Tíðindi

Fæst koppseting fyri falstíðindi?

Nøkur pláss eru eftir til skeiðið um falstíðindi og keldukritikk í skúlanum, ætlað lærarum í fólkaskúlanum og miðnámsskúlanum.

13.09.2019

Skeiðið er partur av skeiðsskránni hjá Námi; tað tekur ein arbeiðsdag, og nøkur pláss eru eftir. Skeiðið verður 20. november, og Brynhild Thomsen, journalistur í Kringvarpi Føroya, hevur skeiðið.

Endamál við skeiðnum er at geva lærarum kunning og íblástur til at læra næmingin í hádeild og á miðnámi at lesa og brúka aktuellar miðlar við kritiskum eygum.

Tá ið talan er um innihaldið, er støðið temasíða á undirvísingarportalinum Snar um miðlar og annað aktuelt tilfar úr øðrum miðlum, t.d. tilfar, sum øsir fólk til fremmandahatur. Arbeitt verður við falstíðindum og týdninginum av, at næmingar læra keldukritikk. Nomið verður eisini við falstíðindi í og úr Russlandi, og opinión verður sett upp móti journalistikki.

Á skeiðnum verður fyrilestur og kjak við innlendskum og útlendskum dømum, sum leggja upp til eina kritiska undirvísing í og við miðlum, serliga á netinum.

Skeiðið er ætlað lærarum í nevndu lærugreinum í hádeild ella á miðnámi.

Lærarar skulu hava lisið tematilfarið á Snar um miðlar og hava fylgt við, hvussu føroysku miðlarnir hava viðgjørt løgtingsvalið. Ynskiligt er eisini, at lærarar hava fylgt við, hvussu danskir miðlar fylgdu fólkatingsvalinum.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.