Tíðindi/Greinar

26.02.2019

Harðskapur móti lærarum skal fyribyrgjast

Lærarar eru millum teir starvsbólkar, ið eru oftast fyri hóttanum og harðskapi í sínum starvi. Hetta er ein spurningur um arbeiðsumhvørvi. Meira eigur at verða gjørt fyri at fyribyrgja at hetta hendir, so at lærarar hava eitt tryggari arbeiðsumhvørvi. Jacob Eli S. Olsen, lærari og næstformaður í Føroya Lærarafelag, skrivar

Tað kemur tíverri fyri, at lærarar eru fyri hóttanum og harðskapi frá næmingum. Ymiskt er, hvat verður gjørt í tílíkum støðunum. Í nøkrum førum hendir tíverri, at lærarin bara finnur seg í viðferðini ella venur seg við tað. Her er talan um “Tarzan-syndromið”, at hetta má lærarin bara klára ella bara finna seg í. Men ein lærari skal ongantíð bara finna seg í harðskapi ella hóttandi atburði. Um ein lærari verður sligin, er fyri niðrandi umrøðu ella verður hóttur, so eigur lærarin at siga frá hendingini hjá starvsfeløgum ella leiðsluni.

Tað kann hava álvarsligar fylgjur fyri ein lærara, um hann møtir kropsligum og sálarligum harðskapi móti honum sjálvum ella hansara næstu í arbeiðinum. Tílíkar hendingar ávirka trivnaðin hjá læraranum og kunnu í ringasta føri gera læraran óarbeiðsføran. Tí má hetta takast í størsta álvara.

Lærarafelagið gjørdi í 2015 eina mannagongd fyri, hvussu starvsfelagar og leiðsla kunnu hjálpa einum lærara, ið hevur verið fyri harðskapi ella hóttanum í starvinum. Fleiri skúlar hava tikið hesa mannagongd til sín, og tað er gott, at lærarin fær ta hjálp honum tørvar, um skaðin er hendur. Men tað er enn betri, um hesar støður verða fyribyrgdar. Tí eigur orka eisini at verða løgd í arbeiðið at fyribyrgja, at lærarin møtir harðskapi og hóttanum í starvinum.

Ein máti at byrja arbeiðið at fyribyrgja harðskapi móti lærarum á skúlunum, er, at lærarar og leiðsla tosa um, hvat tey meta sum fysiskan harðskap, sálarligan harðskap og hóttanir móti einum lærara. Í felag eiga tey at seta orð á, hvar markið gongur millum góðkendan atburð frá næmingum, og nær talan er um harðskap og hóttandi atburð mótvegis lærarum. Tá lærarar á henda hátt eru greiðir yvir, hvar markið gongur, skulu teir meta um í hvørjum einstøkum føri ella verja, at talan veruliga er um harðskap ella hóttanir móti einum lærara.

Tað er skúlaleiðslan, ið hevur ábyrgdina av arbeiðsumhvørvinum hjá lærarum, bæði tí fysiska og tí sálarliga arbeiðsumhvørvinum. Tann sálarligi parturin av arbeiðsumhvørvinum hjá lærarum er lítið umrøddur. Eg heiti á skúlaleiðslur og Undirvísingarstýrið at seta sálarligu arbeiðsumstøðurnar hjá lærarum á dagsskrá, fyri at tryggja arbeiðsumhvørvið hjá lærarum.

Lærarafelagið tekur hesi viðurskifti í stórum álvara, og vit arbeiða við mannagongd fyri, hvussu arbeiðið kann skipast, at fyribyrgja harðskapi og hóttanum móti lærarum.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan