Tíðindi

Fáa vit nóg nógv burturúr?

Tað er ein átrokandi uppgáva at eftirmeta verandi skipanir og av álvara at seta spurningin, um vit gagnnýta teir læraraførleikar, sum eru í fólkaskúlanum, til lítar. Herálvur Jacobsen, formaður Føroya Lærarafelags, skrivar

11.08.2017

Tað er eingin ivi um, at útbúgvingar- og vitanarstøðið millum lærarar í fólkaskúlanum er hækkað munandi seinnu árini. Lærarar hava í størri mun umstøður at fylgja við og at kunna seg um nýggjastu granskingina innan økið og at taka lut á skeiðum, ráðstevnum og ískoytisútbúgvingum. Hetta er alt neyðugt, tí hóast tað av summum verður jabbað um, at fólkaskúlin stendur í stað, so er hetta langt frá veruleikanum. Fólkaskúlin er nógv broyttur og er í støðugari broyting. Í nógvum føri til tað betra, men ovurstórar avbjóðingar eru eisini. Í summar eru støddfrøðivegleiðarar og vegleiðarar lidnir við útbúgvingina. Støddfrøðivegleiðaraútbúgvingin er nýggj, meðan vegleiðaraútbúgvingin er ein munandi víðkan av skúlavegleiðaraútbúgvingini, sum áður hevur verið. Hetta er aftur eitt átak, sum verður fólkaskúlanum at frama. Men stóri spurningurin er, um vit fáa nóg stóran ágóða burtur úr hesum átøkum. Ivaleyst verða støddfrøðivegleiðararnir, hvør sær, betri støddfrøðilærarar, men ætlanin við útbúgvingini er, at støddfrøðivegleiðararnir skulu ganga á odda at lyfta støddfrøðiundirvísingina í fólkaskúlanum sum heild. Henda framsøkna uppgávan stendur í andsøgn til árligu tímatillutanina, sum støddfrøðivegleiðararnir hava at ráða yvir. Í allarstørstu skúlunum er vegleiðarauppgávan um 20% av árligu arbeiðstíðini hjá einum lærara, men rokna vit í miðal fyri allar skúlar, so eru vit niðri á sløkum 7% av arbeiðstíðini hjá einum lærara. Aðrir serútbúnir lærarar liggja á sama støði. Lærarafelagið hevur árliga fund við nevndirnar í undirfeløgunum hjá felagnum, sum umboða serútbúnar lærarar, og har kemur javnan fram, at ein av størstu tvístøðunum er, at tíðin ikki røkkur til at gera arbeiðið so munagott, sum tey kundu hugsað sær.

Nýggja vegleiðaraútbúgvingin varpar ljós á, at menningin og altjóðagerðin seta stór krøv. Krøv, sum eisini røkka út um formliga skúlaverkið. Tað er staðfest, at lívlong læring er neyðug bæði fyri einstaklingin sum virkin samfelagsborgari og partur av arbeiðsmarknaðinum, men eisini fyri samfelagið alt. Og við teimum stóru broytingunum og umskiftunum, sum eru, so er lívlong vegleiðing neyðug og sjálvsagdur partur av lívlangari læring. Serliga fyri tey, sum standa á einum vegamóti, ella sum ætla at seta nýggja kós. Men tað tykist, sum um avvarðandi myndugleikar hava ovtikið seg av tí ódnartaki, sum fyrireikingin og fremjanin av útbúgvingini hevur verið. Vegleiðararnir hava nomið sær holla útbúgving, og tey eru altrá eftir at sleppa til verka. Tey sóknast tó eftir eini dagføring av kunngerðini um skúlavegleiðing, og tey vísa á tørvin á undirvísingartilfari og eini leiðbeinandi lesiætlan fyri økið. Eisini fyri vegleiðarar er árliga tímatillutanin ónøktandi, úr eini 23% av einum lærarastarvi í størstu skúlunum, men í miðal fyri allar skúlar á góðum 4% av arbeiðstíðini hjá einum lærara. Hetta er hugstoytt, tá sjónarringurin er víður og virkishugurin stórur.

Tað er ein átrokandi uppgáva at eftirmeta verandi skipanir og av álvara at seta spurningin, um vit gagnnýta teir læraraførleikar, sum eru í fólkaskúlanum, til lítar. 

Oddagrein í Skúlablaðnum, sum júst er komið.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.