Tíðindi/Greinar

18. desember 2018

Grunddeildin hevur tørv á hvørjum tíma og meira afturat

Um lærarar í grunddeildini skulu bjóða næmingunum tað skúlatilboð, ið kann geva førleikarnar sum fólkaskúlalógin og samfelagið krevur, so er eingin loysn at skerja í tímatalinum. Jacob Eli S. Olsen, lærari og næstformaður í Føroya Lærarafelag, skrivar

Løgtingið fekk herfyri høvið at viðgera fólkaskúlan í aðalorðaskifti. Fólkaskúlan, sum er so avgerandi fyri okkara samfelag og okkara fólkaræði. Orðaskiftið bygdi á frágreiðingina, ið legði eitt ivasamt støði undir viðgerðina. Longu í innganginum trekti frágreiðingin tenn úr stóru tankunum við at tosa um eitt skúlatilboð innan verandi fíggjarligar karmar, um umraðfestingar og at fáa betri skúla fyri somu játtan, hvat tað so enn er. Orðaskiftið fekk eisini sjáldan ta luft undir veingirnar, ið eg vildi ynskt, og sum tað hevði uppiborið. Tað er lítil aðal yvir einum orðaskifti, har spariknívurin lúrir undan.

Upp í saman setir frágreiðingin tilmæli fram, ið vilja spara fólkaskúlanum so og so nógvan pening. Eitt av hesum er tilmælið um at lækka tímatalið í øllum árgangum við tveimum tímum um vikuna. Í fólkaskúlanum svarar hetta til eina skerjing á umleið 20 lærarastørv. Undir ongum umstøðum kann hetta tilmæli føra til ein betri skúla.

Eg eri serliga harmur um tilmælið at skerja tímatalið í grunddeildini. Lærararnir í grunddeildini hava tørv á hvørjum tí einasta undirvísingartíma og meira afturat. Um lærarar í grunddeildini skulu bjóða næmingunum tað skúlatilboð, ið kann geva førleikarnar sum fólkaskúlalógin og samfelagið krevur, so er eingin loysn at skerja í tímatalinum.

Ein grundgeving fyri at lækka tímatalið í grunddeildini er samanbering við Finnland, har grunddeildin hevur styttri skúladagar enn í Føroyum. Tá ið Finnland verður tikið fram, eiga vit eisini at samanbera tímatalið, sum ein lærari í grunddeildini undirvísir í báðum londunum. Í Føroyum undirvísa lærarar í grunddeildini 27 og 28 tímar um vikuna, meðan lærarar í Finnlandi undirvísir 24 tímar um vikuna. Tað hevði gjørt stóran mun, um tímatalið hjá lærarum í grunddeildini lækkaði niður í 24. Tað hevði givið lærarunum munandi betri stundir at fyrireika undirvísingini í felag, og tað hevði sæst aftur í úrtøkuni hjá næmingunum.

Ein staðfesting í frágreiðingini er, at skúladagurin eigur at vera meira verkligur og listarligur. Hesum eri eg samdur í, men hvussu náa vit hesum máli. Frágreiðingin mælir til at lækka tímatalið í føroyskum, fyri at hækka tímatalið í handaverk og list. Hetta haldi eg ikki vera ein góð loysn at taka burtur av tímunum í føroyskum og lata til handaverk og list. Heldur eiga vit at fáa fleiri handaligar og listarligar arbeiðsgongdir inn í lærugreinarnar. Næmingar læra á ymsan hátt, og tí mugu bæði bókligar og verkligar arbeiðsgongdir til fyri at náa øllum. Næmingarnir eiga eisini at fáa høvi at dvølja við sama evni í rúma tíð og nýta fleiri arbeiðshættir í hesi gongdini, so at teir kunnu ogna sær eina djúpa fatan av evninum. Tílíkt arbeiði krevur nógva tíð.

Frágreiðingin tosar um at skerja tímatalið í grunddeildini og í føroyskum. Tað er eingin loysn. Heldur eigur Mentamálaráðið at lata grunddeildini rúmligari karmar. Verkligar og listarligar arbeiðsgongdir krevja nógva fyrireiking og nógvar lærarar. Tí eiga lærarar í grunddeildini at  undirvísa færri tímar, at verða útbúnir í at nýta verkligar og skapandi arbeiðshættir í lærugreinini og at tvílæraraskipanin verður víðkað, so at fleiri hendur verða um næmingarnar.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan