Tíðindi

Fólkaskúlaráðið fær einki gjørt við tíðaravmarkaðu størvini

Vil Jenis av Rana, landsstýrismaður, hava færri tíðaravmarkað størv í fólkaskúlanum, so er bara at skipa so fyri, at tað verður gjørt í staðin fyri at spyrja Fólkaskúlaráðið, tí tað er ikki í Fólkaskúlaráðnum, at spurningurin verður loystur. Tað sigur Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelag og limur í Fólkaskúlaráðnum.

28.09.2022

Talið á tíðaravmarkaðum størvum hongur neyvt saman við mátanum, sum Undirvísingarstýrið vegna Mentamálaráðið játtar skúlunum tímar. Skulu vit hava færri tíðaravmarkað størv og harvið tryggari starvssetanir fyri lærarar, so er at broyta játtanarskipanina.

- Tað er gott, at landsstýrismaðurin nú vil gera nakað við nógvu tíðaravmarkaðu størvini; tað kann hann, tí hann hevur ræðið á skipanini. Setti hann seg saman við Mentamálaráðnum, Undirvísingarstýrinum, Skúlaleiðarfelagnum og Lærarafelagnum og greinaði, hvussu nógv og hvørji tíðaravmarkað størv, vit hava, og hví tey eru, so kundi skipanin verið broytt í morgin, um hann vildi tað. Tað er eingin grund at senda spurningin til Fólkaskúlaráðið at verða útgreinaður. Játtanarskipanin er ikki skúlapolitikkur, men starvsfólka- og fíggjarpolitikkur. Tað er sjálvur mátin at játta tímar, ella lærarastørv til skúlan, sum er trupulleikin. Tað nýtist landsstýrismaðurin ikki hava Fólkaskúlaráðið at siga honum, sigur Jacob Eli S. Olsen.

Játtanarskipanin, soleiðis sum hon er háttað, hava vit havt leingi. Einasta orsøkin at halda fast við verandi skipan er fyri at spara pengar, og tí at viljin ikki er at gera broytingar, sigur formaður Føroya Lærarafelags.

- Játtanarskipanin er snikkað til at spara pengar, men hon órógvar øgiliga nógv og ger umstøðurnar í skúlanum sera óliðiligar, ikki minst tí hon telur niður í smálutir, í hálv størv og so framvegis. Tað ber væl til at loysa upp í skipanini uttan at missa tamarhaldið á útreiðslunum.

Tíðaravmarkað størv eru í sambandi við at lærari fer í farloyvi, og sum skipanin er, so telja teir lærarar eisini við, sum ikki fáa ella ynskja at arbeiða fulla tíð.

Í seinasta Skúlablað sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður, at frá komandi skúlaári verða nógv færri lýsingar eftir lærarum til tíðaravmarkað størv.

- Hetta er vónandi síðsta árið, at so nógv tíðaravmarkað størv verða lýst leys, tí her skal eitthvørt henda. Eg havi gjørt av at biðja Fólkaskúlaráðið viðgera spurningin og kanna hann væl, eitt nú við at hyggja at, hvussu okkara grannalond gera, og síðan koma við nøkrum uppskotum um, hvat vit eiga at gera, soleiðis at viðurskiftini hjá lærarum verða tryggari. Í mínum hugaheimi átti ein royndartíð á 2-3 ár tryggjað tær fast starv. Tað er hvørki rætt, rímiligt ella virðiligt at bjóða lærarum slíkar umstøður, at teir á hvørjum vári skulu hugsa um, um teir hava ella fáa starv komandi skúlaárið. Sjálvsagt órógva slíkar umstøður lærararnar, og tað órógvar eisini undirvísingina og harvið næmingarnar, sigur Jenis av Rana.

Farna skúlaár, skúlaárið 2021-2022, vóru lýsingar eftir 100 lærarum til tíðaravmarkað størv. Hetta stóra talið avdúkar, at nógvir lærarar kring alt landið eru í tíðaravmarkaðum starvi ár eftir ár og á hvørjum vári mugu søkja starv av nýggjum, mangan sama starv, sum teir longu røkja. Í kapping við hesar lærararnar koma teir um 30 nýútbúnu, sum fingu læraraprógv av Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum í juni, og haraftrat teir, sum nema sær læraraútbúgving á læraraskúla í Danmark. Í ár hava sostatt gott 130 lærarar kappast um tey 30 føstu størvini, sum vórðu lýst leys í mai og juni til hetta skúlaárið. Taka vit øll størvini, føst og tíðaravmarkað í bara eitt skúlaár, ið vóru lýst leys fyri summarsteðgin, so vóru tey samanlagt 111 í tali.

- Hetta er ein gongd, sum hevur verið í nógv ár, og sum hevur staðið við. Lærarafelagið helmar ikki í at vísa á hesi viðurskiftini, fyrr enn tey eru loyst, sigur Jacob Eli S. Olsen.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.