Tíðindi

Hvat skapar arbeiðsgleði?

Ein nýggj kanning gevur okkum greiðar ábendingar um, hvat tað er, sum ger okkum glað og nøgd á arbeiðsplássinum.

13.10.2023

Flennir tú saman við starvsfeløgunum? Duga tit væl at vera saman og stuttleika tykkum? Heldur tú, at arbeiðið gevur meining fyri onnur? Mennist tú? Verður tú virðismett ella virðismettur?

Svarar tú játtandi til flestu av hesum spurningunum, er góður møguleiki fyri, at tú ert millum teirra, sum gleða seg at fara til arbeiðis. Tú hevur arbeiðsgleði.

Rune Bjerke, professari, vísir á, at tað at uppliva arbeiðsgleði ikki bara snýr seg um positivar kenslur. Upplivingin fremur eisini góða heilsu.

– Vit vita frá fyrr, at stuttlig sambond, har nógvur látur er, hava sera góða ávirkan á orkuna í gerandisdegnum og sálarheilsuna. Látur framleiðir endorfinur, sum geva kensluna av vælveru og minka um strongdarhormonið kortisol, sigur hann.

Um leiðarar og starvsfólk gerast meiri tilvitað um týdningin av arbeiðsgleði, og hvat fremur arbeiðsgleði – og hvørjar kenslur arbeiðsgleði útloysir – fara helst fleiri at verða verandi í arbeiðnum. Sálarheilsa er í dag týðandi orsøk til sjúkrafráveru.

Felagsskapurin týdning

Tað, sum Bjerke og starvsfelagi hansara, Sindre Olafsrud, hava funnið fram til í kanningini, er nýliga almannakunngjørt. Báðir granskararnir hava funnið tvær keldur til tað, sum skapar arbeiðsgleði:

Samstarva um at røkka málum
Stuttlig sambond
Meining fyri meg og teg
Sjálvræði
Menning
Viðurkenning

– Í hesum keldunum sígga vit eitt «eg» og eitt «vit». Tað snýr seg um møguleikarnar at mennast í yrkinum, at hava ávirkan á tað, sum tú gert til arbeiðis, og viðurkenning fyri tað, tú gert. Men tað hevur líka so stóran týdning at uppliva felagsskapin sum góðan, at sambandið millum starvsfelagarnar er stuttligt og gevur orku, sigur Bjerke.

Hann heldur, at vit eiga at byrja við at tosa um “eg” og “vit”, har skipanin í fyritøkuni “vit” fevnir tí einstaka.

Tað er í øllum førum soleiðis, sum starvsfólk fata tað. Tí tey flestu halda helst ikki, at sjálvræði, menning og viðurkenning eru nóg mikið fyri at skapa arbeiðsgleði, um tey kenna seg uttanfyri. Hetta “vit”, sum granskararnir tosa um, snýr seg eisini um, at arbeiðið gevur meining fyri onnur, og at kenslan at vera við til at geva burðardygga virðisøking til arbeiðsplássið og samfelagið sum heild, sigur hann. 

Fegnast um úrslit

Fyri Bjerke eru úrslitini í sjálvum sær góð kelda til gleði til arbeiðið, hann ger. Hann var sera glaður fyri at síggja, hvussu nógv tær seks keldurnar hava at siga fyri kenslurnar at fara glað ella glaður til arbeiðis, til innara frið og kensluna at vera leys ella leysur av strongd. 

– Tað, sum vit hava funnið út av, er við til at menna hvønn einstakan og gevur meining fyri onnur og teg, men fyri meg persónliga hevur samstarvið við starvsfelagan Sindre Olafsrud um hesa verkætlanina havt nógv at siga, sigur hann.

Arbeiðsgleði – hvat er tað?

Í øllum bókmentum um arbeiðsgleði er fyribrigdið lýst og allýst ymiskt. Millum annað er tað tongt at nøgdsemi, eldhuga og kensluligt tilknýti til arbeiðsplássið.

– Tá ið vit gjørdu spurnablaðið, var útgangsstøðið, at vit skuldu grava djypri og øðrvísi, nevniliga leita eftir keldum til arbeiðsgleði og kenslum, sum verða útloystar í tí sambandi, sigur Bjerke.

800 fólk hava svarað spurnablaði í kanningini.

Kelda: forskning.no


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.