Tíðindi

Hvussu duga næmingar í 9. flokki at seta ð?

18,9 % settu øll ð-ini á tað grammatiskt rætta staðið; ð-villurnar snúgva seg í flestum førum um, at næmingar tykjast vera í villareiði, nær navnorð enda við ð ella ikki enda við ð

18.01.2022

Í triðju greinini í vísindaligu viðgerðini, Skriviførleikin undir luppinum, sum er viðgerð av 95 próvtøkustílum frá næmingum í 9. flokki í mai í 2017, verða serlig fyribrigdi viðvíkjandi orðaflokkum greinað og lýst.

Í hesum bólkinum varð kannað, hvussu næmingarnir megna at seta ð, um teir benda navnorðini, um teir megna at benda orðini grammatiskt rætt, og um bland er í hvør- og hvønnfalli í sambandi við grundorð og ávirki. Eisini varð kannað, um felagsnøvn vórðu skrivað við stórum, og um samansett orð vórðu skrivað saman ella sundur.

Tá ið talan er um navnorðini settu 18,9 % øll ð-ini á tað grammatiskt rætta staðið, meðan 81,1 % ikki megnaðu at seta ð-ini á rætta staðið. Dømi

 “… eitt kent lig í fótbóltið …”
 “… rúsdrekka er nokk tað stórstað problemi ímillum ung ..."                                                        

Dømini vísa, at 1) ð verður sett í kallkynsorð í hvørjumfalli (í fótbólt). Einki føroyskt navnorð samsvarar við lig, og ein kundi hildið, at orðið eitt lið hevur sterkt minnismagn, tí orðið sæst og hoyrist dagliga í samband við fótbólt. Hugsandi er kanska, at minnismyndin kemur í bland við heitið liga innan fótbólt. 2) Vit síggja navnorðið (problemi), ið er hvørkikynsorð, standa sum kjarnuorð í umsagnarliði til grundorð, og sum stendur í hvørfalli, og tískil eigur at enda við ð.

ð-villurnar snúgva seg í flestum førum um, at næmingar tykjast vera í villareiði, nær navnorð enda við ð ella ikki enda við ð.

Navnorð; óbend ella skeivt bend

22,2 % av næmingunum benda navnorð púra rætt, meðan 77,8 % hava trupulleikar við bendingunum. Dømi:

“… maðurin fór at vitja konuni …”
“… tey fara at svara fráboðanina skjótt …”
“… dóttirin fór frá sín mann …”

Í 1) sæst, at bland er millum hvørjumfall (konuni) og hvønnfall (konuna), sum navnorðið átti at staðið í. Í 2) sæst navnorðið standa í hvønnfalli (fráboðanina) í staðin fyri hvørjumfalli (fráboðanini). Í 3) sæst dømi um eina navnaheild í einum fyrisagnarliði. Navnaheildin  stendur í hvønnfalli, tó at hon grammatiskt eigur at standa hvørjumfalli, tí fyrisetingin frá stýrir hvørjumfalli.

Bland sæst eisini ímillum hvør- og hvønnfall; tó í minni mun. Tað vil siga, at grundorðið verður sett í hvønnfall; dømi: “… so elsta døttur smakkaði sær á …” . Hetta kemur fyri í 12,2 % av avrikunum. Somuleiðis er bland millum hvønn- og hvørfall. Tað vil siga, at ávirkið verður skrivað í hvørfall; dømi: “… fekk hann ikki tankarnir frá tí …”. Tað kemur fyri í 20 % av avrikunum, og tað merkir, at fimti hvør næmingur blandar hesi føllini.

Tvey onnur fyribrigdi, ið eru í fleiri stílum: óbend navnorð og bland av kyni

Annað fyribrigdið 1) snýr seg um óbend navnorð; einans stovnurin av orðinum verður skrivaður; t.d. fólk (fleirtal í hvørjumfalli; -um manglar), arbeið (eintal hvørjumfall; -num manglar), pápi (hvørfall bundið; -in) og kona (hvørfall bundið; -an).

Hitt fyribrigdið 2) er bland ímillum kynini; t.d. rúsdrekkan (skrivað sum kvennkyn), Sosialurin (sum kvennkyn), søgan (sum kallkyn) og bann (sum kvennkyn), innihaldi (sum kvennkyn) og teksturin (sum kvennkyn). Blandið sæst, tí persónsfornavn, ið verður sett inn fyri navnorðið, stendur í skeivum kyni. Serliga kvennkyn verður nýtt bæði fyri kallkyns- og hvørkikynsorð.

Felagsnøvn skrivað við stórum stavi og samansett navnorð skrivað í tveimum

Í 82,2 % av stílunum verða øll felagsnøvn skrivað við lítlum, men í 17,8 % síggjast vanlig felagsnøvn skrivað við stórum. Tað svarar til í nærum 5. hvørjum stíli. Sum dømi kunnu nevnast, at í fleiri førum verður Føroyingum skrivað, sama við Føroyskum, Oktobur og Novembur. Ivaleyst er talan um enska ávirkan.

Í 52,2 % av stílunum eru øll samansett navnorð skrivað saman, men í 47,8 % av teimum eru fleiri samansett orð ikki skrivað saman. Sjáldan er bert talan um einstakt orð, ið ikki er samanskrivað. Dømi eru bil vanlukkan, frá boðan, spæli maskinur og hita pottar. Eisini her er ivaleyst talan um ávirkan úr enskum.

Hendan kanningin av skriviførleikanum hjá næmingum í endanum av 9. flokki byggir á 95 av teimum 653 próvtøkustílunum, ið vórðu skrivaðir kring landið í mai í 2017. 1. partur um kanningina var í Skúlablaðnum, nr. 4, ið kom út í august 2021, og viðgjørdi hesin í høvuðsheitum uppgávuorðingarnar og svarini. 2. partur, sum stóð í undanfarna Skúlablaði, nr. 5 frá oktober 2021, greinaði og lýsti førleikan hjá næmingum at byggja og skipa setningar.

Les alla greinina í Skúlablað nr 6, 2021. Framhald verður í næsta blaði, ið kemur út í februar 2022. Tá verða fyrisetingar, kongruensur, ávirkan úr enskum og donskum, umframt etymologisk stavseting viðgjørd.

Lydia Didriksen er fólkaskúlalærari og skúlabókavørður, hevur B.A. og M.A. í føroyskum, og seinastu árini hevur hon verið námslektari í føroyskum á Námsvísindadeildini.

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.