Tíðindi

Gekk skjótt frá hugsan til veruleika

Søgan um nýggja tiltakið, sum nevnist skúlafótbóltur, er á mangan hátt ein sólskinssøga.

07.11.2018

Í stuttum snýr hetta seg um, at hvønn mikudag hittast skúlanæmingar í ávísum árgangi, og úr øllum landinum, at kappast í fótbólti, umframt at aðrar upplivingar fylgja við.

Vit hava sett trimum av teimum, ið taka sær av tiltakinum, stevnu í Marghøllini í Vági, tí tað er nevniliga har, sunnast í Føroyum, at kappingin í skúlafótbólti fer fram.

Í einum av hugnaligu skrivstovuhølunum, ið er í bygninginum, sum stendur inni í Marghøllini, fáa vit eitt prát. Jón Pauli Olsen, Dennis Holm og Jens Petur Brattalíð greiða fegnir frá gongdini, hóast long tíð ikki er liðin, síðan skúlafótbóltskappingin fór í gongd.

Tað var 15. mars í ár, at Jón Pauli Olsen, venjari, setti seg í samband við Dennis Holm, borgarstjóra í Vági, og legði fram hugskotið um kapping í skúlafótbólti millum allar skúlar í Føroyum.

- Hetta er vanligt í londunum kring okkum, men hevur bara ikki verið í Føroyum áður, sigur Jón Pauli Olsen.

- Sigast kann, at skjótt var frá hugskoti til veruleika, leggur Jens Petur Brattalíð, leiðari í Marghøllini, afturat.

Longu 24. oktober fór kappingin av bakkastokki, tá 6. flokkar úr øllum Føroyum kappaðust.

- Tá luttóku 33 lið, og vit høvdu faktiskt 40% av 6. floks næmingunum í landinum í Marghøllini henda dagin, sigur Dennis Holm.

Tann 31. oktober kappaðust 4. flokkarnir, og 17 lið tóku lut, og 14. novenber fara 5. flokkarnir at kappast, og sum nú sær út, so hava 21 lið tekna seg til kappingina.

Sum skilst á øllum brøgdum, so var ikki langt frá hugskotinum, til tiltakið gjørdist veruleiki, og í dag eru tað fólkini í Marghøllini, Vágs skúla og FC Suðuroy, ið eru kring tiltakið.

Vit gjørdu heimasíðu, skulafotboltur.fo, Gunn Sloan Muller gjørdi búmerkið, og vit settu okkum í samband við Fótbóltssamband Føroya, sigur Jón Pauli Olsen og leggur afturat, at endamálið er at fáa so nógv sum gjørligt at spæla fótbólt, hava tað stuttligt og at fáa rørslu í skúlan.

Og vit settu okkum eisini í samband við Fólkaheilsuráðið og fingu sostatt hetta við ABC-sálarheilsu við í myndina. Stuðlarnir, ið gera hetta fíggjarliga møguligt, eru FSF og BankNordik, sigur Dennis Holm.

Góðar umstøður at bjóða

Allir tríggir eru teir á einum máli um, at FSF tók væl ímóti hugskotinum, og at tað, at tiltakið so at siga er kjølfest í Fótbóltssambandinum, hevur týdning, og samstundis hevur tað alstóran týdning, at tiltakið er í skúlatíð, at tað er ókeypis at luttaka, og at umstøðurnar á staðnum gera tað møguligt at bjóða klatring á klatrivegginum í Marghøllini og svimjing í Pálshøll, sum part av tiltakinum.

Luttakarar verða heintaðir í bussi á Krambatanga og koyrdir aftur til Smyril í bussi eftir loknan dag.

- Luttakarar fáa troyggju, og einasta útreiðsla hjá skúlunum er ferðingin, men enn eru vit í uppbyggjandi gongdini og læra og eftirmeta støðugt, sigur Jens Petur Brattalíð.

Teir tríggir dylja ikki, at teir eru sera fegnir, at undirtøkan hevur verið so avbera góð, og at tað tykist eydnast at fáa føroyskan ungdóm til Suðuroyar at njóta góðu umstøðurnar til ítrótt.

Sum gongdin er, so kann roknast við, at eini 2500 til 3000 næmingar hava tikið lut í skúlafótbóltinum í Vági, tá kappingin fær ein enda, sigur Jón Pauli Olsen.

Stóra finalan

- Tann 3. mai verður stóri finaludagurin, og tá verður nógv gjørt burturúr, sigur Jón Pauli Olsen.

- Hjá luttakarunum skal luttøkan vera ein góður dagur, ein heildaruppliving við góðum felagsskapi, fótbólti, klatring, svimjing, og eisini hava vit við møguleikan fyri at keypa eina máltíð. Tað hevur gingið væl higartil, og lagið hevur verið gott, eru Jens Petur, Dennis og Jón Pauli samdir um.

Kappast verður millum gentulið, dreingjalið og blandað lið.

Bilsnir eru teir tó av, at mest hevur verið av blandaðum liðum, tí tað høvdu teir ikki væntað, og tað hevur eisini víst seg, at millum blandaðu liðini hevur huglagið verið einastandandi gott.

Ætlandi fara miðnámsskúlaflokkar og Ítróttaháskúlin í Suðuroynni eisini at taka lut, men í eini kapping fyri seg.

- Sum fyrieikarar eru vit øll spent og nøgd við gongdina, og stuttligt er eisini at síggja, at fólk eru farin at vera virkin á facebook-vanganum hjá skúlafótbóltinum, siga stigtakararnir.

MYNDIN: Jens Petur Brattalíð, Dennis Holm og Jón Pauli Olsen eru fegnir um gongdina í kappingini í Skúlafótbólti millum allar skúlar í landinum, har endamálið er at fáa so mong, sum gjørligt at spæla fótbólt og stuttleika sær, umframt at fáa rørslu inn í skúlarnar.

Orð og mynd: Dagfinn Olsen

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.