Tíðindi

Góðar vónir um at fáa arbeiði

Skúlablaðið hevur tosað við Símun Rógva Hansen, sum fær prógv sum lærari í summar. Vit hava spurt hann um vónir og ynski um lærarastarvið.

14. mai 2019

Tá hann verður spurdur, hvussu vónirnar eru at fáa arbeiði, svarar hann soleiðis:

Vónirnar eru góðar. Eg haldi, at spurningurin, um tað eru ov nógvir ella ov fáir lærarar, er skiftandi. Til tíðir ljóðar tað sum, at tað eru ov nógvir lærarar, og tað er trupult at fáa arbeiði. Ímeðan tað til aðrar tíðir ljóðar sum, at tað er mangul upp á lærarar. Tað síðsta hálva árið havi eg tikið vikartímar. Har havi eg fingið nógvar og góðar royndir, og eg ivist ikki í, at tað fer at hjálpa mær, tá ið eg nú skal út at søkja um arbeiði.

Hvar í landinum kundi tú hugsað tær at arbeitt?

Eg eri búsitandi í Havn, og tí vildi tað verið upplagt at sagt, at eg helst ynski abeiði her í høvuðsstaðnum. Av tí at eg eisini íðki fótbólt í Havn, hevði tað passað mær best um mítt komandi arbeiðspláss ikki krevur ov nógva ferðing aftur og fram. Tá tað er sagt, eri eg opin fyri øllum møguleikum, og eg eri eisini spentur uppá, hvørjir møguleikar stinga seg upp.

Hvørjum lærugreinum ynskir tú at undirvísa í ?

Um eg skal velja nakrar lærugreinar burturúr, má tað fyrst og fremst verða tær báðar, sum eg hevði á linju. Har hevði eg føroyskt og støddfrøði. Støddfrøði hevur mær altíð dámað væl. Í fólkaskúlanum var tað tann lærugeinin, mær dámdi best, men frá royndum veit eg eisini, at tað eru nógvir næmingar, ið ikki orka fyri støddfrøði. Ta fatanina vil eg broyta, tí eg meti, at øll eiga at halda, at støddfrøði er ein spennandi og stuttlig lærugrein. Føroyska málið er ein dýrgripur í sjálvum sær. Vit eru heppin og eiga at vera stolt av, at vit sum ein smátjóð eiga eitt so ríkt mál. At eg kundi betra um míni evni til at veita næmingum lærdóm innan okkara móðurmál, var grundin til at eg valdi føroyskt á linju.

Hvønn aldursbólk kundi tú hugsað tær at undirvíst? hví?

Ígjøgnum starvsvenjingarnar, sum eg havi verið í hesi fýra seinastu árini, havi eg funnið útav, at mær dámar væl at undirvísa allar aldursbólkar í fólkaskúlanum. Um eg skuldi valt ein bólk burturúr, hevði tað kanska verið næmingar í yngru flokstrinunum. At undirvísa hesar næmingar, haldi eg, var spennandi, tí tað merktist, at næmingarnir vóru spentir, forvitnir og ágrýtnir at læra. Í yngru flokstrinunum skulu næmingarnir, umframt at læra tað fakliga, eisini “læra” at ganga í skúla. Hetta er ein stór og týdningarmikil uppgáva hjá lærarum, sum eg eisini haldi er sera spennandi.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.