Tíðindi

Hvat vilja vit við undirvísingini í bókmentum í skúlanum?

Vit eru á vandakós, um undirvísingin í bókmentum verður skerd til eittans at vera ætlað at geva næmingum amboð í læringini av øðrum, teir skulu duga, vísir nýggj kanning.

30.10.2020

Tríggir granskarar hava kannað, hvat næmingar lesa, og hvussu bókmentir verða brúktar í skúlum í Noregi.

– Nógv verður gjørt við at hugsavna seg um tað, sum næmingarnir skriva sjálvir í tímunum, har tað verður lisið og tosað um bókmentir, sigur Ida Lodding Gabrielsen.

– Tað sær út sum, at leikluturin hjá bókmentum sum heild verður ógvuliga lítil, og at hann fær minni pláss í móðurmálsundirvísingini, sigur hon.

Kanningin byggir á upptøkur, sum eru gjørdar í 47 skúlastovum í 8. flokki í skúlum kring alt Noreg. Tað er Instituttið fyri læraraútbúgving og skúlagransking við Universitetið í Oslo, sum saman við Marte Blikstad-Balas, professara, og Michael Tengberg frá Karlstads universiteti, ið hava staðið fyri kanningini.

Granskararnir hava býtt undirvísingina í bókmentum upp í fýra partar; í kanningini komu teir eftir nøkrum siðvenjum, sum ganga aftur alla staðni:

Undirvísing um bókmentaslag og bókmentaligir virknaðarmiðlar

Individuell innantannalesing

Munnligar ella skrivligar framløgur av bókum

Samrøður í skúlastovuni um bókmentir

Tað, sum var mest vanligt flestu staðni, var, at lærarin tosaði um, hvat eyðkendi bókmentaslagið, og hvat var brúkt í ávísu bókini at røkka tí, ið varð ætlað.

At næmingarnir sjálvir sita og lesa innantanna var einasta høvið hjá næmingunum at lesa heilar skaldsøgur. Hetta gav teimum møguleika at lesa longri bøkur, men ikki til at kjakast um tað, teir hava lisið. Tá ið næmingarnir skuldu leggja fram eina bók, teir høvdu lisið, løgdu teir størri dent á serligan framløguteknikk, heldur enn bókina, teir høvdu lisið.

Samrøður um bókmentir var lítið av. Granskararnir taka nevniliga samrøður millum næmingar og lærarar um bókmentir fram sum sera umráðandi, tí tær geva rúm fyri lesing og at tosa um bókmentir á ein hátt, sum kann virka við til eina djypri fatan av tekstinum. Í tímunum, har lærari og næmingar tosaðu um bókmentir, fingu tekstirnir, sum vóru á skránni, eitt serligt pláss, tí tá var dentur lagdur á bæði form og innihald. Men hetta kom bara fyri í 8 út av 72 tímum.

Hátturin, sum næmingarnir lesa og brúka bókmentir, snýr seg í høvuðsheitum um at finna, kenna aftur og læra eyðkenni um bókmentaslagið, og tá stendur eginvirðið, sum bókmentir hava eftir og fær nærum einki pláss. Eyðkenni fyri bókmentaslagið eru vanliga eyðkenni fyri sama slag av tekstum, sum til dømis, at tað í stuttsøgum eru færri persónar.

– Í nógvum tímum kundi tað, sum næmingarnir lósu, verða skift út við alt slag av teksti innan sama bókmentaslag, uttan at undirvísingin, kjakið ella uppgávurnar vóru broyttar, sigur Gabrielsen.

Kelda: forskning.no


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.