Tíðindi/Greinar

07.05.2018

Gagnnýta friðartíðina

Nevndin, undirfeløg, lærarar og myndugleikar eiga nú at hugsavna seg um mál, sum kunnu arbeiðast við og vónandi loysast í tíðini millum samráðingarnar.

Nú sáttmálin fram til 1. oktobur 2019 varð undirskrivaður á pálsmessu, og árligi aðalfundurin hevur verið, hyggja vit fram ímóti eini tíð, har vit fáa tíð at hugsavna okkum um týðandi mál og ætlanir, sum vónandi kunnu gera okkara arbeiðsumstøður enn tryggari og betri.

Hóast aðalfundurin varð avgreiddur í sømiligum tóna, hoyra vit framvegis, at ivamál gera seg galdandi m.a. á serøkinum, og hesum fara vit at royna at gera nakað við.

Við leiðsluábyrgd eigur løn at fylgja við. Tískil er ætlanin at fáa sum skjótast í lag ein dialog við MMR um eitt nú, at leiðarar í førleikastovum eiga at fáa løn fyri leiðsluábyrgd. MMR hevur orðað ein yvirskipaðan skúlapolitik á økinum, men enn er lønarspurningurin púra óloystur.

Onnur fokusøki

Forskúlaøkið liggur at kalla í óskipaðum viðurskiftum, tí ymiskt er, hvussu einstøku kommunurnar og skúlar við forskúlum skipa seg við ábyrgd og arbeiðsbýti.

Eftirlønar- og tryggingarspurningar eiga at verða vigaðir og møguliga endurskoðir, nú pensjónsnýskipanin er veruleiki. Álitisfólk okkara eru ein týdningarmikil liður í hesum sambandi, eins og ætlanin er hjá nevndini at hava limafundir kring landið komandi skúlaár.

Vit eiga at fáa ferð á málið at útbúgva eitt nú fleiri KT-vørðir og bókasavnsvørðir. Ynskiligt er at fáa gongd á hesar tiltrongdu útbúgvingar sum skjótast.

Læraraskúlin má styrkjast og raðfestast nógv hægri frá landsins síðu. Vit síggja, at summar lærugreinar fella spakuliga frá, tí peningur er ikki til hesar. Eisini er ov lítið samband millum lesandi, lærarar og nevnd. Hesum ætla vit at arbeiða við.

Hølisviðurskiftini á Frælsinum eru somuleiðis als ikki einum framkomnum landi verdug.

Virðingina hava vit

Latið okkum í felag minnast til, at tað eru bara vit, sum varða av lærarayrkinum, sum skapa ta virðing kring okkara yrki, sum vit ynskja. Vit eru veruliga vird av myndugleikunum, og tískil mugu vit framvegis halda fram við konstruktivum samstarvi við allar myndugleikar og hava eitt so gott felags áralag sum gjørligt fyri at røkka okkara málum.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan