Tíðindi

Hvussu roynist akkerslæraraskipanin í verki?

Nógvar óskrivaðar reglur eru í einum skúla. Tí er akkerslæraraskipanin ógvuliga hent hjá nýútbúna læraranum

06.11.2019

Seinastu gott og væl trý árini hevur akkerslæraraskipan verið í gildi í fólkaskúlanum. Henda semjan hevur við sær, at hvør einasti nýútbúni lærari, sum fer í starv í fólkaskúlanum, hevur eitt kontaktfólk knýtt at sær, t.e. ein akkerslærara, at stuðla sær og veita neyðugu hjálpina fyrstu tíðina.

Uppgávan hjá akkerslæraranum er at veita tí nýútbúna læraranum neyðugu hjálpina við skúlaársbyrjan og at kunna hann um tað, ið er viðkomandi, soleiðis at hann fótar sær væl í starvinum.

- Tað fer so nógv fram hvønn dag í skúlanum, at tað er neyðugt, at tann nýggi lærarin hevur ein, sum hann altíð kann venda sær til at ráðføra seg. Tað er týdningarmikið, at akkerslærarin arbeiðir í toyminum, har tann nýútbúni lærarin eisini arbeiðir, ella í hvussu so er nær við nýútbúna læraran. Í einum skúla, sum hevur fleiri eindir, nyttar lítið, um akkerslærarin arbeiðir í eini aðrari eind enn tann nýútbúni. Vit arbeiða bæði í sama flokki. Tað hevði ikki givið so nógva meining, um vit ikki arbeiddu í nánd av hvørjum øðrum og ikki vóru saman um nakað, sigur Birita D. Olsen, akkerslærari í Skúlanum á Fløtum.

Allan Tungá, sum fekk prógv sum lærari í 2016, heldur, at tað er øgiliga gott at hava onkran, sum hann altíð kann heita á, tí tað er so nógv, sum er undirskilt í einum skúla, “soleiðis hava vit altíð gjørt her á skúlanum”.

- Tað er so lætt bara at ganga út frá, at tá ein lærari fær boð um ymiskt, so veit hann, hvussu hann eigur at gera, og hvussu ymsu mannagongdirnar eru. Tá man hevur verið lærari leingi, so hugsar man ikki um, at tað kundi verið gjørt øðrvísi. Tá ið tosað verður um, hvørji viðurskifti eru neyðug hjá einum nýútbúnum lærara at fáa at vita, kundi tað t.d. verið: “hetta er síðsti skúladagur …, tá næmingarnir skulu kasta bomm, so koma teir inn í stovurnar …, skulu vit út …, skulu vit øll syrgja fyri, at …”. Tað, ið eisini verður rópt óskrivaðar reglur.

Les alla greinina í Skúlablað nr 5, 2019

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.