Tíðindi

Hesin uppalingarhátturin virkar

Ein ávísur máti at vera vaksin vísir seg at rigga betur enn aðrir í uppalingini av børnum og ungum. Og hann riggar líka væl hjá foreldrum sum hjá starvsfólkum í barnagørðum og skúlum.

30.12.2021

Varmi og forstáilsi saman við týðiligum krøvum og væntanum verður á yrkismáli kallað tann autoritativi vaksinleikluturin. Tað er hesin, sum heilt greitt hevur bestu ávirkanina á menningina hjá børnum og ungum. Tað er galdandi fyri foreldur eins og tey, ið arbeiða í barnagarði og skúla.

– Flestu okkara halda, at tað er krevjandi og trupult at uppala børn og ung, og nógv okkara sakna nakrar leiðreglur. Eg havi í míni tíð ikki sæð nakað, sum riggar betur enn hetta ástøðið, og tað riggar líka væl í námsfrøðiligum høpi, sigur Pål Roland. 

Roland er granskari við Læringsmiljøsenteret á Universitetinum í Stavanger. Ástøðið, hann vísir til, hevur Diana Baumrind, sálarfrøðingur, ment. Tað tekur útgangsstøði í nøkrum, sum snýr seg um foreldraleiklutin, men er síðan tikið inn í námsfrøðiligar samanhangir so sum barnagarðar og skúlar.

Líka umráðandi allan uppvøksturin

Longu í sjeytiárunum legði Baumrind fram tesu sína um atferðarmynstur hjá foreldrum. Hon býtti foreldraatferð í fýra bólkar: autoritativ, autoriter, eftirgevandi og forsømandi.

Í dag eru tað tey autoritativu prinsippini, sum eru hildin at vera fyrimyndin, vit skulu miða ímóti.

Í bókini eftir Pål Rolands, Den autoritative voksenrollen i barnehage og skole, greiðir hann frá, hvat liggur undir hesum leiklutinum; hann byggir tað á gransking, hann hevur gjørt síðstu árini.

– Eitt, ið eyðkennir autoritativ vaksin, er, at tey leggja seg eftir at hava góðar, fjálgar relasjónir, sum tey alla tíðina røkta og halda við líka. Um somu tíð seta tey krøv, sigur hann.

Krøvini kunnu snúgva seg um atferð, væntanir til uppgávur, sum skulu gerast, ella eitt ella annað, foreldrini vilja hava børnini at læra. Roland greiðir frá, at ástøðið snýr seg um øðrumegin varma og at byggja relasjónir og hinumegin at seta mørk og krøv til onnur. Hetta riggar best, tá ið foreldur fáa hetta at virka saman. Báðar síðurnar kunnu verða stýrdar av nøkrum prinsippum:

– Mørk eiga at verða sett við virðing, og tey eiga at verða grundað. Krøv verða sett alt eftir, hvussu gamalt barnið er. Barnið skal hava ávirkan á tað, sum verður avtalað. Tað eru nøkur av týdningarmestu prinsippunum í ástøðinum, sigur Roland.

Ongar skjótar loysnir

Granskarin ger greitt, at tað eru eingi «quick fix» við autorativa vaksinleiklutinum. Tað er hvørki tos um fasittsvar ellar einfaldar loysnir. Styrkin og loyndarmálið liggja í prinsippunum, sum ástøðið verður stýrt sambært og teimum tveimum dimensjónunum varma og væntanum, sum sleppa at virka saman í eina tíð.

Gransking vísir, at børn, sum vaksa upp við autoritativum foreldrum, eru meiri sjálvstøðug og hava betri sjálvsálit. Tey møta heiminum á ein positivan hátt og eru meiri motiverað í tí, tey takast við, antin tað er skúla ella frítíðarítriv. Roland heldur, at eftirsum at heim og skúla toga í somu ætt, er tað nógv, sum bendir á, at børn og ung eru undir positivari ávirkan, tá ið talan er um týdningarmikil øki í lívinum.

Tann autoritativi vaksinleikluturin megnar at hava eina javnvág millum góðar relasjónir og at seta krøv.

– Vit kunnu siga, at ein autoritativur vaksin liggur ovarlaga, tá ið talan er um varma og krøv, sigur Roland.

Í hinum endanum er tann autoriteri vaksni. Her er lítil varmi at finna. Hinvegin eru nógv krøv. Tann eftirgevandi vaksni hevur nógvan varma, men fá krøv.

Styrkja sosialu førleikarnar

Roland sigur, at nýggj gransking vísir, at børn fáa betri fortreytir at læra, tá pedagogurin er autoritativur. Meiri álvarsamt er tað, sum gransking sigur okkum um sambandið millum happing í skúla og barnagarð og so vaksinleiklutin. Fleiri av málunum um happing vísa, at tann autoritativi vaksni ikki hevur verið til staðar.

Gransking vísir eisini, at eftirgevandi vaksin kunnu gera, at happingarmál draga út í tíð. Í autoritativum umhvørvum er tað ikki bara soleiðis, at negativar gerðir og avbjóðandi atferð minka. Tær verða eisini fyribyrgdar. Samstundis verður sosiali førleikin í bólkinum styrktur.

– Tey bæði elementini virka væl saman yvir tíð og hava stóra positiva ávirkan á bólkar í barnagarði og skúla, vísir Roland á. Hann sigur, at skúlar og barnagarðar, sum arbeiða miðvíst við at taka autoritativa vaksnaleiklutin í nýtslu sum ein ein natúrligan part hjá einstaka læraranum ella starvsfólkahópinum sum heild, kunnu vísa á positivar upplivingar í menningini av trivnaði og í bólka- og floksleiðsluni.

Uppskriftin til autorativa leiðslustílin er at byggja góðar relasjónir og samstundis seta krøv. Tað ljóðar einfalt og lætt, men er tað so lætt?  

– At skilja ástøðið, sum liggur til grund fyri hesa fatanina, er lætt hjá teimum flestu; tað er lætt at skilja, men at megna at vera og gera sambært ástøðinum er hinvegin eitt lívlangt prosjekt. Tað skal venjast og arbeiðast gjøgnum langa tíð, sigur Roland.

Tað trupla er at finna út av, hvussu tú finnur javnvágina millum at byggja relasjónir og seta mørk, og hvussu tú gert hetta í praksis.

Avgerandi at gera íløgur í relasjónir

Granskarin sigur, at arbeiðir tú í bólkum við børnum ella skúlaflokkum, sum kunnu vera avbjóðandi, kunnu krøvini, sum verða sett bólkinum, verða økt. Tá er skjótt at enda í autoritera leiklutinum sum vaksin.

– Tá ið vit sum vaksin kenna okkum noydd at seta størri krøv, er tað sera umráðandi, at vit samstundis skrúva upp fyri varmanum og relasjónunum, undirstrikar hann.

Roland nevnir hetta at koma í posisjón, tí vit tola meiri frá teimum vit kenna og hava álit á. Tú tekur øðrvísi ímóti krøvum og væntanum, tá tær koma frá fólki, tú hevur góðar relasjónir við.

Banking time er fyribrigdi, granskarin nýtir. Roland sigur, at hann hevur tikið tað frá Robert C. Pianta, granskara. Tað snýr seg um, hvussu tú kanst menna og styrkja relasjónir. Tú kanst arbeiða við dygdini á relasjónunum við at gera okkurt hugnaligt saman, vera saman um eina uppliving og styrkini bondini millum tykkum.

Hóast tað hevur týdning at gera íløgur í relasjónir, kann tað vera ringt at finna tíðina til tað. Tað er galdandi fyri øll, bæði starvsfólk í barnagarði og skúla og foreldur.

– Tíðin, tú hevur til taks, kann kennast sum ein avbjóðing. Royn og hygg eitt sindur at tíðini, kanna møguleikarnar og høvini, sum hóast alt eru, og ver tilvitað um, at hvør einasta løta kann vera virðismikil og ein møguleiki at byggja víðari á eina positiva relasjón, sigur Roland.

Vegleiðing sum partur av væleydnaðari venjing

Roland heldur, at fyri mong snýr tað seg um at koma at kenna og vera tilvitað um, hvussu tú ert sum vaksin. Á henda hátt kanst tú fáa styrki og menningarmøguleikar í ljósmála. Hann heldur, at lærarar kunnu hava stórt gagn av hvør øðrum í skúlastovuni. Serfrøðingar útifrá kunnu koma inn í skúlastovuna og eygleiða, hvussu tú sum lærari setir krøv, hvussu virðingin fyri næminginum er, og hvat hendir, tá ið næmingurin ikki tekur ímóti krøvunum, sum verða sett.

– Vegleiðing er hent í arbeiðnum, tá ið talan er um at fáa tann autoritativa vaksinleiklutin at vera sum ein natúrligan part í arbeiðnum við børnum og ungum, sigur Roland.

Kelda: forskning.no

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.