Tíðindi/Greinar

09.02.2021

Føroyar lesa á breddan

Tað er í tøkum tíma, at hetta verður sett á breddan. Andrea á Rípuni, næstforkvinna Føroya Lærarafelags, skrivar

Føroyar lesa er eitt átak, ið hevur sín uppruna í Lesivanakanningini, sum var gjørd í trimum árgangum í fólkaskúlanum; hon staðfesti, at næmingar í øllum árgangum lesa lítið, serliga teir elstu, og at teir lesa nógv minni enn norðurlendsku javnaldrarnir. Kanningin var gjørd í 2017/18. Fyri at ein tílík verkætlan, sum Føroyar lesa, skal eydnast, er neyðugt við samstarvi millum allar partar, ið varða av børnum og ungum; tíbetur er so í hesum føri.

Føroyar lesa hevur sett sær nøkur mál, ið kunnu lesast á heimasíðuni føroyarlesa.fo. Har stendur m.a. hetta: Við verkætlanini vilja vit:

Geva føroyingum hug at lesa meira

Seta føroyska málið í miðdepil ígjøgnum lesing

Eggja til góðar lesivanar og lesiupplivingar

Stimbra lesiførleikan

Geva øllum lesarum íblástur og hjálp at finna ta røttu bókina

Skapa karmar fyri einari góðari lesimentan

Savna fólk um bókmentir og tað at lesa

Elva til áhuga, kjak og forvitni um føroyskar bókmentir og rithøvundar

Hetta eru stór mál at seta sær, men neyðug mál. Tað er í tøkum tíma, at hetta verður sett á breddan. Tá børn og ung hava mist allan hugin at lesa, er ov seint. Dagarnir hjá flestu okkara eru longu fult upptiknir við ymiskum, og lesing er sjáldan tað, sum nógv eru upptikin av. At lesa er ein raðfesting sum alt annað, ein týdningarmikil raðfesting eftir míni meting. Sum tilfarið á heimasíðuni sigur, so er týdningarmikið at byrja tíðliga at lesa fyri og saman við sínum børnum. Tí er tað genialt, at fólk handan Føroyar lesa hava fingið ymiskar vinklar og ymisk fólk at siga sína søgu viðvíkjandi lesing.

Eg ivist ikki í, at vit øll vilja, at lesiførleikin hjá okkara børnum og ungu skal vera í topp. Lesiførleiki saman við øðrum leggur lunnar undir eina góða læring. Ein tann besti førningurin, vit kunnu geva okkara børnum og ungu, er orðfeingi, lesigleði og lesiupplivingar.

Vónandi fara vit at síggja nógv til Føroyar lesa í framtíðini, tí hetta týdningarmikla arbeiði krevur áhaldni og fíggjarliga orku.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan