Tíðindi

Hugburðurin til PISA má broytast

- Mín vón er at fáa lærarar á tal, soleiðis at teir taka kanningar í skúlanum, eitt nú PISA, í størri álvara, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður við skúlamálum

26.10.2020

Tað er ikki at taka munnin ov fullan at siga, at vit í Føroyum ikki taka líka væl ímóti kanningum, sum gjørt verður uttanlands. Vit hava lyndi til at seta spurnartekin við, hvørt tað er skilagott at gera kanningar, og so tá ið úrslitið av eini kanning fyriliggur, so seta vit spurnartekin við tað. Hetta kann hava tær avleiðingar við sær, at tey, sum skulu taka lut í kanningunum, eitt nú næmingar í fólkaskúlanum, ikki eru fyrireikað at gera sítt besta. Landsstýrismaðurin við skúlamálum heldur, at vit eiga at venda hesum hugburðinum.

- Mín vón er at fáa lærarar á tal, soleiðis at teir taka kanningar í skúlanum, eitt nú PISA, í størri álvara. Lærarar mugu fyrireika næmingar betur mentalt til at taka lut í PISA, soleiðis at hugburðurin at flenna at PISA og ikki taka kanningina í álvara hvørvur. Kanska hevur hetta okkurt við lyndið hjá føroyingum at gera, at vit seta spurnartekin við kanningar og gransking, í staðin fyri at lurta og taka til okkum. Hevur tað nakað at gera við, at eingin skal koma at siga okkum, hvussu vit eru, og hvat vit duga? Vit eiga at gera eitt átak áðrenn næstu PISA-kanning, soleiðis at bæði næmingar og lærarar taka kanningina í álvara, sigur Jenis av Rana.

Í samrøðu við Skúlablaðið sigur Erla Olsen, dekanur á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum, at orsøkin til, at mong hava lyndi til at seta spurnartekn við úrslit av kanningum kanska kemst av, at vit ikki kunna nóg væl um háttaløgini, sum vit brúka, og hetta eiga vit at bøta um.

- Helst brynja vit ikki nóg væl tey lesandi og harvið lærararnar, sum fara út í fólkaskúlan, út til háttaløg, soleiðis at tey kenna fortreytirnar, tá ið tey síggja ella lesa eina kanning. Vita tey ikki, hvussu kanningin verður gjørd, so er so lætt at seta spurningar og sáa iva, um hon er álítandi. Vit royna alla tíðina at gera tað betur, og eg eri sannførd um, at framstig verða gjørd, men tað tekur tíð, áðrenn tey, sum læra háttaløg í kanningum á Námsvísindadeildini, eru so mikið nógv í tali, at rákið vendir og slær ígjøgnum. Skelkurin eftir PISA-undankanningina fyri so mongum árum síðani hevur ikki rættiliga lagt seg enn. Tað er harmiligt, at fólkaskúlin ikki tekur ímóti PISA-kanningunum og lesur kanningarnar fyri tað, tær eru. Tað er so harmiligt, at lærarar kenna seg hongdar út í kanningunum, tí tað er jú ikki tann einstaki skúlin ella næmingurin, sum er undir luppinum, men øll skipanin.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.