Tíðindi

Fyrimunur at hava sertilboðini á sama matrikkli sum skúlin

- Tá ið hugsað verður um trivnað, so eru fleiri viðurskifti, sum eru galdandi fyri allar næmingarnar uttan mun til fakligar ella sosialar førleikar. Tí er tað ein styrki at hava sertilboðini á sama matrikkli sum skúlin, so næmingarnir her eru nærhendis heimaflokkunum, og tó ikki mitt í rokanum, sigur Beinta Vang, serlærari og toymisleiðari í eldri deild á Skúlatrøð.

31.10.2023

- Soleiðis, sum tað er skipað, ber til hjá okkum at vera mitt í skúlanum og tó at hava okkara egnu reglur og mannagongdir, sum eru tillagaðar einstaka næminginum.

- Hetta gevur eisini møguleika fyri, at næmingarnir bæði kunnu vera nakrar tímar í heimaflokkinum og síðani eisini í einum av sertilboðunum. Tað eru summi, sum til dømis skulu hava týskt og alis- og evnafrøði. Tær lærugreinirnar bjóða vit ikki, so tá verður ein avtala gjørd við ein flokk, oftast heimaflokkin, ella har tað riggar best fyri næmingin.  

Upprunaliga ynskið um, at næmingurin, so leingi tað ber til, er inni í heimaflokkinum við hjálp ella stuðli, gagnar nú øllum. Um umstøður við tíðini broytast hjá næmingunum, kunnu teir gerast partur av sertilboðunum meira ella minni eftir tørvi.

- Hóast tað eru fyrimunir og vansar við øllum, so hava vit sæð ein fyrimunin við, at vit í Klaksvík nú hava ein skúla. Størsti fyrimunurin er óivað, at hvør árgangur er savnaður um eitt torg. Her møtast næmingarnir, og samband er millum næmingarnar bæði í flokkinum og í árganginum.

Næmingatalið og møguleikin at leggja tímatalvuna við parallellum tímum og at blanda næmingar øðrvísi og oftari í ávísum tímum gevur betri rúm fyri fleiri tillagingum, heldur Beinta Vang.

- Tankan kenna vit millum annað aftur frá ítrótti og handaverki og list í miðdeildini. Hann gevur møguleika at leggja tímatalvuna við parallellum tímum, við miðfirraðum tímum, tvílærara ella einum fjórða lærara, har næmingarnir ikki bara hava ein lærara ella eru í sínum egna flokki, men eru saman við øðrum. Tað er ein veldig styrki fyri næmingarnar sum heild.

Á Skúlatrøð í Klaksvík ganga 734 næmingar. Serdeildin á Skúlatrøð er skipað við serstakari játtan frá Undirvísingarstýrinum og við ymiskum tilboðum, sum yvirskipað eru býtt í tvey við hvør sínum toymisleiðara. Lærarar og námsfrøðingar samstarva, og arbeitt verður í høvuðsheitum við einum fakfólki til hvørjar tríggjar næmingar.

Les alla greinina í Skúlablað nr 3, 2023

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.