hetta var valt frá í námsætlanar-arbeiðinum).

Tá ið kósin verður sett, er hetta ein liður í, at vit kjakast um: Kós, útbúgving og arbeiðssetning!

Tí tað nyttar lítið at seta kós, um førleikar ikki eru at arbeiða við málsetninginum. Førleikarnir verða ov lítið mentir við skeiðum, tí er alneyðugt at útbúgva nýggjar kt-vørðir og endurútbúgva kt-vørðirnar, ið vórðu útbúnir í 2000 og 2002.

Harafturat má samanhangur verða millum kós/útbúgving og arbeiðssetning, har ein partur í arbeiðssetninginum má vera “røkt av kt”, tí flestu uppgávurnar eru “her og nú”, og tá er ikki nóg gott, at undirvísingin steðgar upp og trupulleikin ikki verður loystur, fyrr enn privat fyritøka hevur stundir at møta á skúlanum.

KT-varðafelagið hevur lagt fram uppskot til arbeiðsbýtið, og nevndin er fús at møta at kjakast um hvørja kós ynskilig er at seta fyri kt í fólkaskúlanum. Men vit vilja eisini kjakast um fortreytirnar fyri at halda kósina og menna økið!

 

Við kt-kvøðu

Jákup av Skarði, formaður


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.