Tíðindi/Greinar

29.08.2018

Handverksvinnan kann stuðla skúlanæmingum til handverksyrkið

Felags fyri flestu næmingarnar í hádeildini er, at tey eru í iva um, hvørja úrbúgvingar og yrkisleið, tey skulu velja sær. Jacob Eli S. Olsen, lærari og næstformaður í Føroya Lærarafelag

Tað er nógv ferð á byggivirkseminum í Føroyum. Nú krúnprinsaparið hevur vitjað, spurdi Tórður Mikkelsen krúnprinsessuna, hvat hon serliga hevði lagt merki til á vitjan síni. Hon vísti á stóru og imponerandi byggiverkætlaninar, ið vóru framdar og eru í gerð, sum eitt, ið serliga hevði hugtikið hana.

Hesar stóru verkætlanir seta stór krøv til byggivinnuna. Eftirspurningur eftir handverkarum er størri enn útboðið av føroyskum handverkarum, og tað er ein trupulleiki. Vinnan vísir á, at henni tørvar fleiri ung, ið velja handverksyrkið.

Talið av føroyingum í handverkslæru hevur sveiggjað nógv seinastu 30 árini. Tøl frá Yrkisdeplinum vísa, at síðan 1987 hevur talið á undirskrivaðum lærusáttmálum fylgt búskapargongdini í samfelagnum. Høgsta talið var 406 sáttmálar í 2006, og minsta talið var í 1994, tá einans 48 undirskrivaðu ein lærusáttmála. Ein ætlan at koma okkum undan framtíðar troti á handverkarum kundi verið, at vit sluppu frá lága talinum á læruplássum í búskaparliga laku tíðunum. Her kundu vinnan og mynduleikarnir lagt til síðis nú í góðu tíðunum, so okkurt var at taka til, og fleiri lærlingar kundu takast inn, tá samfelagshjólini ikki mala so skjótt.

Um ungdómurin skal velja handverksleiðina sum sína lívsleið, so hevur tað ávirkan, at tey eru tilvitað um handverksyrkið sum ein góð yrkisleið fyri tey. Felags fyri flestu næmingarnar í hádeildini er, at tey eru í iva um, hvørja úrbúgvingar og yrkisleið, tey skulu velja sær.

Skúlavegleiðingin hjálpir næmingunum at síggja, hvørjar leiðir eru sambært teirra áhuga. Á hvørjum vári vitja miðnámsskúlarnir fólkaskúlarnar fyri at kunna 9. og 10. floks næmingar um, hvat tey kunnu bjóðð. Til hesa kunning kundu handverksútbúgvingarnar og vinnan átt eitt størri pláss at møtt næmingunum og greitt teimum frá handverkslæruni og handverksyrkinum. Hetta vildi gjørt næmingarnar meira tilvitaðar um eina handverksútbúgving sum sína útbúgvingarleið.

Ein annar liður í skúlanum at búgva næmingarnar á síni yrkisleið, er starvslæran. Skúlavegleiðarnir gera eitt gott arbeiði at kunna næmingarnar, at finna teirra áhuga og at finna teimum eitt hóskandi starvslærupláss. Skúlavegleiðarar á størru skúlunum siga, at hetta er ein avbjóðandi uppgáva, tí at fleiri næmingar ofta velja líknandi starvslærupláss. Her kann handverksvinnan vera við. Tey kunnu bjóða skúlunum spennandi starvslæruplass, so at fleiri næmingar koma í starvslæru í einum handverksyrki. Tá næmingarnir kenna eitt yrki, og um teimum dámar yrkið frá starvslærutíðini, so er meira sannlíkt, at tey velja hetta sum sína yrkisleið.

Handverkarafeløgini hava heitt á landsstýriskvinnuna í mentamálum, Rigmor Dam, um at seta á stovn fakið handverk í framhaldsdeildini. Hetta er ein møguleiki. Men tað eru eisini aðrir møguleikar, ið longu eru í fólkaskúlanum, at gera tey ungu tilvitað um yrkisútbúgvingar. Ein er kunning hjá miðnámsskúlunum, og onnur er starvslæran. Har kann handverksvinnan arbeiða saman við skúlanum, so at næmingarnir koma at kenna handverksyrkið og velja tað sum sína yrkisleið.

Aðrar greinar um evnið:

Grein í skúlablaðnum:
http://skulabladid.fo/handaligu-l%C3%A6rugreinarnar-%C3%BAr-skugganum-%C3%AD-s%C3%B3lina

Tørvur er eisini á klókum hondum
http://kvf.fo/netvarp/uv/2013/11/03/trvur-er-eisini-klkum-hondum

Fakið handverk í framhaldsdeildina
http://industry.fo/ti%C3%B0indi?Action=1&NewsId=2175&PID=11933

 


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan