Tíðindi

Henny skipar fyri ListaMelduri

- ListaMeldur leggur upp til, at lærarar og næmingar fara út, og í felag verða sjónlig við listini í almenna rúminum.

22.02.2021

ListaMeldur er eitt afturvendandi tiltak í mars, ið endar við einum stórum listafagnaði mikudagin í viku 11. - Hendan dag, sum í ár er 17. mars, fara børn og ung kring allar Føroyar at seta myndlist á breddan við eini rúgvu av myndlistaligum tiltøkum og framsýningum á skúlunum, sigur Henny Dánialsdóttir, sum er ráðgevi í Handaverki og list í Námi.

- Endamálið við árliga tiltakinum, ListaMeldur, er at varpa ljós á tær handaligu og tónlistarligu lærugreinirnar í fólkaskúlanum, harav serliga myndlist, sigur Henny.

Hon leggur afturat, at endamálið er eisini at lýsa, hvønn týdning hesar lærugreinir hava fyri læring, menning og trivna hjá einstaka næminginum, umframt at kveikja og geva íblástur.

- Øll kunnu vera við, undirstrikar Henny og nevnir barnagarðar, skúlar, háskúlar, eftirskúlar, miðnám og Námsvísindadeildina sum dømi. Øll skulu kenna møguleikan at uppliva gleðina við at skapa, sum júst er eitt av berandi endamálunum við ListaMelduri, sigur Henny og leggur afturat, at hon, og øll, ið fyrireika, gleða seg at síggja tilmeldingar frá børnum og ungum kring alt landið!

- ListaMeldur leggur upp til, at lærarar og næmingar fara út, og í felag verða sjónlig við listini í almenna rúminum. Um tit gera eina tvørfakliga verkætlan, arbeiða við litlæru, læra at tekna andlit, ella mála ein heilan húsavegg, tað er púra upp til tykkara. Einki er ov lítið, og einki er ov stórt. Tað ljóðar øgiliga háfloygt, men í veruleikanum varpar ListaMeldur bara ljós á tað, tit longu gera úti á ymsu skúlunum, sigur Henny, sum umframt at vera fakligur ráðgevi í Námi, eisini undirvísir í myndlist á Listabreytini í Nám X.

Á myndini stendur Hennny í gongini í Námi, har Føroya Fólkaháskúli í løtuni hevur framsýning við næmingavrikum.

Her sæst alt um tiltakið: https://listameldur.com/


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.