Tíðindi

Einki til hindurs fyri egnari framhaldsdeild

Arbeiðsbólkurin, sum er settur at greina skipan av egnari framhaldsdeild í Eysturkommunu, metir einki tekniskt at vera til hindurs fyri, at Eysturkommuna skipar egna framhaldsdeild.

08.03.2024

Í september 2023 samtykti býráðið í Eysturkommunu at seta ein bólk at kanna møguleikan fyri at skipa egna framhaldsdeild.

Bólkurin hevur síðani tá arbeitt við at lýsa og fáa greiðu á, hvat ein framhaldsdeild krevur aftrat verandi umstøðum í Skúlanum í Eysturkommunu. Nógvar hoyringar hava verið á skránni av m. a. lærarum, næmingum og myndugleikum, og Teknistovan í Gøtu hevur hjálpt við at gera eitt skitsuuppskot av einari møguligari framhaldsdeild.

Í bólkinum vóru foreldra- og læraraumboð úr skúlastýrinum fyri Skúlan í Eysturkommunu, skúla- og varaskúlastjóri, trivnaðarleiðari í Eysturkommunu og lærari úr aðrari framhaldsdeild í Føroyum.

Bólkurin hevur verið undir leiðslu av Lóður við Hera á Rógvu, og niðurstøðan varð handað býráðnum í Eysturkommunu mikudagin 6. mars. Eisini varð arbeiðið lagt fram fyri býráðslimunum, sum høvdu møguleika at seta spurningar um arbeiðið og tilgongdina til niðurstøðuna.

Niðurstøðan av arbeiðinum er í stuttum soljóðandi:

Tað ber til.

Arbeiðsbólkurin, sum er settur at greina skipan av egnari framhaldsdeild í Eysturkommunu, metir einki tekniskt at vera til hindurs fyri, at Eysturkommuna skipar egna framhaldsdeild. Eysturkommuna hevur góðar fortreytir fyri at skipa egna framhaldsdeild, og eingin grundgeving er funnin fyri, at tað ikki ber til.

Tað má staðiliga undirstrikast, at fortreytin fyri, at ætlanin eydnast, er, at Eysturkommuna er til reiðar at játta peningin, sum krevst til at stovna og reka eina nútímans framhaldsdeild. Umráðandi er, at kommunan bjóðar eitt tilboð, sum í minsta lagi er á sama stigi sum verandi tilboð – helst betri.

Arbeiðið og niðurstøðan verða løgd fram á borgarafundi seinni í mars mánaði, har borgarar í Eysturkommunu fáa møguleika at viðmerkja og seta býráðnum spurningar um málið.

Kelda: eysturkommuna.fo


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.