Tíðindi

Kristianna Jacobsen nýggjur skúlastjóri í Vestmanna

Landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, hevur sett Kristionnu Jacobsen í starvið sum skúlastjóri í Vestmanna skúla frá 16. oktobur 2023 at rokna.

09.10.2023

Kristianna Jacobsen er 51 ára gomul og býr í Tórshavn. Hon tók læraraprógv í 2013 og hevur síðani januar 2014 arbeitt í Hvalvíkar skúla, fyrstu árini sum lærari og frá 2019 sum skúlaleiðari. Harumframt hevur hon eisini leiðsluroyndir frá privatum virksemi m.a. sum dagligur leiðari í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.

Kristianna hevur nomið sær eftirútbúgving innan leiðslu umframt ymisk styttri skeið í ávísum lærugreinum og í føroyskum sum annaðmál. Hon hevur  í 2021 tikið skeið í yvirskipaðari námsfrøðiligari leiðslu á masterstigi, masterdiplom í leiðslu í 2023 og lesur master í leiðslu og skipan á Fróðskaparsetri Føroya


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.