Tíðindi

Hví missa børn, sum áður hava tímað at lesa, hugin at lesa?

Og hví hava børn í miðdeildini ikki nøktandi lesiførleikar, sum eru fortreytin fyri, at tey fáa hug at lesa?

17.10.2023

Hetta eru spurningar, sum nógvir lærarar seta sær. Emmy S. Joensen, ráðgevi í almennari námsfrøði á Námi, tók fyri tveimum árum síðan saman við starvsfeløgum og lesivegleiðarum stig til verkætlanina Kom og les, sum í høvuðsheitum er fyri næmingar í miðdeildini. Endamálið við Kom og les er miðvíst at betra og menna lesingina og kveikja hugin hjá næmingum at lesa, og sostatt at fyribyrgja, at næmingar koma í mótbrekkuna í miðdeildini, har teir ikki megna at lesa tað, sum lærugreinirnar krevja av teimum.

- Tað er sera álvarsamt, at hugburðurin til lesing er so vánaligur millum næmingar, og at børn lesa so lítið, sum lesivanakanningarnar vísa á, tí tá ið tú kemur í miðdeildina, kemur tú í eina fakliga mótbrekku. Skalt tú megna hesa mótbrekkuna, krevst lesiførleiki og lesifimi, sum er fortreyt fyri at kunna lesa og fylgja við í øllum lærugreinum, sigur Emmy S. Joensen.

Verkætlanin Kom og les byggir í høvuðsheitum á bókina Flydende læsning i praksis eftir Gertrud Brandt, sum Pálin Olsen, lesivegleiðari, hevur týtt til føroyskt. Gertrud Brandt er lærari og lesivegleiðari við nógvum royndum, og í Danmark eru góðar royndir av arbeiðshátti hennara. Hon leggur stóran dent á, at skulu næmingarnir uppliva alt tað góða og spennandi, sum tað at lesa bókmentir gevur teimum, krevst, at tey duga rímiliga væl at lesa og áhaldandi menna og betra lesførið.

- Skal tað eydnast, mugu vit í undirvísingini stremba eftir at fáa lesiupplivingina og teknisku førleikarnar í lesingini at ganga hond í hond. Tá ið vit tosa um lesing, og hvussu umráðandi tað er at lesa, verður ofta lagt dent á gagnvirðið av at lesa heldur enn tær góðu upplivingarnar, tú fært av at lesa. Eg undirmeti ikki gagnvirðið og týdningin, lesing hevur, men skulu vit fáa næmingar at hava hug at lesa, mugu vit leggja dent á upplivingina av at lesa – alt tað góða, tú kanst fáa burtur úr at sita við eini bók og lesa bara fyri søguna.

Alt er tó treytað av hvørjum øðrum og í eini ringrás, tí skulu vit kveikja áhugan og hugin hjá næmingum at lesa, slepst ikki undan at leggja upp fyri fortreytunum hjá næmingum at lesa, og tað er lesiførleikar sum heild.

- Dugir tú illa at lesa, hevur tú ikki nóg góða lesiferð, og so ávirkar tað sjálvandi hugin at lesa. Fyrr var sagt, at næmingar skuldu duga at lesa raðið í triðja flokki. Í dag verður sagt, at næmingurin í triðja flokki framvegis er í ferð við at mennast sum lesari, og hann kann enn stríðast við at avkoda. Tí mugu vit bakka eitt sindur og leggja orku í at styrkja næmingarnar at vera áhaldandi í tilgongdini fyri at mennast sum lesarar.

Les alla greinina í Skúlablað nr 4, 2023


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.