Tíðindi

Hevur tykkara skúli eitt boð uppá, hvør skal vinna Veðurlagsvirðislønina?

Umsóknarfreistin er 14. apríl 2021, og virðislønin verður handað á aðalfundi Føroya Lærarafelags 8. mai.

09.04.2021

Vinnarin av Veðurlagsvirðisløn Føroya Lærarafelags er ein skúli, ið hevur skarað framúr í arbeiðinum at geva børnum og ungum áhuga fyri og innlit í veðurlagsavbjóðingar og loysnir á veðurlagsavbjóðingum.

Tín skúli kann eisini søkja.

Ungdómurin gongur á odda fyri broytingum kring heimin. Lærarafelagið vil, at føroyski skúlin í størri mun eggjar børnum og ungum at arbeiða við veðurlags- og umhvørvisavbjóðingum. So at børn og ung fáa øktan áhuga í at finna loysnir.

Hvør kann søkja?

Allir fólkaskúlar og frískúlar, sum hava virkað fyri burðardygd og arbeitt við veðurlagsavbjóðingum, kunnu søkja um Veðurlagsvirðisløn Føroya Lærarafelags. Tað kann vera allur skúlin, ein deild, ein flokkur ella ein bólkur, ið hevur arbeitt við evninum.

Krøv til umsøkjarar

Virðislønin verður latin skúla, ið hevur lokið minst eitt av hesum krøvum:

· Skarað framúr í arbeiðinum við útbúgving í burðardyggari menning.

· Verið virkin í arbeiði at økja tilvitanina um, hvussu veðurlagsavbjóðingar kunnu loysast. Eitt nú við staðbundnum loysnum innan orkunýtslu, burturkast, nýtslu, keyp og flutning.

· Fingið burðardygga menning við í arbeiðið ella undirvísingina á skúlanum.

Virðislønin

Vinnarin fær eitt heiðursbræv og har afturat 25.000 krónur. Peningurin skal í mestan mun fara til at arbeiða víðari við veðurlagsavbjóðingum.

Les meiri um virðislønina: http://skulabladid.fo/veðurlagsvirðisløn-1


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.