Tíðindi

Hví súkkla gentur sjáldnari í skúla enn dreingir?

Tað er komið óvart á granskarar, at tað er so stórur munur á gentum og dreingjum.

14.03.2024

Umleið helmingurin av næmingunum á ungdómsskúlunum í Akershus, Buskerud og Østfold í Noregi súkkla ella ganga í skúla. Tað vísir ein nýggj kanning, sum norska heimasíðan, forskning.no hevur umrøtt áður. Kanningin vísir eisini, at tað er stórur munur á gentum og dreingjum. Dreingir súkkla nógv oftari enn gentur. Hví er tað soleiðis?

Granskararnir bilsnir

Um summarið súkkla 30 prosent av dreingjunum og bara 11 prosent av gentunum í skúla. Granskararnir eru ovfarnir av, at tað eru so stórir munir.

– Vit vita tíverri lítið um, hví tað er soleiðis, sigur Ingunn Opheim Ellis. Hon er granskari við Transportøkonomisk institutt og ein av granskarunum, sum hevur gjørt kanningina. Kanska tað hevur okkurt at gera við skúlavegin? Gransking, sum áður er gjørd, vísir nevniliga, at børn og ung hugsa um skúlavegin – um hann er góður, tryggur, stuttur ella langur. Sama er galdandi fyri tey, sum ganga í skúla.

Gentur eru meiri upptiknar av farleiðini

So hvat við teimum, sum súkkla? Granskararnir vita frá fyrr, at súkklubreytir, sum eru væl skipaðar og tryggar, hava meiri at siga fyri vaksnar kvinnur enn fyri vaksnar menn.

– Og tað sama kann hugsast at galda fyri ungdóm, sigur Ellis.  

Dreingir súkkla eisini, hóast súkklufarleiðin er vánalig, men genturnar lata vera, sigur Ellis. Hon heldur eisini, at skrivaðar og óskrivaðar reglur fyri, hvat góður atburður er kann hava nakað at siga. Er tað til dømis ikki líka kul hjá gentum at súkkla sum hjá dreingjum? Í so fall, hví?

Granskararnir vita ikki enn fyri vist, hví gentur súkkla so nógv minni enn dreingir. Tí vilja teir granska meiri í mununum.

Eitt mál um at fáa so nógv sum til ber at súkkla

Tað at børn og ung súkkla í skúla í staðin fyri at verða koyrd, er gott fyri umhvørvið. Ein súkkla dálkar sjálvandi nógv minni enn ein bilur, eisini elbilur. Tí vilja bæði politikarar og granskarar, at fleiri skulu súkkla í skúla og har tey annars skulu.

Ingunn Ellis, granskari, heldur, at tað ber til at fáa nógv fleiri at súkkla í skúla. Ti mugu gentur byrja at súkkla oftari, og ungfólk mugu sum heild eisini súkkla meiri um veturin.

Færri verða koyrd

Eitt, sum kanningin vísti, var, at bara sjey prosent av ungfólkunum vóru koyrd í skúla. Tað kom óvart á granskararnar – at so fá verða koyrd. Tí eldri kanningar hava víst, at børn í barnaskúlanum ofta verða koyrd í skúla av foreldrum sínum.

Alt tað, sum granskararnir vita um súkkling, ganging og koyring í skúla hjá ungfólki í Noregi  byggir á eina stóra spurnakanning. 16.000 ungfólk tóku lut.

Kelda: forskning.no


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.