Tíðindi

Góðar loysnir at hjálpa teimum, sum eru fyri harðskapi

Kvinnuhúsið og Almanna- og mentamálaráðið skipa fyri spennandi verkstovu um harðskapsøkið.

10.11.2023

Verkstovan tekur støðið í nýggju heildarætlanini um harðskap í parløgum og nærsambondum. Har er ein av niðurstøðunum, at samstarvið tvørtur um geirar og markamót ikki riggar nóg væl, og átak 15 tí er ætlað sum verkstova til at viðgera samstarvið millum fakbólkar. 50 luttakarar, sum breitt umboða myndugleikar, fakfólk og stovnar, sum arbeiða við og í markamótinum til harðskapsøkið, fara at luttaka.

Endamálið og ambitiónin er at menna og finna fram til góðar ítøkiligar loysnir, við denti á at hjálpa tí harðskapsrakta best møguligt. Avbjóðingarnar eru nógvar, mannagongdir mangla, og tøgnmentanin kring hetta økið er tung og rungandi. Tað er sera umráðandi, at tey, sum hava vitan og royndir, sum hava týdning fyri samstarvið á harðskapsøkinum, hittast fyri at menna og betra samstarvið og harvið um hjálpina til harðskapsrakt.

Á verkstovuni verða m.a. harðskapur, tagnarskyldan og fráboðanarskyldan og neyðuga samstarvið viðgjørd í viðkomandi framløgum. Harumframt verða verkstovur, har tað ítøkiliga verður arbeitt við teimum avbjóðingunum, sum eru á økinum.

Verkstovan verður hildin á Panorama á Hotel Hafnia hósdagin 7. desembur frá 08:30 til 15:00.

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.