Tíðindi

Heimsmálini á filmi

Við freist til 23. november skipar Nám aftur í ár fyri skúlakapping at gera stuttfilm um Heimsmálini hjá ST. Evnið í ár er burðardygg umsiting av øllum lívi í havinum. Vinningurin er 30.000 krónur, og vinnarin verður kunngjørdur í Havnar Bio, har innkomnu filmarnir verða vístir, fríggjakvøldið 4. desember 2020. Teir næmingar, sum eru við í kappingini, sleppa ókeypis inn og fáa kola og poppkorn.

15. september 2020

Í sendingini Sakin verða vinnandi filmarnir frá Nám-kappingini í fjør nú vístir í Kringvarpinum.

Til filmskappingina í fjør komu 19 filmar inn, og ein dómsnevnd úr Námi og Kringvarpinum fann vinnararnar, sum vóru:

”Gang ein túr” (2:34) sum næmingar úr T1 á Tekniska skúla í Klaksvík gjørdu. Dómsnevndin segði: Vit síggja eina vanliga føroyska bygd, sum er gjørd úr Lego. Filmurin, sum er gjørdur í stop motion, hevur ein greiðan boðskap, er viðkomandi, hevur gott ljóð og góðan útgangstónleik, sum er viðkomandi fyri evnið.

“Rúsandi eitur” (3:13) sum næmingar í 8.a í Skúlanum á Argjahamri gjørdu. Dómsnevndin segði: Hetta er klassisk filmslist, sum sýnir framúr kynstur at lýsa eina støðu, sum børn kunnu koma í, orsaka av rúsdrekkamisnýtslu. Høvuðsleikarin spælir væl og vekir kenslur hjá áskoðaranum.

”Grøna broytingin” (4:40), sum næmingar úr 18u á Glasi gjørdu. Dómsnevndin segði: Filmurin er flott filmaður og leggur seg sannførandi afturat innsløgum í Degi og Viku. Filmurin vísir á trupulleikar og loysnir í sambandi við veðurlagsbroytingar og letur ekspertar og vanlig fólk sleppa at úttala seg.

Lívið í havinum

Nú stuttfilmskappingin hjá Námi um Heimsmálini verður tikin upp aftur, er tað eitt krav, at filmurin kann brúkast í undirvísing og viðger burðardygga umsiting av øllum lívi í havinum. Hetta verður á enskum kallað Ocean Literacy. Filmurin skal ikki verða longri enn 7 minuttir.

Eftir at freistin er úti hin 23. november 2020 tekur ein dómsnevnd dagar í millum, hvussu næmingarnir hava loyst uppgávurnar.

Vinnarin kunngjørdur í Havnar Bio

Fríggjakvøldið hin 4. desember 2020 klokkan 19:00 fer Nám at vísa allar stuttfilmarnar, sum dómsnevndin hevur valt, í Havnar Bio. Samstundis verður vinnarin, sum fær 30.000 krónur, kosin. Flokkurin, ið hevur gjørt hvønn einstaka filmin, hevur ókeypis atgongd, og fær kola og poppkorn.

Á undirvísingarportalinum Snar hevur Nám gjørt eina temasíðu, ella ein heimstað, har tey 17 Heimsmálini hjá ST eru lýst í teimum týðingum, sum er tøkar á føroyskum. Harafturat hevur Nám boðið lærarum og skúlum at leggja teirra tilfar um Heimsmálini á sama netstað, uttan at tað kostar nakað, bara tilfarið er liðugt og klárt at brúka í undirvísing.

Nám vil gera Heimsmálini ítøkilig

Heimsmálini hjá ST kunnu tykjast fjar og lítið ítøkilig. Til tess at aktivera ein nýggjan hátt at læra um Heimsmálini uppá, hevur Nám valt at skrivað út árligu skúlakappingina at gera stuttfilm við einum stuttligum biograftúri, har vinningurin verður kunngjørdur.

Metingarvirði eru søgan sjálv, hvussu filmiska frásøgusnildið er brúkt, og hvussu tøknin er frágingin. Eisini verður mett, um øll loyvi eru í lagi at vísa filmin, og hvussu hann kann brúkast í undirvísingini. Umframt at verða lagdur á undirvísingarportalin Snar og brúkast í undirvísing, skal vinnandi stuttfilmurin eisini sendast í Kringvarpi Føroya.

Nám ætlar, at henda stuffilmskapping um Heimsmálini verður afturvendandi hvørt skúlaár.

Ein dómsnevnd við innliti í film og undirvísing verður vald hvørt ár. Dómsnevndin í fjør taldi 6 fólk, 3 kvinnur og 3 menn, úr Námi og Kringvarpinum.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.