Stabbamynd greinar

Talið á fólkaskúlum er minkað munandi, og skúlarnir eru vorðnir størri.

Talið á fólkaskúlum er minkað frá 61 skúlum í 2008 til 39 skúlar í 2023. Um somu tíð er talið av smáum bygdaskúlum, við færri enn 24 næmingum, farið frá 21 skúlum í 2008 til 8 skúlar í 2023.

12.01.2024

Nakrar broytingar eru, tí at kommunur hava lagt saman, ella tí at ein kommuna hevur lagt skúlar í kommununi saman. Dømi um hetta er skúlin í Eysturkommunu, sum var lagdur saman við kommunusamanleggingini í 2023, og á Skúlatrøð og Skúlin á Fløtum, har Klaksvíkar kommuna og Tórshavnar kommuna valdu at leggja tveir rættiliga stórar skúlar saman í ein stóran skúla.

Tað er serliga millum teir smærru skúlarnar, skúlar við færri enn 50 næmingum, at talið av skúlum er minkað. Tað eru 13 skúlar færri í bólkinum 1-14 næmingar og 5 skúlar færri í bólkinum 25-49 næmingar, ella til samans eru tað 18 skúlar færri í hesum báðum bólkunum. Hetta kemst serliga av, at barnatalið í smærru bygdunum er minkað so nógv. Í nøkrum bygdum eru eingin børn, og tí er eingin skúli longur, ella eru tað so fá børn, at børnini í staðin ganga í skúla í eini grannabygd.

Tað eru færri skúlar í bólkinum 400-599 næmingar í dag samanborið við skúlaárið 2007/08. Hetta kemst mest av, at Venjingarskúlin og Kommunuskúlin vóru lagdir saman til Skúlan á Fløtum, og Skúlin við Ósánna og skúlin á Ziskatrøð vóru lagdir saman til á Skúlatrøð.

Rimamynd í hægri upploysn.

Talva við dátum.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.