Bloggur

Hvar gyllir dukkan bláa?

Lydia Didriksen, lærari, skúlabókavørður og undirvísari á Fróðskaparsetri Føroya, bloggar

12.10.2022

Tað var tann tíð, tá tað varð dúgliga sungið í skúlunum kring landið. Serliga var tað í málfakunum, í kristni- og sangtímunum.

Nógv var gjørt burturúr at læra næmingarnar sangir úr t.d. Sangbók til skúlabrúks, har ið Hans A. Djurhuus og aðrir av okkara navnframu yrkjarum áttu meginpartin av tekstunum. Føroya Fólks var eisini nógv brúkt. Sama er at siga um sálmabókina. Í skúlabókunum var somuleiðis hópin av sangum, sálmum, vísum og kvæðum at finna. Tilfarið var ríkt og gott, og nógv varð sungið.

Skúladagurin byrjaði við felags morgunsangi, og onkur gávaður lærari sang fyri og spældi undir. Nógvir lærarar høvdu vakra rødd og vóru musikalskt gávaðir. Morgunsangurin savnaði næmingarnar, og var sum so ein felags byrjan upp á dagin, áðrenn farið var út í flokkarnar. Úti í flokkunum var sungið fleiri ferðir ígjøgnum dagin, og dagurin endaði við einum sálmi.

Børn lærdu sangirnar sum frá leið, og nógv munnu hava havt og hava hesar sangir sum førning ígjøgnum alt lívið. Ert tú á stevnu, og felagssangur er, ella í eini veitslu, ella til eina jarðarferð, ella kanska á eini kvøldsetu, har tað verður sungið, so eru tað mong, ið syngja sangir og sálmar frá skúlatíðini uttanat, hóast mong ár eru runnin, síðan tey lærdu teir. Minnismagnið vísir seg at vera sterkt.

Sálmar og sangir eru mentanararvur okkara eins og kvæðamentanin. Hesin arvur er ígjøgnum tíðina borin frá ættarliði til ættarlið. Vit kenna frásagnir um felags sang í samband við arbeiðið, t. d. tá farið varð burtur ella til útróðrar, ella tá ið gingið varð langar teinar, og á kvøldsetum, tá ullin var í miðdeplinum. Tá var eisini ofta kvøðið. Einki er at ivast í, at tað styrkir felagskensluna og samanhaldið at syngja og dansa í felag, og at tað leggur lunnar undir samleika okkara sum eitt fólk og ein tjóð.

Venda vit aftur til næmingar og sangin innan skúlagátt, so er vert at minnast til fagurfrøðiliga innihaldið í okkara sangskatti. Tá ið børnini eru yngri, hoyrist ofta, hvussu tey spæla við orð og skapa rím og ramsur. Og tað bæði sæst og hoyrist, hvussu stóra fragd tey kenna í orðaspælinum. Ramsurnar og rímini eru ofta stuttlig og margháttlig. Tey hava typiskt eina stigjavna og týðiliga rútmu; og rímini sita væl og liggja væl í munninum.

Tá ið hesi børnini gerast skúlanæmingar og fara til morgunsang dagliga og syngja í tímunum, tá møta tey yrkingum, ið rúma einum hugtakandi og stundum gandakendum heimi. Hugsa bara um tey níggju ørindini í yrkingini um kongaríkið í Bábylon (1915). Ella hugsa um vøkru og lívsjáttandi yrkingina eftir Símun av Skarði “Nú skínur sólin bjarta og gyllir fjøll og líð,...”(1907), ið fleiri ættarlið av føroyingum hava sungið til morgunsang.

Henda sangskattin eiga vit í felag. Hann er okkara gull. Hetta hava okkara frægu høvundar latið ligið eftir seg. Hesar yrkingarnar fáa børnini at undrast og vísa teimum veg inn í ókendar heimar ígjøgnum ríkar orðamyndir.

Í sálmunum og sangunum møtir barnið kanska fyri fyrstu ferð, hvussu orð kunnu verða sett saman og skapa nýggja meining. Tey varnast, hvussu ljóð kunnu krøkja seg í hvørt annað og syngja saman og skapa eina serstaka rútmu. Tí er hesin skaldskapurin so týdningarmikil í okkara skúladegi enn í dag.

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.