Tíðindi

Hvussu ofta og hvussu nógv lesa børn?

Í dag verður stór kanning av lesivanunum hjá næmingum í 4., 6. og 9. flokki almannakunngjørd; kanningin er gjørd í tíðarskeiðinum november 2017-januar 2018.

23.04.2018

Spurt verður eitt nú:

* Hvussu ofta og hvussu nógv lesa børn í frítíðini?
* Hvat lesa tey?
* Á hvørjum máli lesa tey?
* Í hvørjum miðlum lesa tey og hvat?
* Er munur á lesivanum á ymsu aldurs- og floksstigunum?

Endamálið við kanningini er at fáa at vita, um okkara børn og ung lesa í nóg stóran mun, so gróðrarbotnur er fyri, at teirra málførleiki mennist. Skúlafólk hava í áravís varskógvað, at málførleikin hjá børnum og ungum í skúlaskipanini er viknandi. Vit hoyra nógvar pástandir í tí almenna rúminum um lesivanar hjá børnum og ungum, men vit hava manglað eina nýggja, skipaða kanning, sum í tølum kann vísa okkum, hvussu støðan er nú og her. Meiri vitan gevur eitt betri grundarlag at taka umhugsaðar avgerðir.

Í kanningini verður eisini spurt um frítíðar- og miðlavanar, hvat tey gera í frítíðini, hvussu nógva tíð tey eru á talgildu miðlunum, hvussu nógvar bøkur tey eiga heima, hvussu ofta tey læna bøkur á bókasavni, hvussu ofta tey brúka ensk orð í samskifti við onnur, hvør hjálpir teimum við skúlatingum, hvussu tey trívast í skúlanum og mangt annað áhugavert.

Tað eru Lydia Didriksen, námslektari á Námsvísindadeildini, Sissal M. Rasmussen, Ph.D.-lesandi, Marjun Ziskason, ritstjóri á Námi, og Turið Kjølbro, ritstjóri á Bókadeild Føroya Lærarafelags, ið hava tikið stig til kanningina; Mentamálaráðið, Føroya Lærarafelag, Starvsmannafelagið, Landsbókasavnið, Býarbókasavnið í Havn og Bókasavnið við Løkin hava fíggjað. Greiningarfyritøkan Lóður hevur staðið fyri at savna inn dátu og greina úrslitini.

Mynd: Birgir Kruse

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.