Tíðindi

Hevur talgildingin oyðilagt evnini hjá okkum at lesa langt og leingi?

Granskarar kjakast um, hvat hendir við venjingini hjá okkum at lesa langan tekst; semja er um, at tað ber til at venja evnini at hugsavna seg.

01.03.2024

Nógv eru stúrin um evnini hjá okkum at lesa langan tekst. Fara vit at gevast við at tosa saman og í staðin fyri at samskifta gjøgnum ein talgildan miðil? Hevur nógva kunningin, vit alla tíðina fáa, gjørt evnini hjá okkum at døma verri? Og at enda: hevur talgildingin oyðilagt evnini hjá okkum at lesa langt og leingi?

Norska heimasíðan forskning.no hevur sett Anne Mangen, granskara í lesing, og Lin Sørensen, professara í sálarfrøði, nakrar spurningar.

Liðugt við at lesa langar tekstir?

Í einum máli, sum er almannakunngjørt á heimasíðuni forskning.no fyrr í ár, vil Ivar Bråten, professari við Instituttið fyri námsfrøði á Universitetinum í Oslo, vera við, at “tað kann vera, at vit síggja endan av tí, ið kenna sum at lesa langt og leingi”. https://www.forskning.no/boker-partner-pedagogikk/har-langlesing-blitt-ekstremsport/2149500

Espen Ytreberg og Arne Johan Vetlesen, ið báðir eru professarar við tilknýti Universitetið í Oslo, søgdu fyrr í ár í innileggi í ávikavist Morgenbladet og Klassekampen, at lesandi í dag vantar evnini at lesa langar, samansettar tekstir.

Men hvat sigur granskingin? Eru vit vorðin verri fyri at lesa enn áður? Og hevur tað í grundini so stóran týdning at kunna hugsavna seg uttan at gerast burturhugað, soleiðis at vit skilja tað, sum vit lesa?

Støðug menning

Við jøvnum millumbilum verða lesiførleikarnir hjá næmingum kannaðir í PISA. Hetta eru næmingar, sum eru umleið 15 ára gamlir. Víst verður ofta á úrslitini av kanningini, sum var gjørd í 2018, tá ið talan er um kjakið um talgilding og lesiførleikar.

Í einum samandrátti av úrslitunum av PISA-kanningunum frá 2008 til 2018 kemur fram, at lesiførleikarnir hjá norskum næmingum hava verið í støðugari menning í hesum tíðarskeiðnum. Miðal fyri næmingarnar altjóða er tó versnað. Tey, sum hava skrivað samandráttin, vísa á, at næmingar í Noregi hava støðugt sera góðar førleikar, tá ið talan er um at lesa í einum tíðarskeiði, tá ið samfelagið og tekstmentanin hava verið ígjøgnum stórar broytingar.

Minni frítíðarlesing

Samandrátturin av PISA-kanningunum vísir, at lesivanarnir og hugburðurin hjá norskum næmingum til lesing eru broytt. Næmingarnir lesa minni í frítíðini enn teir gjørdu í 2000, og teir lesa sjáldnari langar tekstir. Um somu tíð er lesing á internetinum vaksin. Tað kemur fram í kanningunum, at næmingar, sum kjatta við aðrar næmingar fleiri ferðir um dagin, klára seg betur í lesiroyndini enn aðrir næmingar. Sama er galdandi fyri tey, sum oftari enn onnur leita eftir upplýsingum á netinum ella lesa avísir á netinum.

Samansett avbjóðing

Anne Mangen er granskari í lesing og professari við Universitetið í Stavanger. Hon hevur granskað í, hvussu nógv miðilin hevur at siga fyri lesifatan, og hvønn mun tað ger at lesa á pappíri og skíggja. Til spurningin, hvørt tað er gransking, sum vísir, at støðan er versnað hesum viðvíkjandi, so sigur Mangen, at tað er tongt at, hvussu vit máta lesing.

– PISA-úrslitini eru ein ábending, tá ið tað snýr seg um tey fimtan ára gomlu, og úrslitini frá 2018 vísa eina afturgongd í lesing samanborið við 2015. Vit mugu minnast til, at PISA er bara ein máti at máta lesiførleikar – og lesivanar. Tað eru so nógv viðurskifti við lesing, sum ikki verða “fangað” í eini slíkari kanning, sum til dømis úthaldni í lesing og evnini at lesa langar og samansettar tekstir, sigur hon við forskning.no.

Tað eru í staðin aðrar mátingar, sum kunnu siga okkum, at støðan er versnað, og at vit duga verri at lesa, eitt nú royndir frá lærarum, professarum og okkum sjálvum.

– Tá ið vit lesa stutt brot her og har og í nógv minni mun venja at sita við einum og sama teksti í longri tíð, hevur tað ávirkan. Næmingar, tannáringar og vaksin siga sjálv frá, at tey lesa færri bøkur og færri langar tekstir. Lærarar siga tað eisini, sigur Mangen. 

Hon sigur, at evnini at lesa langar, samanhangandi og meiri kompleksar tekstir eru ein samansett avbjóðing.

– Eitt er munurin á at lesa langar og samansettar tekstir á pappíri og skíggja, men eisini hetta við at verða avbrotin og burturhugaður hevur nakað at siga. Alt við miðlalandslagnum er broytt munandi eftir stuttari tíð. Vit skulu megna at taka ímóti og meta um eina ørgrynnu av upplýsingum og kunning og tekstum til eina og hvørja tíð, og alt er tøkt alla tíðina, sigur hon.

Mangen sigur, at hesar broytingarnar gera seg serliga galdandi, tá ið talan er um at lesa langar tekstir.

Lesing av longum tekstum undir trýsti

Mangen hevur saman við Ståle Wiig, sosialantropologi við Universitetið í Oslo, nýliga gjørt eitt lesieksperiment. Ein bólkur av lesandi skuldi sita stillur og lesa í einum rúmi í fimm tíðar uttan at hava atgongd til telefon. Mangen heldur, at slík djýpdarlesingarseminar kunnu vera eitt átak at bøta um evnini hjá teimum lesandi at hugsavna seg, tá ið talan er um langlesing. Hon sigur, at meiri tíð eigur at verða sett av til at lesa langar tekstir í skúlanum, í minst við tí í huga, at tað verður lisið minni í frítíðini.

– Foreldur lesa helst minni fyri børnum sínum, kanska tí tey sjálv eisini lesa minni. Tí eiga skúlar og hægri lærustovnar at seta meiri tíð av tí hetta, sigur hon.

Mangen heldur eisini, at tað at lesa langt og leingi eigur at fara fram á pappíri.

– Eg sigi ikki, at vit aldri eiga at brúka skíggja til at lesa, men mann eigur at miðja ímóti eini javnvág, soleiðis at pappír verður brúkt, tá ið tað gevur best meining, og skíggi somuleiðis, tá ið hann gevur best meining, tá ið talan er um slag av teksti, endamál og so framvegis. Tað hevur týdning at hava í huga, at slagið av venjing, sum tú fært av at lesa samanhangandi tekstir á pappíri, hevur týdning fyri lesingina á talgildu pallunum, men tað øvuta ger seg ikki galdandi, sigur hon.

Mangen sigur, at tá ið lesingin verður talgild, minkar lesingin av longum og samansettum tekstum. Vit fáa minni venjing at lesa longri tekstir, tí nógv lesing fer fram á snildfonini.

– Snildfonin er lítil og riggar ikki væl til at lesa langar og samansettar akademiskar tekstir, og so hjálpir tað ikki, at tú mangan verður avbrotin og burturhugaður at brúka júst tann miðilin. Lesing er jú multisensorisk og ikki nakað, sum tú bara brúkar eyguni og heilan til, sigur hon.

Væntanir uttanífrá

Mong okkara hugsa, at tað er umráðandi at vera hugsavnaður/hugsavnað, tá ið vit lesa, men hvat meina vit í grundini við, tá ið vit tosa um hugsavnan? Lin Sørensen, professari í sálarfrøði, sigur, at fyribrigdið kann hava ymiskar merkingar á ymiskum yrkismáli. Tí er vanligt at tosa um uppmerksemi heldur enn hugsavnan.

– Tá ið vit tosa um, hvørt onkur klárar betur at hugsavna seg enn onkur annar, so snýr tað seg meiri um tað, sum onkur uttanífrá væntar av okkum. Tað, at tú klárar at laga teg til tað, sum lærarar, foreldur og starvsfelagar vænta av tær, sigur Sørensen.

– Tað, sum er avbjóðandi, er hetta at kunna stýra hugsavnanini. Tað er nógv einfaldari at hugsavna seg um tað, sum tú hevur hug at gera.

Negativt fokus

Lin Sørensen sigur, at kjakið á nýtsluni av fartelefonum og appum er vorðið ov negativt, og tað er ikki gott.

– Tað er er nærum vorðið soleiðis, at tað er ómoralskt at brúka app. Vit skulu heldur lesa bøkur – og neyðars ungfólk í dag, hvussu skal tað ganga teimum?

Sørensen heldur, at tað fer at ganga teimum ungu í dag væl væl.

– Broytingar henda alla tíðina. Nýtt kemur, ymiskt positivt hendir, men tað, sum hendir, kann eisini geva avbjóðingar.

Samanber lesing og venjing

Hevur talgildingini gjørt, at vit hava fingið verri evni at hugsavna okkum? Tað heldur Sørensen ikki.

– Eg granski ikki í hesum, men eg kann siga út frá tí, sum eg granski í, at var tað soleiðis, at hugsavningarevnini versnaðu, so høvdu vit sæð, at lesandi fóru at klára seg verri í skúlanum.

Sørensen heldur í staðin, at vit gerast meiri burturhugað av øðrum enn áður. Hon samanber tað at fara inn í ein tekst, serliga í sambandi við lesnað ella annað, sum ein ikki er motiveraður við at venja.

– Tað er tungt at koma í gongd – á sama hátt sum tað er tungt at koma út ígjøgnum hurðina, tá ið tú skalt venja.

Ber til at venja hugsavnan

Samanberingin millum lesing og venjing letur upp fyri spurningum um, hvørt tað ber til at venja evnini at hugsavna seg. Sørensen greiðir frá, at tað ber væl til at venja hugsavnan.

– Í granskingarbókmentum verður kjakast um, at bara tað at vit ganga í skúla kann verða roknað sum eitt slag av venjing í uppmerksemi. Vit fáa venjing í at virka í samfelagnum.

Hvørt evnini hjá okkum at hugsavna okkum verða mett at vera góð ella vánalig fer at hava ávirkan á væntanirnar, sum eru í samfelagnum.

– Og tað er greitt, at vit hava høg krøv til okkum sjálv, tá ið talan er um hugsavnan. Tey flestu hava langar útbúgvingar, og nógv arbeiði eru vitanargrundað og krevja hugsavnan, sigur hon.  

Eiga vit at royna at hugsavna okkum uttan at verða avbrotin?

Sørensen heldur, at tað er ein púra vanligur partur av lívinum at verða avbrotin ella burturhugaður, og at tað er ikki vanligt at gera tungt arbeiði, sum tað at lesa granskingargreinir ella skriva frágreiðingar er, uttan at gerast burturhugaður.

– So leingi, tú megnar at hugsavna teg vanligt, megnar tú at fara aftur í arbeiðið, sum tú ert í gongd við, uttan at verða burturhugað, sigur hon.

Sørensen heldur, at tað, sum hevur størst týdning, er, at tú fært tað við, sum tú eigur at fáa við. Hon leggur aftrat, at tað at velja upplýsingar út, sum hava týdning, eisini er ein partur av hugsavnan.

– Tað er neyðturviliga ikki soleiðis, at tú skal vita alt, sum stendur í eini granskingargrein.

Sørensen undirstrikar, at hon ikki kann byggja hetta á gransking, men hon sigur kortini, at hon heldur ikki, at vit megna verri at hugsavna okkum í skúlanum og frítíðini, hóast tað kennist lættari at hyggja at einum filmi ella skrolla á sosialu miðlunum enn at lesa eina bók í frítíðini.

Ongin orsøk at stúra

Hevur talgildingin oyðilagt evnini hjá okkum at lesa langt og leingi? Tað sýnist sum, at tey, sum granska í hesum, ikki eru heilt á einum máli.

PISA-kanningarnar vísa, at ung lesa minni í frítíðini. Kortini eru lesiførleikarnir støðugir. Tað kann koma av, at vit lesa á annan hátt enn vit hava gjørt – til dømis at nógv lesa nógv tíðindi á netinum heldur enn á pappíri.

Vit hoyra, at tað er verri at hugsavna seg at lesa langar tekstir, men tað, at vit halda lesing er trupul, merkir ikki, at vit ikki fáa innihaldið við í tí, vit lesa.

Granskarar eru bjartskygdir. Bæði Anne Mangen, granskari í lesing, og Lin Sørensen, professari í sálarfrøði, eru samdar um, at tað ber til at venja hugsavnan. Trotið av gransking á hesum økinum vísir um somu tíð ein tørv á meiri gransking í tí at lesa langt og leingi í hesi tíðini, har tað talgilda ræður.

Kelda: forskning.no


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.