Tíðindi/Greinar

19.04.2021

Fýra bjóða seg fram til tveir sessir í Lærarafelagnum

Leygardagin 8. mai 2021 verður aðalfundur Føroya Lærarafelags.

Á hvørjum ári standa tveir nevndarlimir fyri vali. Tey, sum standa fyri valið hesaferð, eru Jona Højsted og Carl Eli Nolsøe Samuelsen. Jona Højsted, kassameistari, hevur boðað frá, at hon stillar upp aftur, meðan Carl Eli N. Samuelsen, nevndarlimur, hevur takkað fyri seg á hesum sinni.

Freistin at stilla upp til nevndarvalið var úti leygardagin 17. apríl. Tey, sum stilla upp til nevndina eru: Jona Højsted, Jónleif Johannesen, Jákup av Skarði og Bergur Samuelsen.

Jona Højsted, ið er kassameistari í felagnum, er lærari á Skúlatrøð, Jónleif Johannesen er varaskúlastjóri í Runavíkar kommunuskúla, Jákup av Skarði er fyrstilærari í Nólsoyar skúla, og Bergur Samuelsen er lærari í Skúlanum á Fløtum.

 


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan