Tíðindi

Gentur klára seg framvegis betur enn dreingir

Norskir næmingar høvdu 41,9 stig í miðal í karakteri í 2019. Genturnar høvdu í miðal 4,6 stig meiri enn dreingirnir, og hesin munurin hevur verið støðugur síðan 2015.

11.10.2019

Sambært hagfrøðistovninum í Noregi, Statisk sentralbyrå, høvdu gentur 44,3 stig í miðal í karakteri í grundskúlanum í ár. Samlaða miðaltalið fyri bæði kyn er økt síðstu tíggju árini, frá 39,5 stigum í 2009, til 41,8 í 2018. Stigini eru vorðin fleiri bæði fyri gentur og dreingir hetta tíðarskeiðið, men økingin hevur verið størri fyri genturnar. Kynsmunirnir eru tískil ikki vorðnir minni.

Hægst í Oslo, lægst í Finnmørkini

Meðan dreingirnir hava havt eina øking á 2,1 stig síðan 2009, hevur samsvarandi økingin fyri genturnar verið 2,8 stig. Síðan 2015 hava genturnar havt 4,5 stig meiri í miðal. Hægsta miðaltalið er millum næmingarnar í Oslo við 43,3 stigum í ár; síðan kemur Akerhus við 42,6 stigum og Oppland við 42 stigum. Í hinum endanum eru fylkini Finnmørkin við 40,4 stigum, Telemørkin við 40,5, stigum og Østfold við 41,2 stigum.

Grundskúlastigini er samlaða nøgdin av stigum út frá ársmetum og próvtøkum. Stigini eru grundarlagið fyri upptøku til skúlar eftir fólkaskúlan.

Hægri karakterir

Genturnar fáa hægri karakter í nærum øllum lærugreinum. Kropslig íðkan er einasta lærugreinin, har dreingirnir í miðal fáa hægri karakter enn genturnar. Munirnir eru størstir í norskum sum høvuðsmál, norskum sum hjámál, handaverki og list, mati og heilsu. Minsti munurin er í støddfrøði. Gentur fáa eisini hægri karakter í próvtøkum í hesum lærugreinum, men munurin millum kynini er minni, tá ið talan er um ársmet.

Kelda: forskning.no


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.