Tíðindi

Heimurin, skúlin og tilveran áðrenn og aftan á koronu

Vit hava lært, at væl ber til at halda skúla og arbeiða heima, tí tøknin loyvir tí. Einum nýtist altso ikki altíð at strúka avstað klokkan 7:45 á morgni. Tað ber til at arbeiða heima, um til dømis kavi ella vindur ger tað trupult ella vandamikið at halda avstað út í ódnina. Dagfinn Olsen, lærari í Vágs skúla, hugleiðir

21. august 2020

At hitta framtíðina er, og hevur altíð verið, spennandi og ein spennandi hugsan at spæla sær við. Tí hvussu sær framtíðin út?

Dúgliga verður altíð gitt. Til dømis, um vit hava flúgvandi bilar, ella kunnu fara á dreymaferðir út í rúmdina um nøkur ár.

Men tað eru als ikki slíkar hugsanir og gitingar, sum flestu okkara sita við í dag. Okkara hugsanir røkka ikki inn í eina framtíð, sum er langt burtur.

Vit hugsa, hvussu verður nú í heyst? Ella komandi ár?

Tí 2020 gjørdist árið, har heimurin legðist lamin vegna koronasmittu. Alt fór niður í ferð. Eisini tilveran. Matstovur, gistingarhús, flogfør og skip løgdu stilt. Fólk mistu størv síni. Summi fingu kanska hjálp úr sonevndum fíggjarligum hjálparpakkum.

Men spakuliga kom ferð á aftur, men enn eru vit ikki komin upp aftur á ferðina, sum vit høvdu áðrenn koronasmittan gjørdi vart við seg. Men kanska ger tað onki, tí kanska vóru vit í veruleikanum tætt við hámarksferðina. So nær, at lítið vantaði í, til bogin varð spentur ov nógv.

Kanska hevur koronakreppan eisini havt nøkur jalig árin, um ikki verður hugsað um fíggjarkervið.

Umhvørvið, náttúran, tykist nógvastaðni at hava havt gott av niðursettu ferðini. Nú frættist um støð, har tey síggja fleiri kilometrar longri enn vant, tí dálkaðir mjørkaflókar eru horvnir, so til dømis huldar fjallarøðir aftur koma til sjóndar.

Og hvat hava vit lært?

Vit hava lært at hugna okkum heima. Gera ymiskt saman, sum stundir annars ikki hava verið til. Tað veri seg borðspæl, skapandi listaløtur við køksborðið, ella at tíð endiliga gjørdist tøk at arbeiða innanveggja við at rudda ella prýða um.

Vit hava lært, at væl ber til at halda skúla og arbeiða heima, tí tøknin loyvir tí. Einum nýtist altso ikki altíð at strúka avstað klokkan 7:45 á morgni. Tað ber til at arbeiða heima, um til dømis kavi ella vindur ger tað trupult ella vandamikið at halda avstað út í ódnina.

Heimahugnan hava vit funnið aftur. At heimið í ávísan mun kann brúkast sum arbeiðspláss, hava vit funnið útav.

Og mong nutu niðursettu ferðina, steðgin, tær fyrstu vikurnar. Bara at halda seg undir taki. Ongin venjing, bert heimahugni og lagaligt arbeiði við teldu.

Spurningurin er so, um tilveran verður hin sama eftir koronu, sum undan koronu. Eg sigi neyvan! Helst er ein avleiðing, at mong hava fingið fatur aftur á rætta endanum, hava fingið tíð og fótafestið aftur, sum annars var farið í rokmikla gerandisdegnum við arbeiði, skúla, venjingartíðum og … ja, you name it! Hjá mongum vóru teir 24 tímarnir í samdøgrinum ov lítið.

Kreppan hevur kostað. Fíggjarliga og menniskjansliga hjá teimum, ið hava mist pening og starv. Og hjá til dømis eldri borgarum, ið ikki hava fingið vitjan av familju í longri tíð. Og úti í heimi hevur hon kravt mong mannalív.

Men óivað fer koronakreppan at broyta næstu framtíð okkara, so tað gerst lættari at síggja lívsvirðini, ið eru beint framman fyri okkum. Tíðin, nærveran.

Kreppan hevur mint okkum á, at ikki er altíð neyðugt at renna so skjótt. Nærveran er neyðug. Tíðin er her og nú. Alt annað kann bíða, ella loysast á annan hátt, sum ikki krevur, at rennast skal út gjøgnum hurðina í tíð og – serliga – ótíð.

Ella: vónandi hava vit lært! Vónandi hava vit fingið eina áminning, ein steðg, har vit aftur fingu fótafestið.

At gloyma er lætt, so kanska áttu vit at mint hvønn annan á jaligu síðurnar, sum koronakreppan hóast alt hevði við sær.

Klumma í Kvørnini í Skúlablað nr 4, 2020, sum júst er komið.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.