Tíðindi

Gentur, sum hava Asperger-syndrom, goyma seg í skúlanum

Hvørja ferð tíggju børn fáa staðfest Asperger syndrom, er bara ein teirra genta. Men talið er sannlíkt nógv hægri.

5. september 2019

Tær eru friðarligar og gera einki hóvasták burtur úr sær sjálvum. Mangan hava tær eina autismu-diagnosu, men tað verður sjáldan uppdagað, fyrr enn genturnar fáa tunglyndi, etingarólag ella tvingsilshugsanir.

Hini í flokkinum vita væl, at hon er eitt sindur øðrvísi. Hon passar seg sjálva og sigur ikki nógv í tímunum. Í fríkorterinum spælir hon gamaní við hini, men tað er hon, sum heldur í hoppibandinum, meðan hinar genturnar hoppa. Eftir skúlatíð er hon ofta einsamøll og gloymir seg burtur í stóra áhuganum fyri japanskum teknirøðum ella djórum.

Tað er ikki lætt at síggja, at okkurt er galið, men sum árini ganga, og hon verður tannáringur, verður tað týðiligt. Meðan hinar genturnar í flokkinum eru úti í vikuskiftinum og stuttleika sær og hava áhuga í dreingjum, roynir hon at halda fast í barndóminum, og tað er stórur vandi fyri, at hon renir seg í tunglyndi, etingarólag ella tvingsilshugsan.

Henda søgan um gentur við Asperger syndromi er ikki óvanlig. Meðan ófriðarligu dreingirnir ikki eru til at yvirsíggja, taka genturnar seg aftur, skava út yvir trupulleikarnar, tær hava, og eftirlíkna vanligu atferðini, sum vinkonurnar hava. Tað er tí ein avbjóðing hjá lærarum og skúlasálarfrøðingum at fáa eyga á hesar genturnar, áðrenn tær fáa stórar sosialar og persónligar trupulleikar.

Hvørja ferð tíggju børn fáa staðfest Asperger syndrom, er bara ein teirra genta. Men talið er sannlíkt nógv hægri. Tað heldur Kirsten Callesen frá Psykologisk Ressource Center, sum er ein privat sálarfrøðistova í Danmark, sum arbeiðir við fólki, ið hava autismu.

– Eg rokni við, at tað eru nógv fleiri gentur, sum hava Asperger ella autismu, enn vit halda. Mín meting er, at tað fyri hvørjar fýra dreingir við Asperger syndromi er ein genta, sigur Kirsten Callesen, sum hevur arbeitt nógv við gentum við Asperger, síðan hon gjørdist skúlasálarfrøðingur í Ballerup í 1998.

Ein av størstu orsøkunum til, at gentur við Asperger syndromi verða uppdagaðar sjáldnari og seinni enn dreingir, er tí, at gentur frá natúrunnar síðu hugsa meiri sosialt enn dreingir. Tær hava størri tørv á at vera millum onnur fólk, og tí eru tær ikki líka lættar at fáa eyga á sum drongurin, sum byrgir seg av fyri umheiminum. Harumframt duga gentur ógvuliga væl at apa eftir umhvørvinum, sum tær eru ein partur av. Tá ið ein genta við autismu ikki veit, hvussu hon skal bera seg at í eini sosialari støðu, eygleiðir hon hinar genturnar og hermar eftir teirra atferð.

– Alt botnar í, at genturnar hava ilt við at vita, hvat tær eiga at gera í sosialum støðum, sigur Kirsten Callesen.

Tá ein genta við Asperger alt lívið hevur kent seg øðrvísi, fær hon mangan sálarligar og sosialar trupulleikar. Tað er ikki óvanligt, at gentur við Asperger syndromi fáa staðfest tunglyndi ella etingarólag, áðrenn tað gongur upp fyri umheiminum, at tað alla tíðina hevur ligið okkurt aftanfyri.

 

– Tann størsti trupulleikin er, at um genturnar ikki vita, hví tær eru øðrvísi enn onnur, so kunnu tær fáa lágt sjálvsvirði, tí tær ikki sleppa burtur úr kensluni. Tær, ið tær samanbera seg við, skilja skjótari alt, sigur Kirsten Callesen.

Sambært henni kann hetta vera ein orsøk til, at gentur við Asperger syndromi mangan fáa aðrar sálarligar fylgisjúkur. Hóast tað kann vera trupult at finna fram til yngri gentur við Asperger, krevur tað sjáldan annað enn vitan og uppmerksemi hjá lærarum og sálarfrøðingum, sum hava við skúlanæmingar at gera.

– Lærararnir eru ofta greiðir yvir, at okkurt er á vási. Tað er bara ikki vist, at tað er autisma, teir hugsa um. Um man ikki veit, at tað snýr seg um eitt slag av autismu, so hugsar man kanska, at hon er ein genta, sum bara hugsar um seg sjálva ella er spilt av foreldrum sínum. Tað er ógvuliga vanligt. Men allir lærarar vita, at okkurt er við barninum, sigur Kirsten Callesen.

Les meiri: www. Danskekommuner.dk


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.