Bloggur

Hurl um burl

Lydia Didriksen, fólkaskúlalærari /skúlabókavørður og B.A. og M.A. í føroyskum bókmentum og máli, bloggar

12.04.2023

Vit vóru tríggjar konur, sum hittust av tilvild eitt kvøldið í februar í ár. Vit vóru á veg heim til Føroya úr útlondum. Tað gekk ikki long tíð, áðrenn prát tók seg upp okkara millum. Tann yngsta av okkum; ein ung kona (ella genta), ivaleyst síðst í 20-unum havi eg roknað meg fram til, fortaldi, at hon skuldi til Føroya at vitja ommu sína.

Hon var flutt til Danmarkar sum smágenta saman við mammu síni, tá ið fíggjarkreppan var av tí ringasta í heimbygdini í níti árunum. Hvørki hon ella mamman vóru fluttar heim aftur; tískil hevði hon ikki búð í Føroyum tey síðstu 20 árini. Mamman og hon høvdu tosað føroyskt sínámillum øll hesi árini. Hon hevði vitjað aftur, tá ið omman hevði ráð at spandera ein ferðaseðil; og tað var eisini tí, at hon var á veg heim hesa ferð.

Tað var týðiligt, at hon hugsaði seg um, áðrenn hon tosaði, tí hon tøvdi eitt vet, áðrenn hon segði eitthvørt ella svaraði. Tað kundi bent á, at hon ikki brúkti føroyskt regluliga í gerandisdegnum. Einki hoyrdist á tónalagnum, at hon var farin úr Føroyum sum barn og ikki hevði búð í oyggjunum tey síðstu mongu árini. Eingi skeiv føll ella kyn vóru í talustreyminum.

Hin konan, ið sat saman við okkum, fortaldi so, at hon hevði nýliga verið hjá lækna. Í læknaviðtaluni var ein danskur lækni sum avloysari. Hesin læknin hevði verið so fegin um, at hon, ið var nakað til aldurs, dugdi at tosa danskt. Hann hevði fingið at vita, áðrenn hann fór til Føroya, at allir føroyingar dugdu væl danskt, og tí hevði hann væntað, at tað fór at verða lætt at samskifta við viðskiftafólk í læknaviðtaluni.

Men soleiðis var tað als ikki. Tað var bara tað eldra fólkið, ið vildi samskifta á donskum. Tey yngru søgdu seg ikki duga nóg væl danskt, og tí vildu tey ikki tosa tað. Tey dugdu bara enskt, og tað vildu tey fegin tosa. Sjálvur var hesin avloysarin óvanur við enskt sum arbeiðsmál í síni viðtalu. Hann segði, at tað var sera trupult hjá sær at fáa greiðu á, hví hesi ungu vóru komin til hansara, tí tey orðaðu seg so óneyvt á enskum og høvdu ilt við at greiða frá, hvat bagdi. Hon hevði so sagt læknanum, at enskt var vorðið so vanligt ímillum tey ungu ígjøgnum teldur og telefonir. Hann hevði so spurt, um føroysk børn ikki lærdu danskt í skúlunum, og tað váttaði hon.

Henda sama konan hevði so fortalt læknanum tað, sum hon eisini fortaldi okkum, at hon var so mikið tilkomin, at hon dugdi væl danskt, men hon hevði ongantíð lært nakað serligt av enskum. Men nú var tað vorðið soleiðis, at hon noyddist at tosa enskt á sínum arbeiðsplássi; einum arbeiðsplássi, sum hon hevði arbeitt á í mong ár. Útlendska arbeiðsmegin, ið var í meiriluta á arbeiðsplássinum, skilti ikki føroyskt; tí hevði hon einki val. Enskt var vorðið høvuðsmál á hennara arbeiðsplássi, tí noyddist hon at tosa enskt til arbeiðis.

Tað ringasta var tað, segði hon, at hon skammaðist so at tosa enskt á sínum arbeiðsplássi, tí hon visti fullvæl, at hon megnaði ikki at tosa enskt lýtaleyst. Hetta bronglaða málið, sum hon royndi at fáa onnur at skilja, gjørdi, at hon føldi seg býtta. Hon skammaðist, at føroyingar hoyrdu hennara enska. Hon sá, at summi høvdu hug at smíla, tá ið hon royndi at siga tað, sum hon vildi. Men hon hevði einki val. Hon noyddist at arbeiða fyri at fáa mat í munnin.

Málsliga broytingin, ið henda konan greiddi frá, sást týðiliga í bæði kvantitativu og kvalitativu lesivanakanningini. Í fyrru kanningini (2017-18) kom fram, at ein ógvuslig broyting fór fram frá 4. flokki til 9. flokki, tá ið um mál ræður. Í 4. flokki søgdu 29% seg lesa ofta ella sera ofta á enskum. Í 9. flokki í somu kanning søgdu heili 79% seg lesa ofta ella sera ofta á enskum í frítíðini. Dreingir lósu meiri á enskum enn gentur. Í kvalitativu kanningini frá 2020-22 siga næmingar í 6. flokki, at tey lesa ikki danskar bøkur, tí tey megna tað ikki; tey duga snøgt sagt ikki nóg væl danskt til at lesa bøkur.

Í morgun gekk eg fram við trimum 2. floks dreingjum, ið stóðu og tosaðu. Tann eini greiddi frá, og hinir báðir lurtaðu og spurdu. Eg mátti steðga á, tí hoyrdi eg rætt? Jú, sanniliga, allir tríggir tosaðu á enskum. Ikki blandmál millum føroyskt og enskt. Teir samskiftu á reinum enskum máli. So má eg spyrja, hvussu ber tað til, at átta ára gamlir føroyskir dreingir brúka enskt sum samskiftismál? Hví halda teir seg duga betur enskt enn føroyskt? Hvussu ber tað til?

Eg haldi, at tíðin er komin, at okkara myndugleikar gníggja svøvnin úr eygunum og taka ábyrgd. Neyðugt er at orða ein málpolitikk, sum peikar inn í framtíðina og tekur málførleika í álvara.  


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.