Tíðindi/Greinar

9. oktober 2018

Gransking, ja sjálvandi ...

Hví granska vit ikki meiri í Føroyum, hví granska vit ikki í fólkaskúlanum? Vit hava fleiri spennandi øki, sum vit kunnu granska, men … Andres á Rípuni, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

Eftir at hava verið á norðurlendskum fundi í NFSP eri eg altíð full av góðum hugskotum frá okkara góðu grannum. Vit leggja oyra til og kjakast um, hvat hendir í teimum ymsu londunum. Tað eru nógv viðurskifti, ið ganga aftur, og fleiri teirra eru týdningarmikil, tí tað eru stórar broytingar. Tað, ið grannalondini kunnu, fram um okkum er at vísa til frágreiðingar av ymsum slag. Tá ein broyting er í umbúna og verður gjørd, so er tað sum oftast væl kannað áðrenn, og málini fara út til hoyringar, um tey eru nóg stór. Gransking fyllir eisini nógv í prátinum, og tá gerist eg mangan øvundsjúk. Eg kann ongantíð vísa til gransking, ið er gjørd í skúlaverkinum. Hví granska vit ikki meiri í Føroyum, hví granska vit ikki í fólkaskúlanum? Vit hava fleiri spennandi øki, sum vit kunnu granska, men …

Fyllir gransking og kanningar/rapportir nógv í gerandisdegum hjá lærarum? Nei, tað ger ikki. Vit hava úr at gera við at fáa gerandisdagin at hanga saman. Hetta er til eftir hondini ein tann størsta avbjóðingin. Tá so er fer geisturin úr starvinum. Tá gevist eg at seta undrandi spurningar við mítt yrki. Eg seti heldur fleiri spuriningar til mín gerandisdag, tímatalvuna ella fyrireikingina, enn til mítt yrki sum heild. Tað er sera spell.

Vit hava tilfar, ið er bygt á holla gransking. Her hugsi eg um súlutilfarið. Men er tað nokk, at tað er einasta staðið, har vit síggja gransking sum ein part av skúlanum?

Broytingar í fólkaskúlanum eiga at vera grundaðar á gransking og á vit og skil. Avgerðir, ið eru viðkomandi fyri skúlan, eiga at verða tiknar og grundaðar á fakliga vitan.

Hvør er tað, sum skal granska? Sjálvandi er tað tey, ið hava skil fyri gransking, men tað má vera í samráð við tey, sum virka í fólkaskúlanum. Granskast skal í viðurskiftum, ið skúlin, myndugleikarnir og fakfelagið halda er viðkomandi. Føroya Lærarafelag hevur álitisfólk kring alt landið, so lætt er at fáa hugskot til granskinarevni. Tað má og skal vera grundfest í teimum, ið hvønn dag undirvísa, tí annars er vandi fyri, at tað verður “uppfatað” sum enn eitt tiltak/átak, har niðurstøðan verður smoygd yvir okkum. Tað, ið ikki er kjølfest í yrkinum, hevur ikki eins góðan møguleika at vinna frama í skúlanum.

Tað hevði verið stuttligt, um NFSP-ráðstevnan í apríl var startskotið til eina granskingarætlan. Har eru nógv góð evni, ið trívast kunnu í.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan