Tíðindi

Hvat fyri vísindi vísir Emil Ludvigsen á?

Viðmerkingar til fyrilestur á kveikingardegnum hjá SSP, har Emil Ludvigsen hevði framløgu um, hvat foreldur og fakpersónar eiga at vita um talgildar felagsskapir og gaming. Gitte Klein, lærari og sálarfrøðingur, skrivar

20.03.2024

Hin 2. februar 2024 luttók eg saman við fleiri enn 250 øðrum fakfólkum á kveikingardegnum, sum SSP skipaði fyri.

Eg var serliga áhugað í framløguni hjá Emil Ludvigsen, ið hevði heitið: Hvat eiga foreldur og fakpersónar at vita um talgildar felagsskapir og gaming? Á heimasíðu teirra skrivar SSP: Í netbornu framløguni legði Emil Ludvigsen dent á, at foreldur eiga at vísa áhuga og læra seg at kenna net-lívið, ið børnini ferðast í, bæði í spæli og í samskifti. Tó at vaksin onkuntíð skilja skíggjanýtslu sum tíðarspill, er partur í skíggjanýtslu eisini ein máti hjá fleiri børnum og ungum, at menna ymiskar førleikar.

Emil Ludvigsen nam við, at yvirskriftirnar í miðlunum um alt tað ræðuliga børn og ung uppliva á netinum, er kompliserað, hvør skal siga, at tað er ikki so galið allíkavæl, og hetta ávirkar helst ikki børnini so nógv, sum yvirskriftirnar leggja upp til. 

Í støðginum, sum var eftir framløgu hansara, sat mann eftir við kensluni av, at hetta allarhelst var besta lýsingin fyri tøknirisarnar í nýggjari tíð, tí undir yvirskriftini: Vísund, statistik og data kom hann til fylgjandi niðurstøður:

· Tú verður ikki bundin at telduspølum

· Tú verður ikki harðrendur av telduspølum 

· Tú verður ikki asosialur av telduspølum

· Tú verður ikki býttur av telduspølum

· Tú verður ikki ov tjúkkur av telduspølum 

· Tú verður ikki ólukkuligur av telduspølum.

Men hvat var tað fyri vísindi, statistikk og dátur, sum Emil Ludvigsen vísti til? Tað setti eg mær fyri at kanna. Í fyrstu atløgu kom hann til omanfyri nevndu niðurstøðu við støði í trimum greinum. Hesar greinirnar viðgjørdu sambandið millum telduspøl og ávikavist bundinskap, harðskap og sosialar førleikar. Eingin grein viðgjørdi evnini: býttleika, yvirvekt ella at vera ólukkuligur, og tí fari eg ikki at gera viðmerkingar til hesi uppáhald í fyrstu atløgu. Greinin, hvørs endamál var at sannføra áhoyrararnar um, at mann ikki verður bundin at telduspølum, var ein grein, har nakrir granskarar funnust at diagnosuni: Gaming disorder/bundinskapur at spølum, sum WHO annars hevur góðkent, og sum stendur í flokkingarmanualinum ICD-11 saman við øðrum diagnosum eitt nú ótta og tunglyndi. Bundinskapur at spølum er eyðmerktur við: at ein persónur raðfestir telduspøl ella spøl í veruleikanum hægri enn flestu aðrir aktivitetir. Persónurin hevur niðursett tamarhald yvir, nær og hvussu nógv hann spælir, og spælið heldur á, hóast tað hevur negativar fylgjur fyri hann

Við øðrum orðum, vit hava eina diagnosu, sum staðfestir, at mann verður bundin at telduspølum, men av tí at Emil hevur lisið eina grein um, at onkur setur spurnartekn við diagnosuna, kemur hann til niðurstøðuna, at mann ikki verður bundin at telduspølum. Hetta svarar til, at eg skrivi eina grein í kvøld um, at eg ikki eri samd við diagnosuni diabetis, og við støði í hesum kanst tú í morgin konkludera, at diabetis ikki er til … Algoritmurnar í spølum, appum og sosialum miðlum byggja á atferðardesign, hvørs endamál er at taka tíð og uppmerksemi frá okkum, tað er; tær eru gjørdar soleiðis, at vit verða bundin at talgilda pallinum.

Annað uppáhald hansara var, at mann ikki verður harðrendur av telduspølum. Longu í ár 2000 komu seks tey størstu sálarfrøði- og psykiatrifeløgini í USA við eini felagsniðurstøðu, sum tey bygdu á fleiri enn 1000 vísindaligar kanningar, ið høvdu kannað sambandið millum harðskap í miðlum og harðrenda atferð hjá børnum og ungum. Niðurstøðan var: Harðskapur í miðlum er ein risikofaktorur fyri harðrenda atferð hjá børnum og ungum[1].

Her er partur av tekstinum á enskum: At this time, well over 1000 studies - including reports from the Surgeon General's office, the National Institute of Mental Health, and numerous studies conducted by leading figures within our medical and public health organizations - our own members - point overwhelmingly to a causal connection between media violence and aggressive behavior in some children. The conclusion of the public health community, based on over 30 years of research, is that viewing entertainment violence can lead to increases in aggressive attitudes, values and behavior, particularly in children. Its effects are measurable and long-lasting. Moreover, prolonged viewing of media violence can lead to emotional desensitization toward violence in real life. 

Altso sálarfrøði- og psykiatri feløgini í USA byggja sína niðurstøðu á fleiri enn 1000 kanningar. Harumframt staðfesta fleiri eftirfylgjandi meta-greinir tað sama. Emil Ludvigsen vísir til eina grein – hvørjum skulu vit trúgva?

Triðja uppáhaldið var, at mann ikki verður asosialur av at spæla telduspøl. Eisini her vísti hann til eina grein, men tá ið eg nærlas greinina var niðurstøðan: Results revealed that greater social competence at both 8 and 10 years predicted less gaming 2 years later and that more age -10 gaming predicted less social competence at age 12 but only among girls2. 

Hetta merkir, at tann greinin, hann brúkti fyri at vísa okkum á, at mann ikki verður asosialur av at spæla telduspøl, faktiskt vísti samband millum telduspøl og sosialar førleikar seinni hjá gentum – altso júst tað øvuta av tí, sum hann borðreiddi við.

Ikki kann sigast annað enn, at framløgan hjá Emil Ludvigsen var sera villeiðandi, og hóast rámandi yvirskrift: Videnskab, statisktik og data, var vísindin ógvuliga avmarkað.

Emil Ludvigsen verður lýstur sum cand.it í ‘IT, læring og organisatorisk omstilling’ við serfrøði í Spil, læring og design thinking og Interaktionsdesign.[3] Fakliga bakgrundin er sostatt IT og eftir at hava leitað á Google, dugi eg ikki at síggja, at hann hevur nakra fakliga barnarelateraða bakgrund. 

Flest øll vita, at happing og aðrar óhepnar støður hava flutt seg út á talgildu pallarnar. Tað er har, børn síggja og uppliva ting, sum als ikki gagna teimum. SSP hevur sambært sínari heimasíðu til endamáls at: savna, samskipa og fremja felags fyriskipanir, sum skulu fyribyrgja kriminaliteti og skaðandi atburði millum børn og ung, og SSP er, mær vitandi, einasti almenni myndugleiki, ið hevur til uppgávu at kunna um og fyribyrgja, tá ið tað ræður um netið, og tí eri eg ikki sørt bilsin um, at tey skipa fyri eini framløgu, sum er so illa undirbygd vísindaliga, og sum er sera villeiðandi. Henda villeiðandi kunningin kann gera óbótaligan skaða, tí fólk tóktust fara frá framløguni við tí sannføring, at vit als ikki nýtast at stúra um tíðina, børn okkara brúka á talgildum pallum. Vit skulu bara vísa áhuga fyri talgilda lívinum, so gongur alt helst. Men tá ið eitt barn fyrst er vorðið traumatiserað av innihaldi, sum tað hevur sæð ella upplivað á netinum, tá er ov seint… 

[1) Joint Statement on the Impact of Entertainment Violence on Children. Congressional Public Health Summit https://images.procon.org/wp-content/uploads/sites/36/jointstatement.pdf

[2] Time Spent Gaming and Social Competence in Children: Reciprocal Effects Across Childhood - Beate W Hygen 1, Jay Belsky 2, Frode Stenseng 3, Vera Skalicka 3, Marianne N Kvande 3, Tonje Zahl-Thanem 1, Lars Wichstrøm 3

[3] https://cfdp.dk/medarbejdere/emil-ludvigsen/

Gitte Klein, lærari og sálarfrøðingur

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.