Tíðindi

Hans Harryson vart ph.d. á Fróðskaparsetrinum

Fitt av fólki var í Læraraskúlahøllini seinnapartin í gjár, tá Hans Harryson vardi ph.d.-ritgerð sína um námsfrøðiliga partin í læraraútbúgvingum í Noregi, Danmark og Íslandi.

28.06.2018

Ritgerðin ber heitið: "Den pædagogiske diskurs i læreruddannelsen - formål. indhold og undervisningsmetoder. En komparation af læreruddannelserne HSN, Drammen, VIA, Aarhus og HÍ, Reykjavík."

Hans Harryson hevur seinastu gott trý árini arbeitt við hesi verkætlan á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Hans, sum frammanundan er námslektari á Námsvísindadeildini, byrjaði arbeiðið við síni ph.d. í september í 2014 og lat ritgerðina inn marts í ár. 

Ph.d.-verkætlanin, sum er fíggjað av Fróðskaparsetri Føroya og Granskingargrunninum, er tað, sum verður kallað “joint degree”, sum er ein avtala millum Aarhus Universitet og Fróðskaparsetur Føroya.

Høvðusvegleiðari hevur verið Jens Rasmussen, professari á DPU, Aarhus Universitet og hjávegleiðari hevur verið Firuoz Gaini, Fróðskaparsetur Føroya.

Í metingarnevndini vóru:

Per Fibæk Laursen, professari á Danmarks institut for Pædagogik og Uddannelse (DPU) við Aarhus Universitet (formaður)
Elsebeth Jensen, útbúgvingarleiðari á VIA University College
Elaine Munthe, professari á Fakultet for utdanningsvitenskap og humaniora við Universitetet i Stavanger

Verjan gekk sera væl og var áhugaverd at lurta eftir. Hans Harryson gjøgnumgekk fyrst sítt arbeiði at samanbera og greina læraraútbúgvingar í trimum londum og niðurstøðurnar, sum hann er komin til. Síðani varð spurt og kjakast um ymsar tættir, m.a. í vali av londum og skúlum til samanberingar, um metodur og niðurstøður. 

Hans Harryson svaraði væl fyri seg og fekk rós frá metingarnevndini fyri sítt umfatandi og dygga granskingararbeiði. Tey mettu arbeiðið vera eitt kærkomið og gott íkast til økið, sum ikki er nógv kannað frammanundan, og mæltu honum til at halda fram at arbeiða við innsavnaða tilfarinum og at fáa úrslitini almannakunngjørd.

Tá verjan var liðug kunngjørdi metingarnevndin, at tey vóru samd um, at hann hevði staðið verjuna og mæltu til, at hann fekk tillutað ph.d.-heitið. Sigurð í Jákupsstovu handaði honum prógv frá Fróðskaparsetrinum, meðan prógvið frá Aarhus Universitet kemur seinni.

Ph.d.-verkætlanin er stuðlað úr Granskingargrunninum.

Kelda: gransking.fo

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.