Tíðindi

Hvussu talv kann styrkja undirvísingina í fólkaskúlanum?

Jesper Bergmark Hall er formaður í útbúgvingarnevndini hjá evropeisku talvsamgonguni, og í døgunum 4.-8. apríl var hann gestur hjá Talvsambandi Føroya. Í tí sambandi hitti hann lærarar í fólkaskúlanum og umboð fyri Nám, og tosað varð um, hvussu talv kann styrkja um undirvísingini í fólkaskúlanum.

24.06.2022

Mangir leikir eru í longum talvi, sigur orðatakið. Og tað er rætt, heldur Jesper Bergmark Hall úr Svøríki, sum hevur gjørt tað til sítt livibreyð og fremsta endamál at fáa børn í Evropa og víða um heim at kenna seg sum meira enn eina finnu.

Til at røkka hesum endamáli er talvborðið vorðið sjálv ímyndin. Ikki fyri sína egnu skuld, men sum amboð og miðil, ið megnar at skapa sosiala sameining (integratión), góðan trivnað og karmar fyri læring og menning av kognitivum førleikum.

Jesper Bergmark Hall hevur eina fortíð sum telvari á hægsta stigi. Hann var fastur fúsur á svenska talvlandsliðnum í nøkur ár og var eisini meistari og stórmeistari. Hall er ikki útbúgvin lærari, men hevur drúgvar royndir við frálæru í talvi. Í mong ár hevur hann staðið á odda fyri menningini av ungum og evnaríkum telvarum í Svøríki og í Noregi. Til dømis hevur víðagitni stór- og heimsmeistarin, Magnus Carlsen, eitt skifti verið undir veingjabreiði Halls. Og tað sigur ikki so lítið.

Men eyðmjúki sviin, ið tosar norskt, sum var tað hansara móðurmál, er ikki komin til Føroya at tosa um stórar heimsmeistarar, ið sóla sær í sukursøtum sigursrúsi á ovastu rók. Tvørturímóti. Hann er komin higar at veita føroyingum íblástur til, hvussu talv kann røkka øllum næmingum í fólkaskúlanum, eisini teimum á lægstu rókum. Teimum fakliga veiku og teimum, ið bera kenslu av at vera uttan fyri felagsskapin og ikki hoyra til. Teimum, ið skúlin stundum kann kennast sum ein marra og møtimikil uppgáva í gerandisdegnum.

- Endamálið er at lata heimin upp fyri hesum næmingum, so teir menna sosialar førleikar og evnini at læra og hugsa sjálvstøðugar tankar. Á tann hátt kunnu vit stimbra sjálvsvirðið og sjálvsálitið hjá barninum og næminginum, sigur Jesper Bergmark Hall.

Talv hevur sínar eyðsýndu dygdir og møguleikar sum amboð í undirvísingini í fólkaskúlanum, heldur Jesper Bergmark Hall.

Talv er ógvuliga lætt og ómakaleyst at handfara, og tað kostar lítið og einki at útflýggja eitt talvborð við svørtum og hvítum fólki. Í øðrum lagi er tað skjótt og lætt at læra sjálva mannagongdina, og í triðja lagi kunnu øll vera við uttan mun til kyn, aldur og etniskan uppruna. Talv sameinar heldur enn skilir sundur, og tí er tað ikki av tilvild, at talv verður kallað eitt heimsmál. Tá telvað verður, tosa øll sama mál, og øll eru í sama báti. Allur heimurin telvar á sama hátt.

Møguleikarnir eru tí munandi fleiri enn forðingarnar. Og tað er við hesum í huga, at grundarsteinurin er lagdur undir hugsjónina um talv sum amboð og miðil fyri sosialari sameining í skúlahøpi.

Jesper Bergmark Hall hevur í meira enn 15 ár ment og snikkað ymisk uppskot og ætlanir til, hvussu talv ítøkiliga kann nýtast í hesum arbeiði, so fleiri skulu kenna seg virðismett og sum týdningarmiklan part av felagsskapinum í skúlanum. Fleiri ítøkilig uppskot eru roynd í verki, og úrslitini hava verið avbera góð, sigur hann.

Les alla greinina í Skúlablað nr 3, 2022.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.