Tíðindi

Gott sálarligt arbeiðsumhvørvi fær høga raðfesting

- Tað hevur týdning at hava trivnaðartiltøk fast á skránni, umframt smærri viðurkenningar í gerandisdegnum. Men sama, hvussu góðir karmarnir eru, hevur tað størst týdning, at tú trívist við tað, tú gert. Ert tú lærari, mást tú trívast saman við børnum og øðrum lærarum. Tú skalt tíma at vera lærari, sigur Vagn Foldbo, skúlastjóri á Skúlatrøð.

15.06.2020

Nú á døgum er tað frammarlaga í hugaheiminum hjá skúlaleiðslum at skapa góðar arbeiðsumstøður fyri starvsfólkini. Flestu skúlar hava javnan tiltøk, sum hava til endamáls at samansjóða starvsfólkini og fáa tey at trívast væl. Gott sálarligt arbeiðsumhvørvi er eitt umhvørvi, har øll fara glað til arbeiðis, og har øll kenna seg væl. Á ongum arbeiðsplássi eru bara hugaligar arbeiðsuppgávur, men tað er umráðandi, at tú følir, at tú gert eitt gott arbeiði, og at tú nært tað, tú ætlar tær, heldur Vagn Foldbo.

- Eg vildi mett, at tað fær høga raðfesting í flestu skúlum, at øll starvsfólkini trívast. Sum leiðsla vilja vit, at fólk koma glað til arbeiðis. Tá ið tað er sagt, so er ringt at ganga øllum ynskjum hjá starvsfólkum á møti. Er tað onkur lærari, sum ikki vil taka á seg onkran flokk, so verður lurtað og vanliga gingið ynskinum á møti. Fyrr var tað meiri galdandi, at tann nýggjasti í starvsfólkahópinum var tann, sum seinast slapp at fáa ynski sítt eftirlíkað og kanska fekk keðiligastu uppgávurnar. Soleiðis er ikki longur. Í dag hyggur leiðslan at, hvør hevur førleikan at taka á seg truplar flokkar. Summi hava sera góðar førleikar til júst ta uppgávuna, og summi makta hana minni væl. Er tað soleiðis, at lærarar aftra seg at taka á seg truplar flokkar, so snýr tað seg fyri ein stóran part um at skapa fortreytir fyri og umstøður, at tað ber til. Eg seti ikki ein óroyndan, nýklaktan lærara at vera lærari í einum flokki, sum tey flestu meta er trupul.

Gransking vísir, at nøkur viðurskifti hava stóran týdning, tá ið talan er um at skapa gott sálarligt arbeiðsumhvørvi; tað kann vera at hava ávirkan á egið starv, og at tú sleppur at brúka tað, sum hevur serligar førleikar í.

- Ein lærari hevur vanliga stóra ávirkan á sítt egna starv, bæði tá ið talan er um at skipa undirvísingina og eisini við arbeiðstíðini, tí hann er ikki bundin frá 8 til 16 hvønn dag. Ein stóran part av arbeiðstíðini kanst tú sjálvur leggja til rættis. Lærarin kann í ávísan mun velja, nær á degnum hann arbeiðir, bara arbeiðið verður gjørt. Hetta sjálvræðið kann vera ein fyrimunur og ein vansi; fyrimunurin er, at tú kanst gera arbeiðið, tá ið tað passar tær, og vansin kann vera, at tú fært eina kenslu av aldri at hava frí. Í høvuðsheitum dámar lærarum tó at hava hetta frælsi.

Tá ið talan er um at ganga ynskjum á møti um, hvørjar lærugreinir tú vilt undirvísa, og hvørjar árgangir tú vilt undirvísa, so roynir Vagn Foldbo at gera sítt til, at tað ber til.

- Tá ið tað er sagt, so má leiðslan eisini hava fyrilit fyri at skapa ein so góðan skúla sum til ber, og tí vigar tað tyngst. Kabálin má ganga upp. Viðhvørt mugu vit tí taka avgerðir, sum ikki hóva lærarum so væl. Tá mugu lærarar góðtaka onkra avgerð, hóast treyðugt. So royna vit okkurt annað árið at eftirlíka teirra ynskjum.

Hjá summum lærarum hevur tað stóran týdning at førleikamenna seg og javnan fáa fakliga áfylling, til dømis sleppa á skeið og ráðstevnur. Hjá øðrum hevur tað ikki so stóran týdning.

- At starvsfólk kennir ábyrgd fyri trivnaðinum hjá hvørjum øðrum hevur eisini týdning; at onnur eru áhugað í, at eg trívist. Um somu tíð er tað upp til tín sjálvs at skipa so fyri at trívast og ikki leggja alt upp í hendurnar á hinum fyri, at tú trívist. Øll eiga at hugsa, at hvør einstakur ger sítt íkast, at øll trívast. Er tað soleiðis, at ein starvsfelagi er undir stórum arbeiðstrýsti, so eiga starvsfelagarnir at hjálpa til og taka eitt eyka tak, soleiðis at tað lættir um hjá starvsfelaganum. Eydnast tað at skapa ta mentanina, er nógv vunnið. Greiðar mannagongdir fyri tí ymiska hevur eisini týdning; tað kann vera mannagongdir fyri fartelefonir, happing, sorg og so framvegis; eru mannagongdirnar ikki greiðar, kann tað órógva og fylla nógv, og tað kann eisini gera, at tú gerst ørkymlaður og ivast, um tú ert á rættari leið. Tað ber ikki til at gera mannagongdir fyri alt, men fyri tað mesta, og tá ið tað ikki ber til at gera mannagongdir, koma virðini, sum skúlin stendur fyri, inn í staðin. Virðini eru leiðvísarin fyri, hvat eigur at verða gjørt, eitt rekkverk at halda í á vegnum.

Les alla samrøðuna við Vagn Foldbo í Skúlablaði nr 3, 2020, sum kom í juni.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.