Tíðindi

Gott fyri børn at vera partur arbeiðslívinum

– Skulu strandaøkini vera burðardygg, er felagsskapur millum ættarlið avgerandi. Týdningurin av, at børn læra við at arbeiða er undirmettur, sigur professari.

22.02.2024

Nei, tað er ikki barnaarbeiði út frá einum fíggjarligum tørvi, sum professarin sær fyri sær. Anne Trine Kjørholt hevur staðið á odda fyri eini kanning av uppvøkstrinum hjá trimum ættarliðum í strandaøkjum í fimm londum. Ein greið niðurstøða í kanningini er, at tilhoyri hjá fólki til lokala samfelagið byrjar og leggur støði í barndóminum – ofta við at gera praktiskt arbeiði.

– Arbeiðspláss og fíggjarviðurskifti eru ein sjálvsøgd fyritreyt, men burðardygg samfeløg snúgva seg um náttúruumhvørvi, mentan og sosialt lív. Hugsa vit aftur í tíðina, so var tað sera týðandi fyri strandaøki, at børn tóku lut í arbeiði og høvdu skyldur at røkja. Tað hevði við sær, at tey høvdu samband við fólkini á staðnum, og at vitan varð borin víðari frá ættarliði til ættarlið, sigur Anne Trine Kjørholt. Hon er professari við Instituttið fyri námsfrøði og lívlanga læring á NTNU í Noregi.

Tvørtur um ættarlið

– Grundarlagið undir burðardyggum lokalfeløgum er, at fólk kenna seg at hoyra heima í økinum og millum fólkið og vilja liva og búgva har. Tað, sum tú lærir við at taka lut í tí, sum fer fram har, tann sosiala læringin, er hótt, tí felagsskapurin tvørtur um ættarlið er viknaður. Skúlin leggur dent á einstaklinga avrik, og sosialir miðlar og globala býarmentanin kunnu vera ein hóttan ímóti burðarmegini í lokala samfelagnum, sigur Kjørholt.

Altjóða kanning

Í Noregi hevur kanningin tikið støði í økjunum Hitra og Frøya við Trøndelagsstrondina og øðrum fiskivinnusamfeløgum í Lofoten og Vesterålen. Harumframt eru strandarbýir og bygdir í Írlandi, Føroyum og Tasmania tikin við.

Tvey umfør við dýpdarsamrøðum við eitt úrval av ungfólki í aldrinum 15-19 ár, foreldrum teirra og ommum og abbum teirra eru gjørd. Harumframt eru samrøður og eygleiðingar gjørdar í økjunum. Á henda hátt hava tey, sum hava gjørt kanningina, fingið eina góða mynd av, hvussu barndómur og uppvøksur eru broytt síðan 1945.

Viknað burðarføri

Eitt úrslit, ið gongur aftur allastaðni, er missurin av førleikum og lokalari vitan, sum so líðandi fer. Nógv strandaøki eru fyri fólkaflyting, tí arbeiðspláss vanta. Tí virknar fíggjarliga styrkin. Samstundis veksur denturin á formliga útbúgving og virði, sum eru knýtt at einum lívstíli, ið eyðkennir býarlív.

– Men hóast tað er minni felagsskapur gjøgnum arbeiði, fer nógv sosial læring fram í frítíðini, og tá ið fólk eru har í feriu. Í eitt nú í Frøya síggja vit dømi um, at siðvenjurnar verða bornar víðari frá ættarliði til ættarlið. Í nógvum strandaøkjum verður lív framvegis hildið í siðvenjuni, at børn skera toskatungu í vetrarfiskarínum, sigur Kjørholt.

Skúlin ov teoretiskur

Eitt av endamálunum við kanningini var at finna út av, hví so nógv gevast í útbúgvingum eftir vanliga fólkaskúlan. Kjørholt heldur, at ein av orsøkunum er, at útbúgvingarnar ikki kennast viðkomandi.

– Skulu vit skilja fráfallið, mugu vit skilja sosialu og mentanarligu karmarnar rundan um útbúgvingina. Nógv halda, at læringin ikki er viðkomandi í sambandi við tað, tey gjarna vilja læra, og tað, sum tey halda, at lokala samfelagið hevur brúk fyri. Skúlin er ov teoretiskur. Tørvur er á fleiri praktiskum tilboðum, sum til dømis verða bjóðað út í Hitra og Frøya. Har er lærugreinin náttúrunýtsla, har næmingarnir læra um at fiska, veiða og arbeiða á sjónum.

– Næmingar eru við í fiskiskapi í Lofoten. Á Frøya ungdómsskúla er lærugrein um fisking og havbrúk væl umtókt. Slík praktisk útbúgvingartilboð, sum eru kjølfest í tí lokala, mugu vit hava fleiri av, sigur Kjørholt.

Ov aldursbýtt

Kanningin vísir, at felagsskapur millum ættarlið førir til tilhoyri, trivnað og gleði.

Professarin heldur, at skipanin av einum nýtímans samfelag byggir á aldurssegregering, har einstaklingurin er í miðdeplinum. Tað kemur fram, at tað eru fleiri og fleiri, ið siga frá einsemi. Kjørholt heldur, at orsøkin til tað er, at felagsskapirnir eru viknaðir. Hon eftirlýsir støðum, har ættarlið kunnu møtast:

– Hví eru kór, dansibólkar og onnur góð ítriv fyri ávísar aldrar? Børn gerast minni sárbar, tá ið tey eru von at vera saman við fólki í øllum aldrum. Burðardygd snýr seg um at varðveita og menna nýggj sløg av felagsskapum millum ættarlið.

Framtíðin

Sambært professaranum snýr tað seg ikki um at endurskapa arbeiðslívið “fyrr í tíðini”.

– Lokal vitan og felagsskapur millum ættarlið er ikki nóg mikið at skapa eitt sterkt strandaøki. Tað snýr seg um meiri enn at fiska og ala. Strandaøkini hava brúk fyri nýhugsan í øllum sínum viðurskiftum – í vinnulívinum, gerandislívinum, mentanini og áhugamálum. Til dømis arbeiða næmingarnir á matstovu- og matútbúgvingini í Guri Kunna við at gagnnýta tara í nýggjum matrættum. Alivinnan hevur kollvelt nógv samfeløg fram við strondini.

– Tá ið vit tosa við fólk, sum eru vorðin laksaalarar, søgdu tey, at ein orsøk til, at tað hevur gingið teimum so væl, er tí, at tey høvdu lært grundarlagið í siðbundnum fiskiskapi.

– Trupult fyri tilflytarar

Eitt lokalsamfelag við sterkum rótum tekur ikki altíð so væl ímóti teimum, sum koma uttanífrá. Nýtt vinnulív hevur fingið fleiri fólk at flyta til. Á Frøya búgva fólk úr 43 ymsum londum.

– Tú skalt helst vera frøyoyingur í trý ættarlið fyri at verða góðtikin. At koma inn í felagsskapin er truplari, um tú ikki ert vaksin upp har. Vit síggja, at fólk, sum flyta til økið fyri at arbeiða, eru væl nøgd við fíggjarligu viðurskiftini. Eins og tey, sum altíð hava búð har, virðismeta tey náttúruna og at vera í nánd av sjónum, men summir tilflytarar uppliva, at teir verða ikki sosialt integreraðir, og teir kenna seg at vera uttan fyri felagsskapin. Sosialur og mentanarligur burðarmáttur hevur eisini týdning, sigur Anne Trine Kjørholt.

«Mentanararbeiði»

Tað hevur týdning at leggja dent á, at í Noregi er bann sett fyri barnaarbeiði. Arbeiðsumhvørvislógin sigur, at børn undir 15 ár vanliga ikki skulu vera á arbeiðsmarknaðinum, men lættari arbeiði kann vera gjørt av børnum, sum eru fylt 13 ár. Undantak verða gjørd fyri arbeiði, sum vera mett at vera mentanarlig ella líknandi.

Kelda: forskning.no


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.